mánadagur 25. september 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2006
33
tíðindi
Í fleiri ár hava
ítróttarfeløgini í
Havn gramt seg
um manglandi
ítróttartímar til tey
ymisku feløgini. Nú
er ljós at hóma, tí
hóskvøldi samtykti
býráðið at gera
- ikki eina, men
tvær nýggjar hallir í
Havnini.
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri fáum árum síðani
var stórt trot á tímum til
ítróttarfeløgini
í
Tórs
havnar kommunu. Hond
bóltsfeløgini,
flogbólts
feløgini, fimleikafeløgini
og kanska eisini baminton
felagið hava manglað tímar.
Tað hava bert verið tríggjar
hallir at metta tørvin hjá
øllum feløgunum, nevniliga
Høllin á Hálsi, Gundadals
høllin og badmintonhøllin.
Fyri nøkrum árum síðani
kom so høllin í Hoyvík,
og hon var heilt sikkurt
til stóra hjálp. Hon hevur
hjálpt til at metta tørvin
hjá hoyvíkingum og koll
firðingum, og tí hevur
trupulleikin ikki verið so
stórur sum áður.
Tríggjar nýggjar hallir
Men nú tykist Tórshavnar
býráð hava tikið henda
trupulleiki í álvara, tí heili
tríggjar nýggjar hallir eru
í væntu komandi árini.
Tann fyrsta í røðini er í
Kollafirði. Tann høllin er
næstan liðugt gjørd, og var
hon á fyrsta sinni karmur
um eina ítróttarhending
í vikuskiftinum, tá KÍF
skipaði fyri spennandi hond
bóltskapping.
Á býráðsfundi hóskvøldi
bleiv harafturat samtykt, at
tvær nýggjar hallir skulu
gerast. Onnur verður á
Argjum, vestan fyri fót
bóltsvøllin.
Tórshavnar
býráð metti eina høll vera
neyðuga á Argjum, tí at
fólkavøksturin har hevur
verið sera stórur síðstu árini.
Onkur hevði hug at ilskast
um uppskotið, tí at bóndin
ikki hevði fingið nakað at
vita um ætlanirnar, fyrrenn
hann las tað í bløðunum.
Hetta uppskot bleiv tó
samtykt av býráðnum.
Síðsta høllin í vænta er
ein høll til hondbóltsfelagið
Neistan. Teir hava leingi
havt ætlanir um at gera eina
høll til felagið, tí teir meta
felagið vera so stórt, at
neyðugt er við egnari høll.
Á býráðsfundinum bleiv
eisini samtykt, at Neistin
skuldi sleppa at gera eina
høll, sum fer at standa á
Landavegnum
niðanfyri
handilsskúlan.
Tá hesar hallir standa
lidnar vera heili sjey hallir
í Tórshavnar kommunu, og
hetta fer sambært býráðn
um at nøkta tørvin hjá
ítróttarfeløgunum fyribils.
september kappingin
Hvønn dag í september mánaða verða
Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri
møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnirnar innan 3. oktober kl.
10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«.
Vinningurin er ein Fujitsu Siemens Amilo Pro
V2035 fartelda frá Formula.fo, virði 7.995,- kr.
Fujitsu Siemens Amilo Pro V2035 hevur m.a.:
Intel Celeron M380 Processor · 1,6 GHz Celeron
proccessor · 1 MB Cache · 512 MB DDR2 RAM
PC533 · 60 GB S-ATA Harðdisk · DVD+/-RW DL
Brennara · VIA N800 Grafikkkort upp til 64 MB
Ljóðkort & Stereo Hátalarar · 10/100 Mbit netkort
4 x USB 2.0 · 15” WXGA TFT skíggja · Tráðleyst
netkort GemTek 802.11 BG · 56K V.90 modem
MDC1.5 · Windows XP Pro DK (MUI)
Drigið verður fyrstu vikuna í
oktober.
Fyri at vera við í kappingini,
skulu allar uppgávurnar
verða loystar
Betri hallarviðurskifti í Tórshavnar kommunu