Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-03, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 3. oktober 2006 39 Starvsfólk til Roknskapardeildina Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. Umleið 180 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, og árligi umsetningurin var 378 milliónir krónur í 2005. Atlantic Airways hevur seks flogfør og tvær tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið ein triðingur av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasam- band til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore flúgving í Norðurhøvum. www.flyfaroe.com Søkt verður eftir starvsfólki til Roknskapardeildina hjá Atlantic Airways. Starvið er eitt avloysarastarv, og er tíðaravmarkað til eitt ár. Arbeiðið fevnir um: Alt vanligt bókhaldsarbeiði. Krøv Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin: • hevur kunnleika til bókhald • hevur evni at samstarva og er ágrýtin • kann arbeiða sjálvstøðugt • hevur góðan røkjuskap • hevur kunnleika til at arbeiða við teldu Vit bjóða eitt áhugavert starv við nógvum avbjóð- ingum, og møguleika fyri fakligari og persónligari menning í einum góðum og dynamiskum umhvørvi. Avloysarin skal setast skjótast gjørligt, og setanar- treytir verða avtalaðar nærri við setan. Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og við- mælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. oktober 2006. Nærri upplýsingar kunnu fáast um starvið hjá Tórhalli Halgaklett, roknskapar- leiðara á tlf. 34 10 35 ella e-mail: torhallur@atlantic.fo. Umsóknin skal sendast til: Atlantic Airways, Steinbjørn Hardlei, starvsfólka- leiðari, Vága floghavn, 380 Sørvágur, ella til steinbjorn@atlantic.fo. Atlantic Airways ger tað stuttligari at liva í Føroyum + www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Komandi filmar: Click Týsdag 03.10 kl.20.00 kl.22.30 Mikudag 04.10 kl.20.00 kl.22.30 Hósdag 05.10 kl.20.00 kl.22.30 uip.dk Med dansk tale FRA SKABERNE AF SHREK OG MADAGASCAR Over Hækken Týsdag 03.10 kl.16.00 kl.18.00 Mikudag 04.10 kl.16.00 kl.18.00 Hósdag 05.10 kl.16.00 kl.18.00 uip.dk World Trade Center Týsdag 03.10 kl.19.15 Mikudag 04.10 kl.19.15 Hósdag 05.10 kl.19.15 nacholibre.com Nacho Libre Týsdag 03.10 kl.22.00 Mikudag 04.10 kl.22.00 Hósdag 05.10 kl.22.00 Biler Týsdag 03.10 kl.16.30 Mikudag 04.10 kl.16.30 Hósdag 05.10 kl.16.30 www.biler-fi lmen.dk MED DANSK TALE + ORIGINAL VERSION MED DANSK TALE + ORIGINAL VERSION DISTRIBUERET AF UIP ©DISNEY ENTERPRISES, INC My Super Ex-girlfriend Fríggjadag 06.10 kl.20.45 kl.23.00 Den grimme ælling og mig Fríggjadag 06.10 kl.16.30 kl.19.00 Stormbreaker Fríggjadag 06.10 kl.18.30 FRUMSÝNING FRUMSÝNING FRUMSÝNING Seinasta sýning Seinasta sýning Bíbliutími, 1. Tim. 3. kap. Hóskvøldið 5. okt. kl. 20.00 kemur Sjómanskvinnu­ ringurin saman. Øll eru vælkomin. Frá Vitninum í Hvalba Kvinnurnar koma saman týskvøldið kl. 20.00. Frelsunarherurin, Vágur Týskvøldið kl. 20.00 byrjar streingjakóri at venja aftur. Tú ert vælkomin at venja við! Mikukvøldið kl. 20.00 Heimaforbundið. Allar kvinn­ ur eru vælkomnar. Hóskvøldið kl. 20.00: Veking­ ar­­møti. Sersjantmajorur Eingrím Holm talar. Fríggjakvøldið kl. 19.30 Bønarløta. Kl. 20.00 Vekingarmøti. Hallur Ludvig talar. Leygardag kl. 15.00 »Á lívsins leið.« Fyrilestur um rúsmisnýtslu við Niels Edvard Olsen, leiðara á Herberginum. Kl. 19.30 Bønarløta. Kl. 20.00 Vekingarmøti. Soldátur Niels Edvard Olsen talar. Sunnudag kl. 11.00 Halgunarmøti. Soldátur Heidi Djurhuus skipar fyri. Kl. 14.00 Sunnudagsskúli. Kl. 15.00 »Eitt heilagt hjúnarlag.« Fyrilestur um hjúnarlagið við loytnanti Ragnar Ludvig. Kl. 19.30 Bønarløta. Kl. 20.00 Vekingarmøti. Loytnantar Majken og Ragnar tala. Mánadag kl. 7.00 Morgun­ bøn. Dagarnar 9.-13. okt. kl. 17.00 skipa vit fyri barna­ møtum. Øll børn er sjálvandi vælkomin! www.frelsunarherurin.fo Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag-fríggjadag kl. 10.00-17.00 Teldup.: tilhald@tilhald.fo Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mikudagin 4. okt.: kl. 10.00-13.30: Matgerð, Anne Grethe Harlov kl. 10.00-12.00: Vælgerandi handverksætlan á loftinum kl. 12.00: Døgurði. Tilmeld­ ing mánadag á tlf. 316491 kl. 15.00: Túrur við ella uttan stavar. Úr Tilhaldinum yvir Strond og heim eftir Hoyvíksvegnum Hósdagin 5. okt.: kl. 10.00-10.30: Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 11.00: Lesibólkur. »Ein mamma er ein mamma«, Oddvør Johansen. Samskip­ari Bergljót Madsen kl. 14.00-16.00: Boccia í kjallaranum, Alma Poulsen Fríggjadagin 6. okt.: kl. 10.00-13.30: Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 10.00-12.00: Vælger­andi handverksætlan á loftinum kl. 12.00: Døgurði. Tilmeld­ ing mánadag á tlf. 316491 kl. 14.00-17.00: Opið hús Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Pensionistafelagið í Havn hevur fund í Losjuni, Ting­ húsvegur 18, mikukvøldið 4. okt. kl. 19.00. 20. kr.-spæl, kortspæl o.a. Nevndin Losjan í Havn Tinghúsvegur 18 Týskvøldið 3. oktober kl. 20.00 verður minningarfundur í losjuni. Fríggjadagin kl. 15.00 hittast tilkomin og eldri til hugna. Dagtilhaldið á Strondum Dagtilhaldið er opið hvønn týsdag og hósdag frá 15-18. Týsdagin 3. oktober kl. 15:00. Jóhan Kass sigur frá. Øll eru vælkomin. Eldrafelagið Kumlá á Skála hevur hugnaløtu í húsum felagsins týskvøldið tann 3. okt. kl. 19.00. Tilhaldið á Toftum Tlf. 448690 Vit eru byrjað aftur! Vit halda til í niðaru hædd á Vesturskin. Teldupost: tilhaldnes@post.fo Opið er týsdag, mikudag og hósdag. Frá kl. 15.00 – 18,00 Týsdagin kl. 15.00: Sangløta við Maibritt og Magdu Mikudagin 4. okt. STONGT vegna útleigan. Vit hava hvønn dag ein góðan drekkamunn, eins og vit hava nógv spøl, og annað ítriv. Vit ynskja at øll kenna seg væl og hugnað sær. Dagtilhaldið Fløvi á Glyvrum Vegna tekniskt brek í Kvinnufelagshúsinum, er dagtilhaldið fyribils í húsinum hjá eldrafelagnum Nón. Skrá viku 40: Mánadagur 2. okt. Boccia. Týsdagur 3.okt. Opið hús. Mikudagur 4. okt. Fimleikur. Hósdagur 5. okt. Myndaveving v. Gretu Olsen. Fríggjadagur 6. okt. Opið hús. Dagtilhaldið í Luffustovu Opið er týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 15. Mikudag er ítriv við Rigmor. Hósdag er fimleikur við Áshild. Øll eldri eru vælkomin. Tilhaldið Hugnin í Sandoy er opið mánadag og mikudag kl 14 –17. Báðar dagarnar er drekkamunnur at fáa. Eisini eru bløðini til taks.Øll eru hjartaliga vælkomin. Mána­dagin 2. oktober: Spurnarkapping. Mikudagin 4. oktober: Fara vit at boccia. Havið stavarnar við, vit fara ein túr um veðrið er til tað. Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 Opið er: Mánadag og mikudag kl. 13.30-17.30. Týsdag og Hósdag kl. 9.30-17.30 Teldupostur: dagtilhaldid@post.olivant.fo Mánadag Tilmeldan til døgurða týsdag áðrenn kl 17.00 á tlf. 459091 Týsdag kl. 9.30 Gongutúrur kl. 11.00 bløðini verða lisin fyri sjónveikum kl 12.00 Døgurði Mikudag kl. 13.30 Telda Hósdag kl. 10.00 fimleikur kl. 11.00 telda kl. 13.30 bløðini verða lisin fyri sjónveik Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møgu­leiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin.