fríggjadagur 6. oktober 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 193 - 6. oktober 2006
HTM er stovnur undir Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek.
Í løtuni starvast 12 fólk á HTM. Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.: upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar
myndugleikar o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar, útlán og endurnýtsla av hjálpartólum, viðgerð og støðutakan
til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamisbilar og tvørfakligt samstarv – innan- og uttanhýsis.
Goymslufólk til
Hjálpartólamiðstøðina
htm@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo
Hevur tú hug at arbeiða á
einum almennum stovni, har
arbeiðsdagurin ikki stendur
stillur og uppgávurnar eru
nógvar og fjølbroyttar – ja so
hava vit júst brúk fyri tær!
Starvið fevnir m.a. um:
• reingerð av endurnýtslu-
hjálpartólum
• skipan av goymslu
• avgreiðslu av hjálpartólum
• skráseting av hjálpartólum
• smávegis umvælingar av
hjálpartólum
Vit sóknast eftir einum
starvsfelaga sum hevur
• royndir frá líknandi
arbeiði
• góðan ordan
• góð samstarvsevnir
• kunnleika til teldur
á brúkarastøði
• áhuga at arbeiða
við hjálpartólum
Vit kunnu bjóða
• flextíð
• tætt samstarv við
starvsfelagarnar
• mennandi umhvørvi
Løn og setanartreytir sambært
sáttmála millum Fíggjarmála-
stýrið og Starvsmannafelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við
at venda sær til Palla Mortensen,
leiðara á HTM, tel 35 83 00.
Umsókn við avriti av viðkom-
andi skjølum skal sendast til:
Hjálpartólamiðstøðina,
Postboks 1049,
110 Tórshavn.
Umsóknarfreist
20. oktober 2006, kl. 14.00.
Á HTM er eitt
fulltíðarstarv
sum goymslufólk
leyst at seta sum
skjótast.
K R E A . F O . TEL 47 80 80