Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 180 - 19. september 2006 tíðindi SAMBAND Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Í sambandi við at fólk frá Top Gear Magazine í løtu­ ni eru her við einum Lam­ borghini Gallardo V10 og gera upptøkur til teirra blað, høvdu teir ynski um at hitta ein av føroysku landsliðsleikarunum frá lands­dystinum millum Før­ oyar og Skotland á Svanga­ skarði í 2002, sum endaði 2-2, samstundis sum Lam­ borghini bilurin trongdi til eitt vask. Hjá Jákupi á Borg, sum rekur fyritøkuna Sp/f Bil­ røkt, hittu teir bæði lands­ liðsleikaran og fingu bilin vaskaðan. Jákup legði nevni­liga upp til bæði tey føroysku málini sum lið­ felagin í B36, John Peter­ sen, skoraði. mg Tvær flugur við eitt smekk Lamborghini Gallardo V10 hjá Sp/f Bilrøkt. Jákup á Borg saman við umboði frá Top Gear, og Jóannes og Regin, sum báðir arbeiða hjá Bilrøkt Stutt sagt Ávaringarskipanin meldaði feil – Talan var um ein indi­ katiónsfeil. Flogskiparin varnaðist, at skipanin vísti ein feil við lúkuni, sum skal latast aftur, tá hjólini fara upp. Men hetta hevði kortini einki upp á seg, og flogfarið lendi í Vágum í øllum góðum og uttan trupul­ leikar, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Sosialurin frætti, at ferða­fólkini fingu at vita, at onkrir trupulleikar vóru, og at flogfarið møguliga skuldi lenda í Noreg, men sambært Magna Arge, so var talan um ein indikatiónsfeil, og at alt kortini var í lagi. Tá Danmarkar­flog­ felagið hjá Atlants­ flog var á veg til Føroya í gjár, vísti ávaringarskipanin ein feil við lúkuni til eitt av hjólunum FLOGFERÐSLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Skiftu allar lutirnar í skipanini Næstseinasta sunnukvøld kom flogfarið hjá Atlants­ flog, sum hevði trupul­ leikar við flapsunum, aftur í Vágar. Tvær ferðir mátti flog­ farið trygdarlenda í Berg­ en, tí trupulleikar vóru við flapsunum, sum gjørdi, at flogfarið ikki kundi seta seg á stuttu breytini í Vágum. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog sigur, at hann ikki neyvt kann siga, hvat bagdi skipanini, men at øll skipanin varð gjøg­ numgingin hjá Malmö Aviation, har allir kom­ ponentarnir vórðu skiftir út, og alt varð testað í botn. Spurdur um hetta er ein kendur trupulleiki við hesu­m flogførunum sigur Magni Arge, at trupul­ leikin ikki er ókendur, tó at hann ikki verður so nógv dramatiseraður aðra­ staðir. – Tað er bara í Føroyum vit hava hendan tru­pul­ leikan við stuttu breytini. Høvdu vit eina nóg langa breyt, so hevði hetta ikki verið nakar trupulleiki. Hann leggur eisini dent á, at tað er í evsta kon­se­ kvensi, at dekkini kunnu bresta. – Tey kunnu eisini bresta undir eini ov harðari lending, vísir hann á. Allir komponentar eru skiftir og øll skipanin við flaps­ unum varð kanna í botn, áðrenn flog­ farið, sum tvær ferðir hevði trupul­ leikar við flaps­ skipanini, fór á flog aftur í síðstu viku FLOGFERÐSLA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nú er allur ivi um tær før­ oysku heilsuút­búgv­ing­ar­ nar ruddaðar av veg­num. Heilsuhjálparafelagið stúr­di annars so illa fyri útbúgvingunum, at tey sendi øllum politikarum skriv, har felagið mótmælti framferðini hjá Menta­ málaráðnum. Ein nýggj lóg er gjørd um heilsuútbúgvingar í sam­starvi við Heilsu­hjálp­ arafelagið og onnur fakfólk á økinum og eftir henni skal útbúgvingin sum heilsuhjálpari vera ein beinleiðis yrkis­førleika­ gevandi útbúgving. Men nú mentamálaráðið er farið at orða kunngerðir í sambandi við útbúgv­ing­ arnar, er Heilsu­hjálpara­ felagið komið eftir, at nú er ætlanin, at útbúgvingin skal vera ein støðisút­búgv­ ing. Tað var ikki ætlanin og tí rópa tey nú varskó. Og tað fekk Mentamála­ ráðið at kalla felagið til fundar at viðgera støðuna. – Vit høvdu ein sera góðan fund og nú er allur ivi ruddaður av vegnum, sigur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. Hon sigur, at á fundinum fingu vit at vita, at talan var um eina misskiljing, men nú er allur ivi ruddaður av vegnum, Hon sigur, at á fundinum tosaðu tey nógv um, hvat eitt støðisár er, og, hvat tað merkir í hesum føri. – Ein orsøk til, at mis­ skiljing er komin í, er, at higartil hava heilsuút­ búgvingarnar hoyrt undir Sjúkrasystraskúlan, men nú eru tær fluttar yvir til Yvrkis- og miðnáms­ skúladeildina, og tað er har, at misskiljing er hend – Landsstýrismaðurin var sera harmur um, at misskiljing var komin í, og legði hann dent á, at útbúgvingin til heilsu­ hjálpara skal ikki kallast støðisár. Àsa Olsen sigur, at lands­ stýrismaðurin lovaði teim­ um somuleiðis, at út­­búgv­ ingin verður ikki broytt til nakað støðisár, men at hon eisini framyvir verður ein beinleiðis yrkisfør­leika­ gevandi útbúgving, akku­ rát, sum hon er í dag. – Sostatt er nú ongin ivi um, at allar misskiljingar um útbúgvingarnar eru ruddaðar burtur, sigur for­ kvinnan í Heilsu­hjálp­ara­ felagnum. – Eftir ein sera góðan fund við Jògvan á Lakjuni, er allur ivi nú ruddaður av vegnum, sigur Ása Olsen, for­ kvinna í Heilsu­ hjálpara­felagnum Heilsuútbúgvingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hava ruddað misskiljingar um heilsuskúlan av vegnum - Vit fingu at vita, at talan var um eina misskiljing og hon er nú burtur,, sigur Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum