Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 181 - 20. september 2006 ”Tað, oyrað ikki hoyrir, og eygað ikki sær, tað hevur hjartað ikki ilt av.”. Kelda: Plakat í Hoyvíkar skúla bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tað verður ein løta enn til luksusbilarnir hjá Nissan, Infiniti, koma til Evropa. Infiniti er luksus­ bilmerki hjá Nissan Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Eins og Toyota hava Lexus og Honda hava Acura, sum serliga eru ætlaðir til amerikanska marknaðin, er Infiniti luksusbilmerki hjá Nissan. Infiniti hava als ikki verið seldir í Evropa áður, men nú eru teir ávegis. Eftir ætlan koma teir næsta ár til Kina og Ukraine, og í 2008 koma teir so til Evropa og verða eisini seldir í Danmark og í Føroyum. Infiniti, ið verða gjørdir bæði í Japan og USA, eru stórir flottir luksusbilar við V6 og V8 motorum. Um teir vórðu seldir í Danmark í dag, hevði prísurin ligið frá 800 túsund til 1,4 millión. Her hjá okkum verða teir ivaleyst væl bíligari. Infiniti FX45 er ein luksus SUV, sum fæst bæði við V6 og V8 motorum. Hesin er ein 4.4 litur V8 við 315 hk. 20“ hjólini eru standard Infiniti G35 Sport Coupé. Hesin fæst eisini sum sedan og er ein sera væl umtóktur bilur í USA Infiniti M45 er ein stórur luksusbilur, ið fæst við V8 motorum upp til 340 hk Infiniti til Evropa í 2008