fríggjadagur 22. september 2006síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2006
53
Tilhaldið Sóljan
Klaksvíksvegur 35
Klaksvík · tlf. 459091
Opið er:
Mánadag og mikudag
kl. 13.30-17.30.
Týsdag og Hósdag
kl. 9.30-17.30
Teldupostur:
dagtilhaldid@post.olivant.fo
Mánadag
Tilmeldan til døgurða týsdag
áðrenn kl 17.00 á tlf. 459091
Týsdag
kl. 9.30 Gongutúrur
kl. 11.00 bløðini verða lisin
fyri sjónveikum
kl 12.00 Døgurði
Mikudag
kl. 13.30 Telda
Hósdag
kl. 10.00 fimleikur
kl. 11.00 telda
kl. 13.30 bløðini verða lisin
fyri sjónveik
Hvønn dag er ein góður
drekkamunnur at fáa, eins og
bløðini eru til taks.
Møguleiki er at gera ymiskt
handarbeiði, spæla kort,
bobb, telva o.m.a.
Hvør dagur endar við andakt
og sangi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Eldrafelagið Nón
Í vetur koma vit saman til
handaligt arbeiði hvønn
týsdag frá kl. 15.00 til 18.00.
Vága Pensionistafelag
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Kundi tú hugs
að tær at vita meira um felag
ið ella at gerast limur, kanst tú
venda tær til, formannin: Frits
Jacobsen, tlf. 332053 ella ein
av nevndarlimunum.
Eldrahugni á Tvøroyri
Er á kafeteria í høllini í
Trongisvági hvønn onsdag í
líkaviku frá kl 15.00 til 18.00.
Bilur fæst til staðið við at
ringja 371069 eftir kl. 13.
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í Keyp
mannahavn, ið hevur tørv
á vitjan ert tú vælkomin at
seta teg í samband við Reyða
Kross Føroya, Bryggjubakki
10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
Spælistovan
í Margarinufabrikkini
Opið er mánadag, týsdag og
hósdag frá kl. 9.00-12.00
fyri børnum/foreldrum uttan
ansing.
Rúslinjan hjá Bláa Krossi
er opin týsdag og hósdag frá
kl. 19.00-21.00.
Tlf. 318586.
Opin ACA-fundur
Tinghúsvegur 37, Havn
(Tilkomin hjá alkoholikarum
og vantrivnaður, dysfunktion
ellum, familjum). Leygardag
kl. 11.00-12.00 á Tinghúsvegi
37 í Havn.
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri
bókafundur
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: Opin fundur
kl. 09-10, kl. 17.00–18.00.
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Heimasíða: http://heima.
olivant.fo/~aa-fo/
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at alko
holikarum er hvørt hóskvøld
kl. 20. Sunnudag kl. 17.00.
Síðsta sunnudag í mánaðinum
er opin speakarafundur í Al-
Anon, Tinghúsvegur 37.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
Al-Anon
fundur er hvørt týskvøld kl.
21.00 í Havnaskrivstovuni í
Runavík.
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld kl. 19.00 og
sunnudag kl. 16.00 (á loftin
um, inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán
aðinum – opin fundur kl. 15.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Eysturoyar øki
Suðurstreymoyar øki
www.almannastovan.fo
stuðulsfólkaskipanin fyri børn
• Søkt verður eftir stuðlum í Eysturoynni at arbeiða við fjølbrek-
aðum børnum. Arbeiðið kann vera rættiliga kropsliga krevjandi.
• Søkt verður eftir stuðlum í Suðurstreymoy, sum kunnu vera
ungum fólkum við kropsligum brekum til hjálpar. Arbeiðið er
m.a. at hjálpa ungum dreingjum, tá ið teir skulu svimja.
Arbeiðið kann vera rættiliga kropsliga krevjandi.
Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipan á
Almannastovuni, sum veitir stuðul til
heimabúgvandi, ið bera brek.
Stuðulsfólkaskipanin fevnir um alt landið.
Í skipanini starvast í løtuni umleið 100
fólk. Á Almannastovuni virka vit miðvíst
fyri at lúka krøvini frá politiska myndug-
leikanum og viðskiftafólkunum. Dentur
verður lagdur á høgt tænastustøði, rættar-
trygdina og virðingina fyri einstaklingi-
num, eins og virkað verður fyri áhaldandi
at menna førleikan, trivnaðin og
samstarvið á stovninum.
Arbeiðstíðin kann vera skiftandi,
men er í løtuni serliga í dagtím-
unum. Talan kann eisini vera um
samansettar uppgávur. Tímatalið er
í løtuni 30 - 40 tímar um vikuna
eftir avtalu.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda
sær til Joan Olsen ella Ragnhild
Dahl, stuðulsráðgevar, tel 35 35 70.
