Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 190 - 3. oktober 2006 Í The Bait samstarvar Róin Siggertson við Sune Fey, ið Róin hitti undir upptøkunum av sjónvarpssendingini Rock Idols á TV3 í 2002 Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Róin Siggertson hevur sein­ astu árini mest gjørt um seg sum einstaklingur undir navn­­inum Rowan. Hetta navnið gjørdist fyrstu ferð kent í Føroyum og Danmark í 2002. Rockidoler var ein send­ing á TV3 í 2002. Har gjørd­ist Róin fyrsta føroyska veru­ leikasjónvarpsstjørnan. Við síni rokk’n’roll attitútu og sterku útstráling, var Róin áskoðarafavorittur til at vinna sær plássið, sum sangari í fyrsta danska veruleika­ sjónvarps­rokk­bólkinum. Men hann gjørdist ov stuttur. Ein annar luttakari í kapp­ ingini var gittarleikarin Sune Fey, teir báðir fóru tá undir samstarv og skrivaðu tónleik saman í útvið eitt ár. Síðan tá hava báðir verið virknir í øðrum samanhangum, men um árskiftið hittust teir aftur, og stovnaðu rokkbólkin The Bait. Í eitt hálvt ár arbeiddu teir miðvíst við at skriva tón­leik saman, og síðan høvdu teir upptøkuroyndir við trummuleikarum og bass­leikarum. Her vóru tað Steven Ardilsø á bassi og Poul A. Knudsen á trummum, ið vóru mest sannførandi, og sostatt var The Bait ein veruligur rokkbólkur. Tónleikurin er spennandi rokkur við íblástri frá nógv­ um ymiskum keldum, og tað kemst ikki uttanum, at tón­leikurin tykist nærum full­ komin til røddina hjá Róini. Bólkurin fer nú undir at spæla konsertir, tann fyrsta verður í Keypmannahavn í spælistaðnum Stengade 30, 31. okt., 3. nov. spælir bólk­urin í Medborgerhuset í Brøns­høj. The Bait hevur fingið eina myspace síðu, og har ber til at hoyra løgini Here og Life Is Just a Second. Vitja bólkin á myspace.com/thebaitnet   Tá DMA Klassisk heiðurs­ løn­irnar vórðu handaðar um vikuskiftið, var ein Tutl fløga millum tær heiðursløntu. Tað er Danmarks Radio og felagskapurin IFPI , ið handar DMA Klassisk heið­urs­lønina, ið er í slekt við hinar DMA heiðurslønirnar, eitt nú DMA Folk, ið Eivør fekk í fjør. DMA Klassisk vendur sær til klassiskan tónleik. “Lyt til Nyt” heiðurslønin varð handað bólkinum Moose Matrix, við m.ø. før­oysku Onnu Klett, sum hevur gjørt fløg­una “Night Pace”. Tað er Tutl sum hevur givið fløguna út. Í grundgevingunum sigur dómsnevndin, at fløgan prógv­­ar at “vísur at nýggjur tón­leikur kann hava veruliga slag­kraft, eisini á fløgu. Fløg­an er framleitt sum ein heild, og verkið fellur væl saman við tónlistarliga verk­ ið. Tónleikarirnir geva tón­ leikinum tað rúmd, sum tón­ leik­urin krevur fyri at spíla seg út”, stendur m.a. at lesa á heimasíðuni hjá DR. Kristian Blak sigur, at tal­ an er um klassiskan tón­leik sum er bygdur uppá el­ektr­ onisk ljóð saman við akust­ iskum ljóðførum. RJJ TUTL fløga vann DMA Klassisk heiðursløn Róin í nýggjum rokkbólki Eitt starv sum maskinmeistari á vatnverkinum er leyst at søkja til setan 1. november 2006. Um vatnverkið Vatnverkið røkir øll teknisk mál sum hava við kommunala vatnið at gera. Deildin virkar sum ein partur av Teknisku deild. Starvið Tú kemur, í tøttum samstarvi við vatnmeistaran, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við ráðgeving, eftirliti og øðrum uppgávum sum deildin annars tekur sær av. Arbeiðsuppgávan umfatar m.a. • Viðlíkahald, ábøtur, nýgerð og skráseting av rørskipanum • Umsiting av leiðingum • Umsiting av reinsiverkum • Vaktarhald • Annað fyrifallandi arbeiði Vit leita eftir starvsfelaga ið • hevur útbúgving sum maskinmeistari, el. líkn., helst við hollum royndum sum handverkari • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt • hevur hollan kunnleika til teldutøkni t.d. teldukoyrokoirt • hevur góð samskiftisevnir, bæði muntliga og skrivliga • er opin og hevur lætt við at umgangast starvsfelagar og borgararnar í kommununi Vit bjóða tær • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum • Eitt gott og óformelt arbeiðsklima Setanarviðurskifti Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, verður sett skjótast gjørligt sambart sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar Fáast við at venda sær til Jógvan D. Jakobsen, býarverkfrøðing á telefon 417000 Søk starvið Við at senda okkum eina umsøkn í seinasta lagi 12. oktober 2006. Umsøknin skal sendast til: Runavikar kommunu Tekniska deild Postboks 139 Heiðavegur 26 Fo-600 Saltangará Maskinmeistari til vatnverkið hjá Runavíkar kommunu Starvslýsing www.runavik.fo …ein kommuna í menning Nú veturin stendur fyri durum og tað verður myrkt, er umráðandi at hugsa um at gera seg so sjónligan, sum gjørligt. Tí verður aftur farið undir tiltakið »Trygg á leiðini« FERÐSLUTRYGD – Vit kunnu heilt einfalt gera okkum sjónlig við at syrgja fyri at nýta ljós vetrarklæði og sjálvandi at nýta endurskin, sigur Ferðslutrygd. Tí verður aftur í ár skip­að fyri tiltakinum »Trygg á leiðini«, har allir næm­ingar í 1. flokki fáa hvør sín endurskinsvest. Í tí sambandinum varð skip­að fyri tíðindafundi, har næm­ ingar í 1. flokki í Eystur­skúl­ anum vóru við. Tiltakið er samstarv millum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar. Vónin er, at skúlar og foreldur stuðla tiltakinum og gera sítt til at børnini nýta vestarnar so nógv sum til ber, og ikki bara í sambandi við skúlan, men eisini seinnapartarnar, tá ið spælt verður úti ella tá ið farið verður til ítrótt og onnur frítíðarítriv. Umráðandi at verða sjónligur