Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 5 - 9. januar 2001 Nr. 5 - 9. januar 2001 23 Marjus Dam, Løgtingsmaður Útvarp Føroya hevði ikki sørt skemtilig tíðindi at bera mær og føroyingum annars á middegi fríggja- dagin tann 22.12.00: Marj- us Dam, løgtingsmaður hjá Sambandsflokkinum var orsøkin til, at benzinprís- irnir ikki lækkaðu. Makan til tíðindaskemt og tvætl havi eg ikki hoyrt áður! Tað var lovað mær, at hesi tíðindir skuldu berast fram av nýggjum, uttan skemt, soleiðis at veruligu viðurskiftini komu fram, men mær vitandi er onki hent enn. Hetta er ov álv- arsamt at skemtast um! Álvaratos, hvør atkvøddi ja fyri uppskotinum og hvør atkvøddi nei. Og ikki minst hvør atkvøddi blankt og feldi uppskotið? Ein av ídnastu løgtings- monnum fyri at lækka um skattir og avgjøld er nevni- liga Marjus Dam, um eg sjálvur skal siga tað. Ikki bert í orðum, men sanniliga í verki. Hvat hendi veru- liga: Tað, ið hendi á Føroya Løgtingi var, – øll andstsøðan atkvøddi fyri at lækka benzin- prísirnar – at tjóðveldisflokkurin og sjálvstýrisflokkurin at- kvøddu nei til at lækka bensinprísirnar Hvat gjørdi Fólkaflokk- urin – hesin flokkur, sum av røttum og í tíð og ótíð gremur seg óført um, at av- gjøld og benzinrprísir eru ov høgir. Tað kom eisini greitt fram. Allur fólkaflokkurin segði nei til at lækka bensinprísirnar. Óli Breckmann sat og lúrdi og atkvøddu blankt. Tæu fall uppskotið. Tað skal Marjus Dam ikki hava skyldina av. Tí tað var ikki undirritaði, ið trýsti á atkvøðuknøttin hjá Óla Breckmann og hinum hjá fólkaflokkinum ið noktaðu at lætta um hjá føroyingum á hesum øki. Var tað fólkaflokkurin ið vildi lækka um prísin? ikki í verki. Tá søgdu teir nei. Tí eru orð fólkafloksins ofta lítið verd. Vit gevast ikki: Benzinavgjaldið skal niður Brennioljuavgjaldið skal niður Uppskot um hesi viður- skiftir fer aftur at verða lagt fram á Føroya Løgting. Men um tað verður samtykt er so upp til samgonguna. Møguliga halda teir fram við at trælka føroyingin við tungum avgjøldum fram- yvir. Møguliga gerast Óli Breckmann og aðrir Fólka- floksmenn so illa fyri, at teir ikki fá møtt upp, tá at- kvøðast skal til 2. og 3. Viðgerð. Tá er vón um, at føroyingar koma at fáa ein skattalætta. Tí so leingi teir sita har í salinum í sam- gongu verður skattaskrúan bert tátta og tað í ólukku- mát. Tað merkir hvør ein- asti føroyingur á egnum rivnum skinni ídag. Vit hava sjálvir lagt upp- skot um at hjálpa føroying- um nú landskassin flýtur yvir orsaka av risa avgjøld- um sum eisini koma av, at prísurin á hesum vørum at hækkaður á heimsmarkn- aðinum. Samgongan pínir føroy- ingin, og Fólkaflokkurin lumpar veljaran: Avgjøldini gera, at hvør einasti føroyingur nú kenn- ir seg nívdan og píndan til jarðar orsaka av hesum skammiliga høgu gjøldun- um. Vit høvdu roknaðu við, at fólkaflokkurin, ið hevur nýtt nógva tíð og orku uppá at tosa um at lækka skattin fór at stuðla hesum sera lítla falli í benzin prísum í verki. Men nei. Aftur hesaferð upp- livdu føroyingar, at Fólka- flokkurin tosar um at lækka avgjøld, fyri at lumpa og fáa atkvøður veljarans, men tá ið á stendur, so atkvøða so nógvir fólkafloksmenn ímóti lættum, at uppskotini fella. So kann onkur fólka- floksmaður, sum í hesum føri Óli Breckmann, spæla frí við at atkvøða blankt. Úrslitið er so tað, at benzin- prísirnir ikki lækka nú. Orsaka av Fólkaflokkinum og hinum samgonguflokk- unum. Men eitt er púra greitt: Líknandi uppskot fer at verða lagt fram