Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 12. januar 2001 27 26 Nr. 8 - 12. januar 2001 VIÐMERKING Føroya Arbeiðarafelag Tórshavn, hin 9. januar 2001 Sum kunnugt hevur Føroya Arbeiðarafelag umboðandi dagrøktarar skrivað undir sáttmála við Kollafjarðar Kommunu, Sjóvar Komm- unu, Hósvíkar Kommunu, Fuglafjarðar Kommunu, Runavíkar Kommunu, Vágs Kommunu, Tvøroyrar Kommunu umframt við Føroya Kommunala Ar- beiðsgevarafelag umboð- andi 21 kommunum. Talan er um vanligar sátt- málasamráðingar, har roynt hevur verið at fingið ávísar lønarhækkingar framdar fyri ein starvsbólk sum frammanundan er ein hin lægstlønti í landinum, hóast hesin løntakarabólkur skal taka sær av týdningarmesta tilfangi okkara, nevniliga teimum børnum sum vaksa upp í samfelag okkara. Hesar samráðingar hava verið førdar á vanligan hátt, har partarnir hvør í sínum lagi hava ført fram sjónar- mið síni, og partarnir hava síðani funnið fram til semju, soleiðis at sáttmáli var undirskrivaður í hvørj- um einstakum føri. Lønin hjá dagrøktarum Nógv hevur verið tosað um lønina hjá dagrøktarunum, men ikki øll geva sær fær um, at tá kommunurnar tosa um »løn«, so leggja teir vanliga lønina saman við endurgjaldinum fyri beinleiðis útreiðslurnar, sum dagrøktararnir hava í sambandi við keyp av mati, mjólk, leiku umframt økta el- og oljunýtslu og slit av heiminum, har børnini verða ansaði. Útrokningar okkara hava víst, at í flest øllum komm- unum hava dagrøktararnir (dagrøktarmammurnar) havt eina mánaðarløn, sum hevur ligið millum kr. 8.000,00-9.000,00 fyri ansing av 5 børnum ella meira í upp til 10-11 tímar um dagin. Veruliga tímalønin hjá dagrøktarum í flest øllum kommunum hevur tí ligið um kr. 30,00-50,00 kr. Tann sokallaði 1/3 sum kommunurnar hava tosað um, hevur einki við løn at gera, tí dagrøktararnir hava nágreiniliga útroknað, at beinleiðis útreiðslur teirra liggja omanfyri hendan 1/3 sum útgoldin verður sum endurgjald fyri hesar beinleiðis útreiðslur, og hetta hava myndugleikarnir eisini viðurkent. Lønin hjá dagrøktarun- um hevur sostatt, áðrenn Føroya Arbeiðarafelag gjørdi sáttmála við avvarð- andi kommunur, bert verið sløk helvt av vanligu sátt- málalønini hjá ófaklærdum arbeiðsfólki í Føroyum. Lønardeildin brúkar ósakliga málsviðgerð í royndum sínum at forða dagrøktarunum í at fáa eina rímiliga løn. Fyrsti sáttmálin sum Før- oya Arbeiðarafelag gjørdi var við Kollafjarða Komm- unu, har dagrøktararnir høvdu ynskt at hava eins løn uttan mun til, hvussu aldursbýtið var á teimum børnum, sum dagrøktarar skuldu hava í dagrøkt. Kollafjarðar Kommuna sendi Fíggjarmálastýrinum nevnda sáttmála til góð- kenningar, og einasta við- merkingin sum Karsten Hansen, landsstýrismaður og leiðarin á lønardeildini høvdu var, at teir mettu, at tað var óheppið, at 1. mai er fastur frídagur hjá dagrøkt- arum (dagrøktarmamm- um), tá hesin dagur ikki er fastur frídagur hjá øðrum sum starvast innan barna- ansing. Hetta skriv frá Fíggjar- málastýrinum er dagfest 28.09.00. Eftir at Føroya Arbeið- arafelag hevði gjørt sátt- mála við Hósvíkar Komm- unu um sáttmála fyri dag- røktarar, sendi kommunan sáttmálan til Fíggjarmála- stýrið til góðkenningar, og við skrivi dagfest 31.10.00 skriva Karsten Hansen, landsstýrismaður og leið- arin á lønardeildini komm- ununi bræv, har teir ikki bert leggja seg út í ásetingina um, at 1. mai skal vera fastur frídagur, men eisini leggja seg út í hvussu Føroya Arbeiðara- felag og Hósvíkar Komm- una hava avtalað lønarskip- anina hjá dagrøktarunum. Eisini leggur Fíggjar- málastýrið seg út í áset- ingina um, at børnini skulu hava matpakka og skifti- klæðir við, umframt áset- ingarnar í