Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 191 - 4. oktober 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Í dag og framyvir fer at bera til at keypa sær eina øl ella eitt glas av víni, tá tú ferðast við Smyrli. Søguligt er tað, at Strandferðslan nú fer at skeinkja sterkt, og onkrar smærri broytingar koma ferðafólkini eisini at merkja SKEINKING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tá Smyril fór av Havnini kl. 12.30 í dag, var talan um ein søguligan túr. Fyri fyrstu ferð kundi eitt Strandferðsluskip tá skeinkja sterkt fyri sínum ferðafólkum. – Tað verður øl frá teimum føroysku bryggjaríunum, okkurt útlendskt øl og so eisini vín, sigur Heini á Borg, deildarleiðari hjá Strand­faraskipum landsins, sum fegnast um møguleikan Smyril nú hevur fingið. Enn hava tey ikki nakra greiða meting av, hvussu nógv tey rokna við at selja av øl og hvørjar inntøkurnar vera, men á Smyrli meta tey, at samlaða sølan helst fer at økjast. – Vit rokna við, at sølan í bæði cafeteria og í resta­ ura­tiónini fer at økjast, nú møgu­leiki er fyri at keypa øl ella vín afturvið, sigur Pet­­ur Hentze, sum saman við Ólavi Hovsgarð er settur sum tænastuleiðari umborð á Smyrli. Teir báðir tænastu­leið­ar­ arnir skiftast um at sigla við, og hava ábyrgdina øllum sum viðvíkur mati, drekka, kømurum og tænastuni um­borð sum heild. Broytingar umborð Skeinkiloyvið, Smyril nú hevur fingið, er ein lítil koll­­velting í føroyskari sam­ ferðslu. Tí vera eisini bein­an­ vegin gjørdar onkrar smærri broytingar á matstøðunum umborð. – Um vikuskiftini og á teimum størru túrunum annars, verður restauratiónin nú opin, og so fer cafeteria at hava eina fasta matskrá, sum síðani verður skift út fjúrtanda hvønn dag, greiðir tænastuleiðarin, Petur Hentze, frá. Men tað verður ikki ein­ asta broytingin umborð á Smyrli, tí arbeitt verður við ymsum øðrum eisini. – Vit arbeiða við at skipa fyri túrum úr Havn í Suðuroynna, har tað ber til at eta og hugna sær umborð og síðani vitja Suðuroynna. So ber til at gista umborð og eta morgunmat á veg heim aftur, fortelur Heini á Borg. Sjálvandi er eisini møgu­ leiki hjá fyritøkum og fel­øgum at leiga seg inn um­borð. Í farnu viku var til­ takið Markleys útbúgving á Smyrli. Tað riggaði væl, men tað er eisini møguleiki hjá minni bólkum, fyritøkum ella feløgum at leiga seg umborð til ein jólafrokost ella eitt hvørt annað høvi. Øl og vín umborð á Smyrli Sam­ ráðing­ arnar halda fram Fundur er á Fíggjar­ málaráðnum í dag, har Starvs­ manna­felagið og Fíggjarmálaráðið koma saman og fara í gjøgnum krøvini, sum eru løgd fram SAMRÁÐINGAR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Eftir døgurða í dag, kl. 13, hittast Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, SEV, Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum aftur. Fundurin er eitt framhald av samráðingunum, sum vóru mánadagin, har krøvini vóru gjøgn­um­ gingin. Tey komu ikki á mál tá, og tí halda tey áfram í dag við at semjast um nýggjan sáttmála, tá hin gamli gekk út á midnátt leygarkvøldið. – Vit rokna við at vera komin í gjøgnum øll krøvini í dag, og so verður ein ætlan løgd fyri hvat framyvir skal henda, segði Gunnleiv Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, stutt áðrenn fundurin byrjaði kl. 13. í dag. Við samráðingarborðið mánadagin sótu somu partar, og var tað fyrsta ferðin, at fel­ags­ samráðingar hava verið við almennu og kommunalu arbeiðsgevararnar. Í gjár varð sáttmálin um kommunu­ samanlegging millum Gøtu kommunu og Leirvíkar kommunu undirskrivaður. Jacob Vestergaard góðkendi sáttmálarnar KOMMUNU­ SAMANLEGGING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Í gjár klokkan 16 var skip­ að fyri samkomu í Báta­ savninum í Leirvík. Fólk úr Gøtu og Leirvík vóru á staðnum. Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, bjóðaði vælkomin og segði, hvat fór at henda. Síðani fóru hon og Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu, uppí ein av bátunum inni í bátasavninum, har ið tey undirskrivaðu sáttmálan um samanleggingina. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í inn­lendismálum, var á staðn­um. Hann góð­ kendi sátt­mál­arnar og segði síð­ani nøkur orð. Hann fegn­ aðist um samstarvið mill­ um Gøtu og Leirvík. - Sam­ ráðingartilgongdin hevur verið góð, har ið báðir partar hava sæð fyrimunir við einum samstarvi, segði hann. Jacob segði seg vóna, at onnur fara at ganga í teirra fótasporum. Samstarvið byrjar í 2007, tá ið báðar kommunur fara at arbeiða miðvíst fram ímóti einari samanlegging, og í 2009 verða tær endaliga lagdar saman. Sáttmálin um kommunusamanlegging undirskrivaður Á myndini eru borgarstjórarnir báðir, Hans Mourits Foldbo og Fríðgerð Heinesen. Ímillum tey bæði stendur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Innlendismálum Mynd: Høgni Thomsen Nú ber til at keypa sær eina øl aftur við smyrjibreyðinum umborð á Smyrli Mynd: Jens Kristian Vang Krøvini: - Longri sáttmálaskeið - Lønarhækkan - Eftirløn - Arbeiðstíðin - Endurskoða lønar­ skipanina - Broytingar av áset­ ingum í sáttmálanum