aftur, og tá fer Sambandsflokkurin sjálvandi aftur at taka undir við at lætta har vit meta at tað er rímiligt – sum við benzinprísunum og brenni- oljuavgjaldinum. Vit halda nevniliga tað vit lova. Eisini í samgongu. Tí lækkaði skatturin _ milliard seinasta valskeið. Hvat hevur Fólkaflokkurin gjørt higartil? Onki. Hvat hevði Sambands- flokkurin gjørt á hesum øki? Nógv. Tað er púra vist, at um vit vóru í samgongu, so høvdu bæði skattir, benzin og diesel verið lægri enn vit siggja ídag. Okkara endamál er nevniliga, at føroyingurin skal fáa tað betri. Okkara endamál er at krevja skattir til at reka samfelagið í Ríkisfelags- skapi. Núverandi sam- gonga blæsir á føroyingin og dýkir hann undir í skatt- um. Teir síggja bert loys- ingina fyri sær. Og hana skulu hini gjalda – føroy- ingurin, ið longu nú rindar ov nógv. Kemur Sambandsflokkurin í samgongu - so lækka skattirnir aftur - so einkult er tað. Vit halda tað vit lova. Men hetta málið um at lækka benzinavgjaldið er ov álvarsligt at skemta við. Benzinprísirnir mugu og skulu nevniliga lækkast. Næstu fer vóni eg, at samgongan ella partur av henni tekur undir við at lætta um hjá føroyingum á hesum øki. Serliga rokni eg við, at Fólkaflokkurin ikki aftur fer at svíkja tað lyfti um lætta, ið teir góvu veljar- anum til seinasta val. Tí higartil hava føroyingar bert sæð prís og skatta- hækkingar. Er tað ikki óetiskt, at halda føroyingin fyri tað turra spott - sjálvt eftir at 80 kanningin nú er kunngjørd? Vónandi verða røtt og saklig tíðindi at verða borin fram á middegi næstu ferð í jan ella febr 2001, tá benzinprísirnir aftur koma fyri Løgtingið. Teir skullu nevniliga lækkast! Einstaklingakapping í amboðsfimleiki Leygardagin skipar Havnar Fimleikafelag fyri aðru einstaklingakappingini hendan veturin. Kl. 12 leygardagin 13. januar verður kappast í lop um hest. Kappingin leygardagin er fyri gentur og dreingir, 14 ár og eldri. Hetta er onnur kappingin av trimum og spenningurin er nú í hæddini, hvør vinnur ymsu plássini samanlagt. Fyrra kappingin var 16. desember. Tá luttóku Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk. Úrslitini eftir kappingina tá vóru hesi: Gentur - Bitið Bólkur 3 Felag Nr. Stig Nr. Unn Krakesten Ljósið 9 7,45 1 Mia Mortensen Ljósið 4 6,65 2 Vanja Højgaard Støkk 7 6,65 2 Elisabeth Jacobsen Støkk 1 6,6 4 Ann Mari R. Johannessen Støkk 6 6,2 5 Bjørg Danielsen Ljósið 2 5,45 6 Elsa Helmsdal Ljósið 3 5,25 7 Kristina Djurhuus Ljósið 8 5 8 Hervør Heinesen Støkk 5 4,65 9 Bólkur 4 Felag Nr. Stig Nr. Súsan P. Olsen Ljósið 14 7,5 1 Marina Moraites HF 13 7,45 2 Marit Magnussen Støkk 11 7,4 3 Duruta Knudsen Støkk 16 7,35 4 Inga Thorkilshøj HF 20 7,35 4 Anita Knudsen Støkk 21 7,25 6 Marjun Persson HF 15 7,2 7 Sólrun Michaelsen HF 17 6,35 8 Sarita Heinesen Støkk 19 6,3 9 Vígdis Hentze Olsen Ljósið 12 6,15 10 Anna Hansen Støkk 10 5,95 11 Birita Nielsen Ljósið 18 5,85 12 Dreingir - Ringar Bólkur 3 Felag Nr. Stig Nr. William Holm Jacobsen HF 22 8,2 1 Knút Jarnskor HF 23 8 2 Dreingir - Ringar Bólkur 4 Felag Nr. Stig Nr. Høgni R. Øster HF 28 9,25 1 Eyvind A. Hansen HF 27 9,2 2 Høgni H. Andersen HF 26 9 3 Tórarin Holm Petersen HF 25 8,75 4 Heini í Dali HF 24 8,7 5 12. Sending Kálvssneið á grill ella pannu Hetta skalt tú brúka: 600 gr. av kálvssneið skorin í flísar 150 gr. av osti, sum kann bráðna 3 spsk. av karvaðari persillu 1 tsk. av oregano 1 hvítleyksbát Saft frá einari sitrón Rasp Salt og pipar 2 spsk. av rosinum 2 spsk. av pinjukjarnum