Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 190 - 3. oktober 2006 Brunaumsjónar­ maður Hervið verður søkt eftir brunaumsjónarmanni til Vestmanna Kommunu at byrja 1. november 2006. Brunaumsjónarmaðurin skal · virka eftir reglugerð fyri brunaumsjónarmenn, brunasamtykt fyri Vestmanna Kommunu og annars eftir lógum og reglugerðum, sum eru galdandi á økinum. · verða leiðari av Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði, og verða við til at menna liðið. · hava tikið ella skal taka neyðug skeið sambært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsmanningum og brunaumsjónarmonnum. Starvið er at rokna sum sjálvboðin tænasta. Møgulig samsýning og setanartreytir annars verða eftir nærri avtalu. Skrivligar umsóknir skulu verða kommunuskrivstov- uni í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2006, kl. 1200. Kommunan skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 470110. Vestmanna Kommuna Reingerðarfólk til Vestmanna skúla Fyri eitt av reingerðarfólkunum í farloyvi verður her­ við søkt eftir avloysara at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið er tíðaravmarkað til eitt ár frá 1. november 2006 at rokna. Arbeiðið er lønt sambært sáttmála ímillum Komm­ unala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Vest­ manna Kommunu, tlf. 470110. Skrivlig umsókn skal verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2006, kl. 1200. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja. Vestmanna Kommuna Leiðari til frítíðarskúlan í Runavíkar kommunu Søkt verður eftir leiðara til Frítíðarskúlan í Saltangará. Frítíðarskúlin heldur til í gomlu læknahúsunum á Heiðavegi 22. Frítíðarskúlin er normeraður til 37 børn. Arbeitt verður við at økja um frítíðarskúlatilboðið og útvega frítíðarskúlanum nýggj og størri hølir. Nýggi leiðarin kemur at hava aktivan lut í hesum arbeiðið. Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av stovninum. Tað verður væntað av umsøkjaranum, at hann á leiðandi og virknan hátt, saman við starvsfólkunum, heldur fram við at menna frítíðartilboðið. Umráðandi er, at umsøkjarin evnar at ganga nýggjar leiðir, dugir væl at samstarva og er sjónligur í sínum leiðarastarvi. Starvið er 40 tímar um vikuna, við setan frá 1. november ella skjótast gjørligt. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønt eftir lønarstigi 18 til 24. Bert umsøkjarar við námsfrøðiligum prógvi ella líknandi kunnu søkja starvið. Nærri fæst at vita um starvið, við at tosa við Jákup Foldbo, sosialdeildarleiðara á tlf. 417000 Umsøkn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Runavíkar komm­ unu í hendi 16. oktober 2006, kl 12.00. Runavíkar Kommuna Postboks 139 Heiðavegur 26 600 Saltangará Søkt verður eftir fólki at taka sær av tí almennu svimjingini Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum lívbjargari. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja tlf. nr. 212084. Umsóknarfreist er 13. oktober er kl. 12.00. Felagsskúlin á Oyrarbakka Skúlavegur 8 400 Oyrarbakki Til sølu Tvey hús á Tvøroyri til sølu. Tlf. 0045 31257797 lýsingar Lesið -so eru tit við!