Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 6. oktober 2006 43 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna sóknast eftir einum leiðara at standa á odda fyri kunningardeildini. Kunning og samskifti eru lyklaorð á kunningardeildini, og við hesum í huga royna vit at menna og skapa bindiliðið millum borgaran, kommununa og ta politisku skipanina. Á kunningardeildini hava vit m.a. ábyrgdina av tíðindaflutning- inum, kunningarritunum, heimanetinum, lýsingum, heimasíðuni, PR-arbeiðinum, lýsingarátøkum og allari kunning til borgaran. Tú verður ein partur av einum toymi, sum er samansett av grafik- ara, samskiftisfólki og fjølmiðlafólki. Sum leiðari fært tú ábyrgdina av at samstarva við hinar deildirnar, har tín lutur verður at arbeiða tvørtur um mørk og tryggja fær kunning um virksemið hjá Tórshavnar kommunu. Harumframt fært tú ábyrgdina av at menna kunningardeildina og starvsfólkini har sum heild og at leggja kunningarpolitikkin hjá kommununi til rættis. Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum at virka sum fjølmiðla- fólk. Tú skal vera virkisfús/ur og ágrýtin og skjótt kunna orða stutt tíðindaskriv og eisini gera longri frágreiðingar. Kunningarrit verða partur av tínum gerandisdegi og tú kanst eisini koma út fyri at skriva røður. Vit vænta, at tú hevur journalist- ella aðra viðkomandi útbúgving, og at tú ert framsíggin og positiv/ur. Harumframt skal tú hugsa sjálvstøðugt og trívast í einum skapandi umhvørvi við evstumørk. Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið í 8. lønarflokki, umframt viðbót fyri meirarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Meira fæst at vita við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, midfyri- sitingarstjóra, ella Heðin Mortensen, borgarstjóra, á tlf. 302010. Umsókn saman við dømum um gjørd tíðindaskriv ella annað tilfar, próvskjølum, viðmælum og upplýsingum um arbeiðsroyndum skal vera Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. oktober 2006 kl. 12.00. Viðmerkið umsóknina „Leiðari til kunningardeildina“. Tórshavnar kommuna Leiðari til kunningardeildina lýsingar Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Sjúkrarøktarfrøð­ ingur til hæmo­ dialysuna á G3 1 fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur í dag- og kvøldvaktum á starvsbrøki 0,8 er leyst at søkja til setan 1. november 2006 ella eftir avtalu. Deildin tekur ímóti sjúklingum til hæmodialysu. Tað er pláss fyri 4 sjúklingum hvønn dag og 4 hvørt kvøld. Eindin hevur opið allar dagvaktir, tó ikki sunnudag. Kvøldvaktinar eru fyribils týskvøld og hóskvøld. Arbeitt verður eftir kontaktpersónsskipanini. Spennandi avbjóðingar liggja eisini fyri framm- an við implementering av THS (Talgild Heilsu Skipan) í 2007. Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum • at veita røkt og viðgerð til sjúklingar í hæmodialysu Krøv til umsøkjaran • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar- frøðingur • fakligan áhuga innan medisinsku sjúkrarøktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samarbeiði • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu Fyrimunir hava umsøkjarar við hæmo-dialysu- útbúgving og royndum innan sergreinarøktina. Annars er møguleiki fyri upplæring bæði her og í Danmark. Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Jórun Askham, virk. deildarleiðara, lokal 6250 ella Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102. Løn- og setanartreytir smb. sáttm. millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfr. og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 23. oktober 2006 kl. 12.00 Tað er umsøjkarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar- og starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, avrit av prógvum, skjølum o.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh. fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Handverkari til Vatnverkið Søkt verður eftir handverkara til Vatnverkið. Starvið umfatar í høvuðsheitum viðlíkahald og nýgerð av vatnleiðingskervinum í kommununi. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjótast til ber við 3 mðr. royndartíð. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir skulu verða Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. oktober 2006. Viðmerkið umsóknina „Handverkari til Vatnverkið“. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Viggo Christiansen, tlf. 302010 ella 214015. Pedagogur til Býlingshúsið í Ternuryggi Søkt verður eftir einum pedagogi, til vøggustovuna Smæruna, at arbeiða 30 tímar at byrja skjótast gjørligt. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir skulu verða Býlingshúsinum á Ternuryggi, Turiðargøta 5 A, 100 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. oktober 2006. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heidi Henriksen, stovnsleiðara, tlf. 318626. Tórshavnar kommuna Leys størv Lesið Sosialin