Soleiðis gert tú: 1. Banka flísarnar heilt tunnar við kjøthamari 2. Legg pinjukjarnurnar, rosinur, ost, salt og pipar á kjøtið 3. Rulla saman og set 2-3 rullur á hvørt spjótið 4. Vend rullurnar í raspi 5. Steik rullurnar í 5 min. á hvørjari síðu 6. Smyr rullurnar, við jøvnum millumbilum, við oljublandi rørt saman av olju, persillu, sitrónsaft, oregano, hvítleyki, salti og pipari. Avlopið frá oljublandinum kann stoytast omaná tað liðugt stokta kjøtið. Farserað kalkunbringa Hetta skalt tú brúka: 1 kalkunbringu 2 egg 2 pk av beykon 1 pk. av róma Soleiðis gert tú: 1. Sker endarnar av bringuni og koyr teir í hvirluna. Koyr salt í og rør til hetta er sogt. 2. Koyr síðani eggini í – eitt í senn. 3. Síðani verður rómi stoyttur í. 4. Krydda við salti og pipari 5. Legg beykonið flatt og smyr deiggið á. 6. Legg síðani kalkunbringuna á og rulla saman. 7. Ansa eftir, at deiggið er rundanum alt bringustykki 8. Steik í ovni í 20-30 min. á 184 stigum. Sósin Beykon leykur Høsnasoð Estragon Rómi 1. Sker beykon í smáar bitar 2. Brúnka leykin í einari grýtu 3. Stoyt høsnasoðið í – lat kóka 4. Koyr síðani róman og estragon í. 5. Ger út á við maisena. Tíðindaflutningur ella Jóla- skemt hjá Útvarpi Føroya – ella? VIÐMERKINGAR Ein dystur varð leiktur í bestu kvinnudeildini um vikuskiftið, tá VB vitjaði Neistan í Havn. Hetta var samstundis endin á eini strævnari viku hjá teimum úr Vági HONDBÓLTUR Jákup Mørk VB setti punktum fyri eini sera strævnari viku, tá tær sunnudagin spældu dyst í Havn móti Neistanum. Eina viku, har vágsgentur- nar nærum vóru meginpart- in av tíðini úr heimbygdini, tí tað ikki var gjørligt at fáa allar dystirnar avgreiddar fylgjandi dagar. Gekk væl Nú spældi alt kortini væl av hjá VB, og einki er at ivast í, at tær er fegnar um, at so bleiv. Teir tríggir dystirnir góvu fult stigatal í landskapping- ini, har VB nú hevur drigið frá Kyndli og Neistanum, tó at VÍF og Stjørnan enn liggja dekan ov langt frammi, og harumframt er plássið í hálvfinaluni í Coca-Cola kappingini eis- ini tryggjað. Í hesari skulu tær annars hitta Stjørnuna, sum sostatt fær fleiri fylgjandi dystir móti VB, og einki er at ivast í, at áskoðararnir í hesum dystum fáa fleiri áugaverd- ar uppgerðir. Eingin ivi Móti Neistanum var tað VB, sum var á odda at kalla allan dystin. Munurin í fyrra hálvleiki kom onkun- tíð upp í eini fýra mál, men Neistin fekk kortini minkað um, soleiðis at bert tvey mál skildu partarnar í steðginum. Seinna umfarið øktu gestirnir skjótt, og í vanda kom sigurin ongantíð. Heldur var líkt til, at talan skuldi gerast um stórtap, tá VB brádliga økti úr fimm upp í 10 mál, men seinastu minuttirnar hildu gestirnir uppat við at skora, so Neistin aftur fekk pyntað um. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Birita Wardum 6, Annika Thomsen 5, Súna Mørk 2, Mildrid Jacobsen 2, Ata Høgnadóttir 2 VB: Gurið Mortensen 7(3), Regina Radó 7(2), Andrea Lütz 5, Eyðbritt Krosslá 2, Mary Krosslá 1, Christina Holm 1, Sólrun Krosslá 1 Brotskøst: VB 6 Útvísingar: Neistin 3, VB 1 Dómarar úr Tjaldri: Dánial Hansen og Kári Hansen Fríggjadagin andaðist ein best umtókti og mest avhildni ítróttaskrivarin í Danmark. Per Høyer Hansen gjørdist 59 ár MINNINGARORÐ Jákup Mørk Tað er kanska ikki so vanligt, at eini deyðsboð um ein útlendskan blað- mann verða borin so ofta í føroysku loftmiðlunum, sum tey vórðu fríggjadagin, tá deyðsboðini bórust um Per Høyer Hansen. Lat tað eisini verða sagt beinanvegin, at Per