Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. september 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 179 - 18. september 2006 lýsingar ErgotErapEutur til Føroya Blindastovn Á Føroya Blindastovni verður søkt eftir avloysara fyri ergoterapeut í barnsburðarfarloyvi frá 15. november 06 til 15. november 07. Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv við møguleika fyri ávirkan og mennan av arbeiðsupp­ gávunum, sum eru: • Frálæra í ADL og mobility • Roynd av hjálpartólum • Heimavitjan og frálæra í nærumhvørvinum • Frálæra í sambandi við skeið og kunnandi virksemi • Vegleiðing av øðrum fakbólkum Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, ið • hevur góð samstarvsevni • kann arbeiða sjálvstøðug/ur • er skapandi og hevur hugflog • hevur teldukunnleika á byrjunarstøði • hevur koyrikort og helst egnan bil • tekur ábyrgd Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skal vera okkum í hendi seinast 15. oktober 06. Eru fyrispurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja á tlf. 31 82 22 og tosa við leiðaran. Føroya Blindastovnur er sjálvsognarstovnur. Við endamálsorðingini: »Hjálp til sjálvhjálp« verður virksemið á stovninum lagt til rættis eftir ynski og tørvi hjá einstaka brúkaranum, sum søkir ráðgeving orsaka av sjónbreki. Stovnurin hevur verkstøð til ymiskt handaligt arbeiði. Eisini hevur stovnurin ráðgeving, sum vegleiðir í brúki av hálpartólum og gevur frálæru í almannari dagligari lívsførðslu. Frálæran kann vera einsæris ella i bólki, skipað sum skeið. íslandsvegur 10a • tórshavn • postrúm 2074 fo-165 argir • tlf. 318222 • faks 319288 blind@post.olivant.fo Lærarar til El-fakið Søkt verður eftir undirvísara at byrja miðjan oktober 2006. Vit kunnu hugsað okkum, at tú hevur sveinabræv sum elektrikkari ella annan førleika til el- innleggingar og at tú er vanur at arbeiða við telduforritum. Setanartreytir o.a. Lutvís er talan um tvørfakliga undirvísing og samstarv í toymi. Setanartreytir eru eftir sáttmála í millum FTL og Fíggjarmálaráðið. Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast skúlanum innan 31. septembur. Eru spurningar, so eru áhugað vælkomin at venda sær til Eyolv Joensen, deildarleiðara ella Rúna Heinesen, skúlastjóra, tlf. 456311 ella fartelefon 214407. Tekniski Skúlin í Klaksvík Postboks 20 · 700 Klaksvík Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og vinnuskúli. À skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og skúlagongd fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og timburyrki. Aðalmál skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi og fakliga og námsfrøðiliga menning Høli í Hósvík 50 metrar frá landsvegi, til leigu. 2 hæddir. Møguleikar: handil, kiosk, goymsla e.a. Samlað vídd 118 fermetrar í tveimum hæddum. Gongd/fýrrúm, 2 vesi, brúsa og tekøkur, stórur sýnisgluggi. Ringið tlf. 211401 eftir kl. 18.00 Fólk søkist Fólk søkist at standa í klædnahandli. Arbeiðs­ tíðin verður nakrar tímar um vikuna. Løn eftir avtalu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt í handli áður. Skrivlig umsókn verður at senda áðrenn 1. okt. 2006. Sp/f John Poulsen Vatnsoyrar Tlf 33 20 34 • Fax 33 35 34 Lesið -so eru tit við!