Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-09-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 184 - 25. september 2006 MÓTTØKA Í sambandi við at Edvard Heen er settur sum varastjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, verður móttøka í hølum okkara á Kongabrúnni, fríggjadagin 29. september 2006 frá kl.15.00 til 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. www.sansir.fo – Vit hava aftur tik­ ið lærlingar inn, og sum heild er ein størri optimisma. Vit eru so nær knýttir at fiskivinnuni, og hóast vit hava eina javna framleiðslu av vatnreinsiverkum og ein vissan útflutning av UV útgerð, so ger hetta ov lítlan mun, tá sveiggini í fiski­ vinnuni gerast so stór, sum tey hava verið í alingini, sigur Jákup Magnussen, stjóri á Nomatek, sum aftur hevur nógv arbeiði VINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tá alivinnan næstan hvarv, minkaði virksemið á Noma­ tek niður í helvt. Men nú tykist gongd at vera komin í aftur virkið, sum júst hevur ment nýggja útgerð saman við Føroya Fiskavirking. – Tey seinastu tvey árini hava verið stravin. Hóast vit alla tíðina hava havt eina javna framleiðslu til flaka­ vinnuna, serliga til Fiska­ virking, har vit saman við teimum hava ment ymiska nýggja útgerð, vóru vit tíverri noyddir at siga fólk upp, og vit tóku ongar nýggjar lærlingar inn. Men fyri at varðveita ein part av teimum góðu handverkarunum, sendu vit sjey sveinar niður á sveisiskeið í 7-8 vikur í fjør vár. So nú hava vit certi­ fikat­sveisarar til rustfrítt og svart stál. Hetta sigur Jákup Magn­ us­sen, stjóri á Nomatek í Havn. Hann sigur víðari, at í ár hevur virksemið verið í øking. – Vit hava aftur tikið lær­ ling­ar inn, og sum heild er ein størri optimisma. Vit eru so nær knýttir at fiski­ vinnuni – og hóast vit hava eina javna framleiðslu av vatn­ reinsiverkum og ein ávísan útflutning av UV út­­gerð, so ger hetta ov lítlan mun, tá sveiggini í fiski­vinnuni gerast so stór, sum tey hava verið í alingini, sigur hann. Landingarmiðstøðin í Klaks­vík og á Toftum hev­ ur leingi arbeitt við eini ætl­an at byggja út, og í summar skrivaðu Nomatek og Landingarmiðstøðin und­ ir ein sáttmála um veit­ing av nýggjari útgerð. Út­gerð­ in umfatar broytingar og auto­matisering av kassa­ tøm­ing, kartøming, nýggja avís­ingarskipan, ísdosering, kassavask v. m. Útgerðin verður latin í stigum tvørtum alt heystið. – Við hesari útgerð skuldi arbeiðið kunnað fallið nógv lættari, samstundis sum tað gevur nýggjar møgu­leikar í arbeiðinum á Land­ing­ar­ mistøðini, sigur Jákup Magn­ us­sen. M/tr Beinir, tann nýggjasti trolarin hjá Axel Hansen (P/ f Kimbil) , kom til landið í august mánaði. Hann er gott 43 m langur og 10,4 m breiður. Á Nomatek hava teir gjørt tað mesta av útgerðini á trolarunum hjá Axel Hansen, og aftur hesa ferð vunnu teir tilboðið. Uppskotið umfatar paunar, flutningsbond, vaski­maskinu og íseting av kryvjimaskinu. Sum Sosialurin skilir, so er talan um ein stóran ordra til virkið í Havn upp á umleið fýra milliónir krónur. Á Nomatek eru nú 30 fólk, harav tríggir tekna og projektera, og í løtuni er fløskuhálsurin tekningar. – Nú er um at fáa tekn­ ing­arnar út á verkstaðið so skjótt sum møguligt, og tað er ein meira hugalig støða, sigur Jákup Magnussen, stjóri í Nomatek. Nomatek: Nýggj útgerð til Landingarmistøðina og nýtt arbeiðsdekk til Beinir M/Tr Beinir, tann nýggjasti trolarin hjá Axel Hansen, har Nomatek skal montera eitt nýtt arbeiðsdekk ·SAMBANDIVI¡ATLI¡INERUÉR SÓ¡ANELFELAGI¡3%6VARSTOVNA¡ VER¡URALMENNMØTT’KAÉSKRIVSTOVUFELAGSINSÉ,ANDAVEGI 4ØRSHAVN FRÓGGJADAGIN SEPTEMBERFRÉKL  -ØTT’KA ÉR +<GIFQ