Høyer Hansen heldur ikki var nak- ar vanligur blaðmaður. Eisini fyri føroyingar Hann man hava verið ein hin best umtókti ítrótta- skrivarin í danskari blað- søgu, og ikki minst munnu ítróttaáhugaðir føroyingar kenna skriving hansara frá Tipsblaðnum, har hann í mong ár var fastur skrivari til m.a. landsdystir og aðrar stórar fótbóltshendingar. Aloftast beinrakin í skriving sínari. Ofta við einum farra av provokatión, men ongantíð provokerandi uttan orsøk. Frá einum føroyskum sjónarhornið er eisini áhugavert, at Per Høyer Hansen fram um aðrar var tann, sum gjørdi danir varugar við føroyska fótbóltslandsliðið. Ikki altíð fall hetta í góða jørð, sum ta ferðina hann sammettið føroyska landsliðið við eitt danskt 3. deildarlið. Nakað sum eisini fekk øði í onkran føroyskan ítróttaskrivara. Til stuttleikar kann eisini nevnast her, at hann, eftir at hava sæð føroyska lands- liðið ta einu ferðina segði, at ein ávísur Todi Jónsson ivaleyst kundi gera seg galdandi uttanlands, og enn í dag er Tipsblaðið einasti danski miðilin, sum skrivar Jónsson og ikki Jönsson. Sama við Jákup Mikkelsen, sum aðra staðni verður nevndur Jákub. Hetta bert sum dømi um, hvussu væl hann aloftast setti seg inn í tað, sum hann tókst við. Høgt virdur Per Høyer Hansen var útbúgvin cand,jur og journalist, og varð 1963 settur í starv hjá Ritzau. Frá 1967 til 1978 starvaðist hann hjá Information, har hann tókst við uttanríkis- politikk og ítrótt, og síðani hetta hevur hann verið fast- ur fúsur hjá Tipsblaðnum. Umframt at vera væl lýddur millum fótbólts- áhugað, so hevur skriving hansara eisini vakt ans í aðrar mátar. Hann er higar- til einasti ítróttaskrivari, sum hevur fingið donsku publicist.-virðislønina, og har umframt hevur hann eisini fingið gylta pennin, sum á hvørjum ári verður latin einum ítróttaskrivara. Eisini kann nevnast, at hann ígjøgnum nógv ár var danska umboðið, tá besti fótbóltsleikarin í Europa skuldi kjósast. Eitt val, sum verður fyriskipað av France Football, og har ein ítróttaskrivari úr hvørjum landi sleppur at atkvøða. Afturat blaðskrivingini hevur hann eisini givið út fleiri bøkur. Teirra millum ein við hugleiðingum um mest minnisríku dystirnir, sum hann í 24 ára longu yrkisleiðini innan fótbólts- skriving hevur sæð. Eisini her eiga Føroyar sítt pláss, tí millum seks HM- og fimm EM-endaspæl, hevur hann eisini funnið pláss til hin 12. september í 1990. Umframt at hava skrivað um landsdystir og annan altjóða fótbólt, eru eisini mong av teirri fatan, at tað hevur verið Per Høyer Han- sen, sum hevur ført pennin hjá heldur ótraditionella pensionistinum, Tavse Tipper Thomsen, sum hvørja viku eigur sín teig í Tipsblaðnum. Hetta hevur áður verið avsannað av blaðstjóranum á blaðnum, men nú fæst helst at vita, um hetta er so ella ikki. Thomsen ella ikki, so er púra vist, at tað verður saknur í serstaka penna- haldinum hjá Per Høyer Hansen. Eisini her á landi. Støðan 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1. VÍF 11 10 - 1 - 0 334 181 153 21 2. Stjørnan 11 9 - 1 - 1 309 234 75 19 3. VB 9 6 - 0 - 3 249 185 64 12 4. Kyndil 11 5 - 0 - 6 253 293 -40 10 5. Neistin 10 4 - 0 - 6 209 227 -18 8 6. Sóljan 12 1 - 1 - 10 218 319 -101 3 7. Tjaldur 10 0 - 1 - 9 158 291 -133 1 Per Høyer Hansen farin Marathon-vika hjá VB Eingin ivi er um, at danski blaðheimurin hevur mist ein av allarbestu ítróttaskrivarunum, nú Per Høyer Hansen er farin Eingin ivi tóktist vera um úrslitið, tá Neistin og VB hittust sunnudagin