fríggjadagur 15. september 2006síða 55
Tekstur á síðuni
56
Nr. 178 - 15. september 2006
FT Samskifti er dótturfelag Føroya Tele. Felagið rekur alla kundarøkt, alla sølu og alt samskifti við privat- og
vinnukundar, alt GSM-økið og alla støðarútgerð fyri fastnetstelefoni og breiðband. FT Samskifti gevur nýggjar
møguleikar at veita betri og bíligari tænastur til kundarnar. Í felagnum starvast 115 fólk. Tænastur frá FT
Samskifti verða marknaðarførdar undir navninum Føroya Tele.
Tað er gott at lygnin er
til. Hugsa tær, um alt tað,
sum tú hoyrdi, var satt
- Albert Engström
FT Samskifti - Suðuroy
Montørur - avloysari í 1 ár
Søkt verður eftir einum montøri til FT
Samskifti í Suðuroy. Talan er um
avloysarastarv í 1 ár.
Arbeiðið er í stóran mun nýgerð og
viðlíkahald av telefoninstallatiónum
og installatión av breiðbandi.
Vít kunnu bjóða eitt áhugavert
arbeiði við atliti til:
• Nýgerð og viðlíkahald av telefon-
installatiónum og breiðbandi
• Vanliga telefonútgerð
• Vekslarar
• Innanhýsis kaðalskipanir
• Uttanhýsis kaðalskipanir
• Teleterminalar av ymiskum slag
• Internet
• At ráðgeva kundum um útgerð
og tænastur.
Útbúgving og royndir:
Elektronikkmekanikari, elektrikari,
líknandi útbúgving og/ella hollar
royndir við montør-/kaðalarbeiði.
Tað er ein fyrimunur, at tann, ið
sett/-ur verður, í stóran mun kann
arbeiða sjálvstøðugt, er opin og
dugir væl at samstarva og tosa við
kundar og hevur royndir innan EDV á
brúkarastøði.
Uppmøtingarstaður er Føroya Tele á
Tvøroyri, og arbeitt verður í allari
Suðuroynni.
Byrjanardagur er skjótast til ber.
Starvið er lønt sambært sattmála
millum Føroya Arbeiðsgevarafelag
og Starvsmannafelagið galdandi fyri
Føroya Tele.
Áhugað kunnu venda sær til Niels
Hammer, leiðara fyri FT Samskifti í
Suðuroy, ella Starvsfólkadeildina á
tel 30 30 30.
Umsóknir við viðmælum og
prógvum skulu vera Starvsfólka-
deildini í hendi í seinasta lagi
mánadagin 2. oktober 2006 og skulu
sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
FO-110 Tórshavn
Vit sóknast eftir eini eldsál at standa á odda fyri
Kundatænastuni hjá Føroya Sparikassa.
Kundatænastan er eitt týðandi bindilið millum kundan
og Føroya Sparikassa, og ein avgerandi liður í arbeiðnum
at
røkka
visjón
okkara
at
vera
kundavinaligasti
peningastovnur í landinum.
Í Kundatænastuni svara og avgreiða vit fyrispurningum
frá kundum, veita ráðgeving og sølu og stilla telefonir um
til deildirnar. Kundatænastan er í støðugari menning og
vit miða ímóti, at Kundatænastan sum frálíðir kann selja
og ráðgeva um øll viðurskifti, so sum íløgur, pensjónir,
tryggingar og smærri lán.
Sum leiðari fært tú ábyrgdina av at samskipa og
tilrættisleggja arbeiðið á deildini, at tryggja samstarvið
við allar deildir og starvsbólkar í samtakinum, umframt
at syrgja fyri, at deildin støðugt veitir bestu innanhýsis og
uttanhýsis tænastuna.
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, hugsar
sjálvstøðugt, tekur sjálvstøðugar avgerðir og ert jalig/
ur og motiverandi í samstarvi við onnur. Tú hevur
ábyrgdarkenslu, dugir at seta røttu krøvini, og trívist í
einum skundmiklum umhvørvi.
Starvið er spennandi og avbjóðandi, og møguleikarnir fyri
persónligari og fakligari menning eru góðir.
Kundatænastan húsast í høvuðssæti Sparikassans Yviri við
Strond 2 í Havn.
Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønin verður ásett
eftir avtalu.
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Marjuna Eystberg
á telefon 348510 ella við telduposti til marjun.eystberg@
sparikassin.fo
Umsóknir skulu verða starvsfólkadeildini í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin tann 22. september 2006, og skulu stílast
til:
FØROYA SPARIKASSI
Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
ella sendast sum teldupostur til:
marjun.eystberg@sparikassin.fo
petur & petur • 320870
Leiðari til Kundatænastuna
Visjónin hjá Føroya Sparikassa er at vera brúkaravinaligasti peningastovnur í Føroyum. Á 17 privatkunda- og 2 vinnukundadeildum kring landið veita vit ráðgeving og selja fíggjarligar tænastur, har aðalvirðini
eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Í samtaki Sparikassans eru tvey dótturfeløg: Húsameklarafelagið INNI og Eik Bank. Í samtakinum starvast 259 fólk og í Kundatænastuni starvast 11 fólk.
lýsingar