Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 6. oktober 2006 41 Brunaumsjónar­ maður Hervið verður søkt eftir brunaumsjónarmanni til Vestmanna Kommunu at byrja 1. november 2006. Brunaumsjónarmaðurin skal · virka eftir reglugerð fyri brunaumsjónarmenn, brunasamtykt fyri Vestmanna Kommunu og annars eftir lógum og reglugerðum, sum eru galdandi á økinum. · verða leiðari av Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði, og verða við til at menna liðið. · hava tikið ella skal taka neyðug skeið sambært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsmanningum og brunaumsjónarmonnum. Starvið er at rokna sum sjálvboðin tænasta. Møgulig samsýning og setanartreytir annars verða eftir nærri avtalu. Skrivligar umsóknir skulu verða kommunuskrivstov- uni í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2006, kl. 1200. Kommunan skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 470110. Vestmanna Kommuna Reingerðarfólk til Vestmanna skúla Fyri eitt av reingerðarfólkunum í farloyvi verður her­ við søkt eftir avloysara at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið er tíðaravmarkað til eitt ár frá 1. november 2006 at rokna. Arbeiðið er lønt sambært sáttmála ímillum Komm­ unala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Vest­ manna Kommunu, tlf. 470110. Skrivlig umsókn skal verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2006, kl. 1200. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja. Vestmanna Kommuna Til sølu Tvey hús á Tvøroyri til sølu. Tlf. 0045 31257797 Námsfrøðingur til Dagstovnin á Flatinum Vit søkja eftir 1 námsfrøðingi til barnagarðsstovuna á Túvu 30 t um vikuna, at byrja 1 november ella eftir nærri avtalu. Á Túvu ganga 17 børn í aldrinum 3-5 ár Vit ynskja • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur • at tær dámar væl at verða úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum. • at tú verður við til at mynda og menna okkara pedagogiska umhvørvið Vit kunnu bjóða Eitt áhugavert starv, har tú saman við góðum starvsfelagum, fært møguleika at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt umhvørvi á einum nýggjum stovni. Um stovnin: Vit eru 85 børn í aldrinum 0 – 10 ár og 23 starvs­ fólk. Stovnurin er skipaðar í 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur og 1 frítíðarstova . Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar bæði innan og uttandura, hvør barnastova er ein sjálvs­ tøðug vælútgjørd eind, umframt eitt stórt felags­ rúm, viðtaluhølið, serstova og ymisk verkstøð. Økið uttanfyri er stórt við nógvum møguleikum, og stovnurin liggur sera væl fyri t.d. beint við haga og fjøru, við skúla, fimleikarahøll, svimjihøll og góðum busssambandi Setanarviðurskifti: Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita: um størvini við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf 471030/771030 ella Sólrún Dam varaleiðara á tlf 471034. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæl­ um, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggja­ dagin 20 oktober og sendast til: Dagsstovnurin á Flatinum Skúlavegur 4 400 Oyrarbakka Sunda Kommunu lýsingar