sáttmálanum um, nær børnini skulu verða heintaði, tá tey eru í dagrøkt 1/2 tíð. Landsstýrismaðurin gleiðarin á lønardeildini viðmerkja í hesum sam- bandi: »Hetta eigur at verða ásett í reglugerð fyri dag- røktina, sum dagrøktar- skipanin skipar fyri« Her roynir Fíggjarmála- stýrið at forða dagrøktar- unum í at fáa greiðar reglur um, hvat børnini skulu hava við í dagrøkt og nær dag- røktarin kann vænta, at børnini verða avheintaði, tá tey eru 1/2 tíð í dagrøkt. Vit skulu harðliga átala, at almennur myndugleiki leggur seg út í slíkar spurn- ingar, og nærum roynir at tvinga fakfelag og løntak- ara at góðtaka at arbeiðs- gevaraparturin einsæris skal áseta slíkar reglur, sum beinleiðis koma at ávirka arbeiðsumstøðurnar hjá dagrøktarunum. Fíggjarmálastýrið endar hetta skriv sítt soleiðis: »Sáttmálin verður góð- kendur við teirri treyt, at omanfyri nevnda verða rættað næstu ferð sáttmálin verður gjørdur«. Føroya Arbeiðarafelag gjørdi einaferð í heyst sáttmálar við Fuglafjarðar Kommunu, Runavíkar Kommunu, Tvøroyrar Kommunu og Vágs Komm- unu. Vit hava enn ikki fingiað nakra formliga fráboðan um, hvørt Fíggjarmála- stýrið eisini hevur lagt seg út í hesar sáttmálar. Í november 2000 gjørdi Føroya Arbeiðarafelag sátt- mála við Føroya Komm- unala Arbeiðsgevarafelag viðvíkjandi lønar- og starvssetanarviðurskiftunu m hjá dagrøktarunum í 21 kommunum. Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið sendi Fíggj- armálastýrinum nevnda sáttmála til góðkenningar og vit hava seinni fingið avrit av skrivi dagfest 07.12.00 frá lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum til Føroya Kommunala Ar- beiðsgevarafelag. Hetta skriv er bert und- irskrivað av einum fulltrúa, sum starvast á lønardeildini og ikki av landsstýris- manninum ella leiðaranum á lønardeildini. Hetta skriv er ein bein- leiðis provokatión móti okkum sum fakfelag, og dagrøktarunum sum løn- takarar. Nú fer lønardeildin inn og leggur seg út í hvussu lønarskipanin er og m.a. verður heitt á kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at rætta ásetingarnar um løn, soleiðis at lønin fyri 1 barn verður 20% av lønini á avvarðandi lønarstigi og ikki 21.25%, sum ásett er í sáttmálanum. Her krevur lønardeildin at avtalaða lønin sum er kr. 2.937,37 fyri hvørt barnið pr. mánaða verður sett niður til kr. 2.773,67 fyri hvørt barnið pr. mánaða. Her er talan um so greiða ósakliga málsviðgerð, at Føroya Arbeiðarafelag ikki ætlar at lata hetta fara aftur við borðinum, men um neyðugt ætla vit at fara í rættin fyri at fáa staðfest, at Fíggjarmálastýrið her er farið út um heimildir sínar. Ikki nokk við at lønar- deildin hjá Fíggjarmála- stýrinum her roynir at forða dagrøktarunum í at fáa eina rímiliga lønarhækking, men við hesum skrivi legg- ur lønardeildin seg eisini út í avtaluna um at 1. mai skal verða fastur frídagur og enntá fer lønardeildin so langt, at hon noktar dag- røktarunum at fáa partvísa løn undir sjúku, soleiðis at hendan løn saman við dagpeninginum kann tryggja dagrøktarunum, soleiðis at hesir ikki missa løn, um teir gerast sjúkir. Lønardeildin tykist at vassa longur og longur út í royndum sínum at forða dagrøktarunum í at fáa rímiliga løn, tí skrivið dagfest 07.12.00 til Føroya Kommunala Arbeiðsgev- arafelag endar soleiðis: »Sáttmálin verður góð- kendur við tí treyt (okkara undirstriking) at omanfyri nevndu rættingar verða gjørdar«. Vert er at býta merki í at dagrøktararnir í Tórshavnar Kommunu í áravís hava havt eina løn sum er ávíka- vist 20% og 25% av lønini á ávísum lønarstigi, og lønardeildin hjá Fíggjar- málastýrinum hevur okkum vitandi uttan viðmerkingar góðkent sáttmálan sum galdandi er í Havn. Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum ger mismun á løntakarum Tað er ein meginregla í allari fyrisiting, at borgarar landsins skulu viðgerast eins, og tí er her talan um klárt brot á vanligu fyri- sitingarligu grundregluna sum lønardeildin hevur framt, nú tey nokta góð- kenning av lønarskipan í sáttmála, sum Føroya Ar- beiðarafelag hevur gjørt, hóast lønardeildin áður hevur góðkent meinlíka lønarskipan hjá øðrum fakfelag. Ikki bert fremur lønar- deildin hjá Fíggjarmála- stýrinum groft brot á van- ligar fyrisitingarligar regl- ur, men vit hava við hesum eisini staðfest, at lønar- deildin miðvíst tykist at forða Føroya Arebiðara- felag í at fáa limum fe- lagsins rímiliga lønar- og setanartreytir, og hetta fara vit sjálvsagt als ikki at góðtaka. Karsten Hansen svarar ikki skrivum okkara Føroya Arbeiðarafelag hev- ur við skrivi dagfest 20.12.00 skrivað Karsten Hansen, landsstýrismanni bræv, har vit vísa á framm- anfyri nevndu viðurskifti og har vit biðja um eina nærri frágreiðing frá lands- stýrismanninum persón- liga. Einasta svar sum vit hava fingið er frá lønardeildini, har sami fulltrúi, sum hevur skrivað upprunaliga skrivið til Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið boðar frá, at landsstýrismaðurin er burt- urstaddur og ikki verður aftur til arbeiðis fyrr enn 1 vika er farin av januar mánaða 2001. Vit hava sostatt framveg- is einki frætt frá lands- stýrismanninum, hóast tal- an er um álvarsmál, sum hóttir við at fáa sera óhepnar avleiðingar fyri meginpartin av dagrøktar- unum í Føroyum og dag- røktarskipaninar sum heild. Spurningurin um 1. mai sum frídag Karsten Hansen, landsstýr- ismaður hevur sum nevnt frammanfyri boðað frá, at hann ikki kann góðtaka at dagrøktarar fáa 1. mai sum frídag, hóast allir aðrir limir okkara í áravís hava havt frí hendan altjóða arbeiðaradag. Samskiftið innan sam- gonguna og innan Tjóð- veldisflokkin tykist ikki at vera tað besta, tí so at siga samstundis hevur lands- stýrismaðurin í Undirvís- ingar- og Mentamálum Tor- bjørn Jacobsen boðað frá, at ætlan hansara var at avtaka grundlógardagin Lønardeildin forðar við ósakligari málsviðgerð teimum lægstløntu at fáa lønarbata sum fastan frídag hjá skúl- unum og í staðin brúka 1. mai sum fastan frídag. Sjónarmiðini hjá lands- stýrismanninum í Fíggjar- málastýrinum fyri at forða dagrøktarunum í at hava frí 1. mai halda als ikki, og tykjast at byggja á somu ósakligu viðgerð, sum alt hetta mál hevur fingið í Fíggjarmálastýrinum. Fíggjarmálastýrið góð- tekur stóra lønarhækking hjá løgtingslimum, men unnar ikki vanliga løntakaranum nakrar krónur afturat í lønarposan. Helst minnast allir føroy- ingar tað risastóru lønar- hækking sum fyri fáum árum síðani varð latin løg- tingslimum okkara. Hendan lønarhækking var helst í krónum 10 ella 20 fald tað peningaupp- hædd sum dagrøktararnir eftir nýggja sáttmálanum skuldu hava í lønarhækk- ing. Hesi dømi vísa hvussu lítla virðing politiski mynd- ugleikin, og her serliga Fíggjarmálastýrið hevur fyri vanliga løntakaranum. Lønardeildin hjá Fíggj- armálastýrinum roynir, sum frammanfyri nevnt av øllum alvi at forða dagrøkt- arunum, sum eru ein av lægstløntu løntakarabólk- um okkara, at fáa nakrar krónur afturat í lønarhækk- ing, meðan Fíggjarmála- stýrið í veruleikanum einki hevur gjørt fyri at forða fyri teimum risa lønarhækking- um, sum politikarir okkara fyri fáum árum síðani hava latið sær sjávlum. Hesin leikur hjá Fíggjar- málastýrinum hevur av- dúkað, at eisini í Fíggjar- málastýrinum er tað góð- kendur politikkur, at tey sum hava mest skulu fáa meira, meðan tey sum frammanundan hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman