Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 184 - 25. september 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 3ETHÞSATRYGD FAMILJUTRYGD VANLUKKUTRYGD BILTRYGD FER¡ATRYGD6ITGEVATRBESTURÉ¡INI lNNABESTULOYSNINA N’KTATÓNT’RV429'$VILVERAFREMSTOGSETURVI¡SKIFTAFØLKSÓNIÓMI¡DEPILIN6I¡ATVERANâHUGSANDIOGBJØ¡ANâGGJARTNASTUR VÓSAVITÓVERKI AT429'$HUGSARUMTEG +  ) + ( 3 2).'%,,!6)4*!777429'$&/ .Æ''*429'').' sTÓMALKNARÉ¡GEVING s&RÓTTVALAVPRIVATSJÞKRAHÞSIELLAPRIVATKLINIKKÓ.OR¡URLONDUM s"ÓLIGUROGLAGALIGURmUTNINGUR s%INGINBÓ¡ITÓ¡s/NGARLKNAVÉTTANIR s/NKIPAPPÓRSVELDI &ULNA¡UR 6I¡GER¡ARTRYGDVEITIRFULNA¡FYRImESTUKANNINGAR VI¡GER¡IROGEFTIRVI¡GER¡IR4ILD’MISFYRIEYGNASJÞKUR KNTRUPULLEIKAR HJARTASJÞKUR KRABBAMEINOGmEIRIA¡RARSJÞKUR Nýggja fløgan hjá Villmonnum verður ikki sum nakar hevði væntað, góðskan verður 500 km/t omanfyri ta síðstu, sigur sangarin Finnur Joen Jacobsen. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Føroysku kontripunkararnir og Prix Føroyar veteranarnir Villmenn eru altíð ein stórsligin tónleikauppliving. Bólkurin hevur givið eina fløgu út, Feikleikans Ringrás út , ið má metast sum eitt slag av føroyskum kult klassikara og nú er onnur fløga á veg. Sambært bólkinum kemur fløgan út í oktober Villmenn eru eingir árs­ ungar innan rútmiskan tón­ leik, teir eru serliga kendir fyri sínar undirgrundslandaplágir sum Feikleikans Ringrás og Løggan kemur. Villmenn er ein saman­ renn­ing av Holgar og Vill­monnum, ið eisini hava givið eina fløgu út og prix finalistunum frá 1997 Arrestment. Tvær av størstu rokkhetjunum nakr­ an­tíð úr Vágum, Finnur Joen Jacobsen og Holgar Jacob­ sen, eru frontmenn. Finnur Joen Jacobsen lov­ ar, at fløgan verður, sum eingin hevði væntað. – Stílurin er ein annar og góðskan er 500 km omanfyri ta síðstu, sigur Finnur. Tað er Terji Rasmussen, ið er framleiðslustjóri, og hetta skuldi boða frá góðum. Terji hevur eitt heilt serligt oyra fyri at gera øðrvísi útgávir av Vágasoundinum. Hetta kundu vit m.a. uppliva á fløguni Jakkin, ið Terji fram­leiddi við Tinganest odda­manninum Jóan Jakku Guttesen fyri nøkrum árum síðan. Úrslitið av hesum sam­ starvi var so sannførandi, at tá Orkestrið her vestriii skuldi í upptøkuhølið við sandinum ”Eitt veittiii”, var Terji tað heilt natúrliga val­ið. Terji hevur sostatt áð­ur megnað at dagføra Vága­ soundið, nú verður spenn­ andi at hoyra hvat úrslitið verður, tá hann fer í holt við serligu kontripunk útgávuna av Vágasoundinum hjá Vill­ monnum. Umfram vanligu vil­l­ menn­irnar, hevur bólkurin fingið hjálp á fløguni frá Føroyameistaranum á trummum, Rógva á Rógvu. Á heimasíðuni hjá Vill­ monn­um villmenn.info finst ein forsmakkur uppá fløg­una, kærleikssangurin Cyberspace. Villmenn gera nýggja fløgu Í oktober kemur nýggja fløgan hjá Føroya besta kontripunk bólki