Skrivlig umsókn, prógv
og viðmæli skulu sendast til:
Stuðulsfólkaskipanina fyri børn,
Almannastovan, Tinghúsvegur 14,
Postboks 3096, 110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er 4. oktober
2006.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Sóknast verður eftir stuðulsfólkum
50 ára føðingardagur
Sunnudagin tann 30. juli høvdu Kristin og Poul Juul
Michelsen, Froðba 50 ára føðingardag. Føðingardagurin
verður hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin 14.
oktobur 2006 kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at
koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 371254 ella 372351
áðrenn 9. oktobur 2006.
Týsdagin 26. september verður Laila í Garðinum,
Klaksvík, 50 ár. Opið hús á Bumshamarsvegi 42 frá kl.
13.00.
75 ára føðingardagur
Tann 6. oktober verður Steingrím Samuelsen, Sevmýri,
75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 7. oktober á
Gistingarhúsinum í Øravík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða
Steingrím við at koma, verða biðin at siga frá áðrenn 1.
oktober á tlf. 371166.
Brúdleyp
Leygardagin 23. september giftast í býráðssalinum í Havn
Ruth á Bøgarði, Kaldbak, og Bjarni Samson, Tórshavn.
Tey, ið vilja hitta brúðarparið, eru vælkomin inn á Bø í
Kaldbak kl. 21.00.
Fríggjadagin 22. september giftast á Dronninglund Slot
Sólvá Jacobsen, Tórshavn og Walther Skræp úr Vodskov.
Brúdleypsadr.: Dronninglund Slot, Slotsgade 8, 9330
Dronninglund.
Leygardagin 14. oktober kl. 15.00 giftast í
Christianskirkjuni í Klaksvík Hjørdis Sivertsen, Norðdepli
og Brian Hansen, Kalundborg. Vælkomst verður kl. 21.00
á Hotel Norð. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við
okkum, kunnu siga frá á tlf. 452129 ella 211029 seinast 1.
oktober.
Leygardagin 14. oktober kl.16 giftast í Sands kirkju
Beinta Fríðbjørg Simonsen og Erling Guðlaugur Arnarson
ættaður av Akranesi. Veitslan verður í Virkinum kl. 19 fyri
innbodnum.
Leygardagin 14. oktobur 2006 kl. 14.00 giftast í Betesda,
Karin Maria Purkhús og Sjúrður Reginson Kunoy. Eftir
vígsluna verður reseptión í kjallaranum í Betesda til kl.
17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Døgurðin verður fyri
innbodnum kl. 19.00 á Klaksvíkar Sjómansheimi.
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna sóknast eftir einum leiðara at standa á odda
fyri kunningardeildini.
Kunning og samskifti eru lyklaorð á kunningardeildini, og við hesum
í huga royna vit at menna og skapa bindiliðið millum borgaran,
kommununa og ta politisku skipanina.
Á kunningardeildini hava vit m.a. ábyrgdina av tíðindaflutning-
inum, kunningarritunum, heimanetinum, lýsingum, heimasíðuni,
PR-arbeiðinum, lýsingarátøkum og allari kunning til borgaran.
Tú verður ein partur av einum toymi, sum er samansett av grafik-
ara, samskiftisfólki og fjølmiðlafólki.
Sum leiðari fært tú ábyrgdina av at samstarva við hinar deildirnar,
har tín lutur verður at arbeiða tvørtur um mørk og tryggja fær
kunning um virksemið hjá Tórshavnar kommunu. Harumframt fært
tú ábyrgdina av at menna kunningardeildina og starvsfólkini har
sum heild og at leggja kunningarpolitikkin hjá kommununi til
rættis.
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum at virka sum fjølmiðla-
fólk. Tú skal vera virkisfús/ur og ágrýtin og skjótt kunna orða stutt
tíðindaskriv og eisini gera longri frágreiðingar. Kunningarrit verða
partur av tínum gerandisdegi og tú kanst eisini koma út fyri at
skriva røður.
Vit vænta, at tú hevur journalist- ella aðra viðkomandi útbúgving,
og at tú ert framsíggin og positiv/ur. Harumframt skal tú hugsa
sjálvstøðugt og trívast í einum skapandi umhvørvi við evstumørk.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður lønt sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið í
8. lønarflokki, umframt viðbót fyri meirarbeiði uttan fyri vanliga
arbeiðstíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Meira fæst at vita við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, midfyri-
sitingarstjóra, ella Heðin Mortensen, borgarstjóra, á tlf. 302010.
Umsókn saman við dømum um gjørd tíðindaskriv ella annað tilfar,
próvskjølum, viðmælum og upplýsingum um arbeiðsroyndum skal
vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í
seinasta lagi mánadagin 9. oktober 2006 kl. 12.00. Viðmerkið
umsóknina „Leiðari til kunningardeildina“.
Leiðari til kunningardeildina
Tórshavnar kommuna