fríggjadagur 6. oktober 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
24 vikuskifti
Danskur teknifilmur:
Ein ljótur dunnuungi
Tað er ikki ofta at ein danskur teknifilmur kemur
fram. Filmurin ”Den grimme ælling og mig”, er
gjørdur við 3D animatión og er bara heilt góður
Ummæli
Kim Simonsen
Hin listinlærda rottan Rotto er
endaður í einum dunnugarði,
har sær hann, at eitt egg er við
at klekjast. Úr egginum kemur
ein ljótur dunnuungi. Hann
heldur at Rotto er mamma
hansara og hesin sera ljóti
dunnuungin, kallaður Grimme,
rópar ”Moooar!”. Rotto sær
møguleikan, at hann kann brúka
dunnuungan til at forvinna
pening.
Saman fara teir so út í heimin,
har Rotto hevur dreymar um eitt
gjøgnumbrot.
Úti í verðini bíða tó glúpsk
rovdjór. Her bíðar hjartasorgin
og løgnir limir í familjuni.
Tað er vandamikið at vera ein
dunnuungi.
A.Films
Tað er felagið A.Film, ið
hevur gjørt hendan filmin.
Tey gjørdu eisini m.a. stóra
bestseljaran”Terkel i Knibe” og
”Hjælp jeg er en fisk”, ið báðir
eru 3D animeraðir spælifilmar.
”Den grimme ælling og mig”
er sera langt frá upprunasøguni
um ljóta dunnuungan hjá
H.C.Andersen. Ævintýrið sæst tó
aftur, tí hesin Grimme (tað eitur
hann altso) er ikki so langt frá
rørandi heimskenda originalinum.
Tað sum er nýtt her, er at
filmurin gongur fyri seg í okkara
tíð og allir hinir figurarnir, so
sum rottan Rotto og nógvir aðrir
eru við. Hesir er sera stuttligir
mangan.
Tað er nógvur komikkur og
eisini mangan ein hjartarørandi
tóni í ”Den grimme ælling
og mig”. Her eru nógvir sera
góðir setningar, her er drama og
spenningur.
100% teldugjørdur
Telduanimatión er sera vanligt
í dag innan film. Ofta síggja
vit ikki, at tað er so, men flestir
filmar, so sum ”Ringana Harri”
(Gollum) og Yoda frá ”Star Wars
II og III”, eru allir gjørdir við
nýggjari tøkni.
Ein av fyrstu teldugjørdu
filmunum var ”Tron” frá 1982.
Men ikki fyrr enn í 1993 kom
gongd í av álvara við ”Jurassic
Park”. Tað er tó langt frá Lucas
og Spielberg til Danmarkar. Tað
er torført hjá A-Film at gera
slíkar filmar, ið eru sera dýrir, t.d.
kostaði ”Hjælp! Jeg er en fisk”,
yvir 100 milliónir at gera. Í mun
til hendan, so var ”Terkel i knibe”
bíligari.
Altjóða hava vit sæð filmar
sum ”Toy Story” og ”Monsters
Inc.”, ið høvdu so góðar søgur, at
hyggjarin gloymdi, at hetta var
ein filmur.
Eg haldi ikki, at søgan í ”Den
grimme ælling og mig” er so
original. Filmur er verdur at
hyggja eftir, men endar tó við
for nógvum rópi og skráli. Sum
heild er hann tó verdur at síggja.
Frumframsýndur í Havnar Bio
frá fríggjadegnum 6. oktober.
4 stjørnur av 6
Den grimme ælling og mig
Røddir:
Søren Fauli
Lars Hjortshøj
Hella Joof
Nikolaj Lie Kaas
Kaya Brüel
Pernille Højmark
Morten Lorentzen
Laura Christensen
Peter Zhelder
Troells Toya
Klaus Bondam
Molly Hegner
Peter Frödin
Leikstjórn Michael Hegner og
Karsten Killerich. Loyvdur fyri øll.