mikudagur 4. oktober 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 191 - 4. oktober 2006
Í dag, mikudagin 4. oktober, eru
tað 65 ár síðani, at Astrid og Jógv
an Gerðalíð í Klaksvík góvu hvør
øðrum sítt ja. Tað er ikki mong
um beskorið at røkka so mongum
árum saman í hjúnarlagi, og tí er
tað so sjálvsagt, at dagurin verð
ur hátíðarhildin saman við øllum
teimum, sum ynskja at vera sam
an við teimum báðum og teirra í
kvøld.
Astrid og Jógvan hava øll
65 árini búð í Gerðum, og tey
búgva framvegis í húsunum á
horninum Gerðagøtu/Heygavegi.
Har høvdu tey í síni tíð fjós og
millumbygning millum fjósið og
sethúsini, har súrhoyggjabrunnar
vóru. Nú búgva dótturin Henny
og hennara familja í fjósinum,
sum er innrættað til hugnaliga
íbúð, og millumbygningurin verð
ur nýttur undir taki at ferðast ímill
um tey bæði heimini. At tey hava
dóttrina undir sama taki, sum tey
sjálvi búgva, eru Astrid og Jógvan
ovurfegin og takksom fyri.
Astrid og Jógvan eru bæði fødd
og uppvaksin í Klaksvík. Hon á
Gørðum og hann í Gerðum. Bæði
eru úr stórum systkinaflokki. Nú
verður so nógv tosað um sam
anleggingar og fusiónir. Tá ið
Astrid og Jógvan gingu saman í
hjúnarlag mundi talan vera um
eina tað størstu familjuligu saman
renningina nakrantíð í Klaksvík.
Astrid og tey vóru átta systkin,
sum øll hava búð í Klaksvík,
og Jógvan og tey vóru níggju
systkin, sum øll uttan eitt hava
búð í Klaksvík.
Foreldrini hjá Astrid vóru Gidda
og Jens Christian Simonsen ella
Jens Christian í Toft, sum hann
varð nevndur. Tað komst av, at
familjan var úr Toft á Uppsølum.
Navnið flutti við, tá ið tey seinni
fluttu út í Víkarnar. Gidda var
ættað av Gørðum – dóttur Hanus
á Gørðum, sum setti seg í trøð, ið
hann fekk loyvi at leggja inn av
festinum á Biskupsstøð. Húsini
stóðu tætt omanfyri garðarnar, og
tí varð sagt, at hann hevði bygt á
Gørðum, sum síðani hevur verið
navnið á býlinginum.
Gidda og Jens Christian bygdu á
Gørðum. Børnini hjá teimum vóru
Símun (1913), Ebbemia Holm-
Jacobsen (1914), Hanus (1916),
Astrid (1919), John og Jógvan
(1924), Hildibjarta Jacobsen
(1926) og Ruth á Lakjuni (1929).
Ebbemia búði umframt í Klaksvík
eis-ini í Kollafirði og í Havn.
Ruth býr nú í Fuglafirði. Eftir á
lívi eru Astrid, John, Hildibjarta
og Ruth.
Foreldrini hjá Jógvani vóru Mal
vina fødd Steffensen og ættað
úr Árnafirði og Jacob Joensen,
nevndur Jakku á Geilini. Børnini
hjá teimum vóru Jógvan (1916),
Jacob (1919), Solborg Joensen
(1920), Absalon (1922), John
(1923), Erland (1926), Benjamin
(1927), Karla Danielsen (1930)
og William (1931). Solborg býr
í Leirvík. Hini búsettust øll í
Klaksvík. John flutti seinni til
Havnar, og Willi flutti seinni til
Hirtshals. Absalon og Erland eru
ikki á lívi longur.
Jógvan hevur verið bóndi, og
harumframt hevur hann arbeitt
nógv við gravkúm og brøytum,
gróti og dynamitti. Astrid hevur
verið við hús og fjálga um mann
og børn og øll tey, sum hava vitj
að. Tey bæði eru sannur partur av
býarmyndini. Tá ið tiltøk verða
fyriskipað, um tey eru fyri eldri
ella meiri almenn, so luttaka tey,
og tá ið tað ber til, ber Jógvan
eitt upp-muntrandi orð fram. At
heilsan framvegis er góð kemur
øðrum til góða á tann hátt, at tey
hugsa um tey veiku og avmark
aðu.
Astrid og Jógvan hava báðum
dámað væl at sungið. Tað kemur
framvegis fyri, at plátan við Astrid
verður spæld, sum varð tikin upp
í Keypmannahavn í 1946. Hon
sang Kom sæla stund. Tað var
á sangferðini niðri í 1946, at
áhugin hjá Jógvani fyri at taka
upp rættuliga kveiktist. Eitt sindur
seinni keyptu teir upptøkutól, og
ein rúgva av plátum vórðu upp
tiknar.
At tað eru mong kring landið,
sum framvegis seta prís upp á
upptøkurnar hjá Jógvani, varð eitt
nú staðfest, tá ið Jógvan 26. august
varð 90 ár, og tjørnuvíkingar
møttu upp at fagna honum við
Kingo sangi. Teir hava ikki
gloymt, at Jógvan fyri meiri enn
hálvari øld síðani tók Kingo sang
í Tjørnuvík upp á plátu.
Í Betesda hava hesi bæði frynt
ligu og fyrikomandi hjúnini verið
trúgv alla sína tíð. Har halda tey
í kvøld klokkan 6 krúndiamant
brúdleypið saman við børnunum
– Jákup (1942), Jens Christian
(1945), Øssur (1948) og Henny
(1952) – og fyri øllum teimum,
sum hava hug at vera saman við
teimum.
Krúndiamantbrúdleyp í Klaksvík
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Í dag hava hjúnini Astrid og Jógvan Gerðalíð í Klaksvík
krúndiamantbrúdleyp
J