skulu tvingast at verða verandi á sama lága lønarstøði teirra. Lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum sum góðkenningar- myndugleiki Sum kunnugt er Fíggjar- málastýrið okkara størsti almenni arbeiðsgevari, og vit síggja undir hvørjum sáttmálasamráðingum, hvussu lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum royn- ir at forða fyri, at tey al- ment løntu fáa bøtt um lønar/ og starvssetanarvið- urskifti síni. Tað er tí sera óheppið, at sama lønardeild sum hjá Fíggjarmálastýrinum skal verða góðkenningarmynd- ugleiki, tá talan er um sátt- málar, sum m.a. felag okk- ara ger við kommunurnar, tí tað er bert arbeiðsgev- arasjónarmið sum koma til sjóndar, tá lønardeildin skal viðgera og góðtaka slíkar sáttmálar. Talan er als ikki um sakliga fyri- sitingarliga viðgerð, men ein ósaklig roynd at forða teimum, sum framman- undan hava lægstu lønirnar, at fáa eina rímuliga lønar- hækking. Tað er eisini ivasamt um talan her ikki er um brot á kommunala sjálvstýrið, so- leiðis sum hetta er staðfest í grundlógini, tí við áseting- ini um at allir sáttmálar skulu góðkennast av Fíggj- armálastýrinum er sam- ráðingarheimildin í veru- leikanum tikin frá komm- ununum, hóast tað eru kommunurnar, sum gjalda útreiðslurnar, sum standast av hesum sáttmálum. Vit fara tí við hesum at heita á politiska myndug- leikan um at taka stig til at lønardeildin ikki framyvir fær heimild at leggja seg út í sáttmálar, sum privatu fakfeløgini og kommunur- nar gera um teir starvsbólk- ar sum limir eru í privatu fakfeløgunum. Samandráttur Samanumtikið kunnu vit vísa á, at lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum við landsstýrismanninum á odda miðvíst hevur roynt at forða fyri, at limirnir hjá Føroya Arbeiðarafelag hava fingið sømulig lønar- og setanarkor, men vit skulu gera púrasta greitt, at vit ikki fara at góðtaka slíkan ágang móti fakfelag okkara og limum felagsins. Sum vit hava nevnt frammanfyri, so hava vit eisini staðfest beinleiðis brot á grundleggjandi fyri- sitingarligar reglur um líka viðgerð av borgarum land- sins, og tí hevur lønardeild- in og Fíggjarmálastýrið so dyggiliga avdúkað seg sjálvan í hesari ótespiligu herferð móti felag okkara. Felag okkara hevur stundum alment víst á tørvandi virðingina, sum bæði lønardeildin og lands- stýrismaðurin hava víst mótvegis fakfeløgunum, og hetta kann sjálvsagt hugs- ast at vera ein av orsøkun- um til tann ágang, sum Føroya Arebiðarafelag og limir okkara hevur verið fyri frá almennari síðu. Vit vóna, at politisku flokkarnir duga at síggja hendan ágang sum framdur er, og at hesir flokkara taka stig til at forða fyri fram- haldandi ágangi móti føroysku fakfelagsrørsluni. Vit skulu gera Fíggjar- málastýrinum púrasta greitt, at vit fara ikki at bakka fyri hesum ágangi, og vit vilja hava staðfest tey løgfrøðiligu brotini, sum stýrið hevur framt á m.a. vanligar fyrisitingar- ligar reglur. Eitt land yvirfylt av skurðgudum í alskyns skapum og litum ymiskir í sinn og skinn sat har í díkinum var eitt við óhumskuna bað meg geva sær ein lítlan vatndropa gekk framvið sá, hoyrdi, tevjaði meg eg hevði ikki stundir skuldi nakað annað altíð á ferð til nakað annað tó onki dróg meg til onki hevði skund eins og ein orkan sópar alt undan sær oyðir alt í øllum telgdi skurðgudar yndisligar, fagrar gjørdi teir livandi í deyðans dali í deyðans líki hesir píningarnir fylla allan vesturheimin men við eitt var gáloysin dýrabæran skurðgud eg misti fór rekandi oman eftir ánni út av fossinum hvarv í dýpið ein av mínum materalistiska hugsunnarhátti fór fyri skeyti sorgin nívdi fast tútbrølandi heim til onki byrjaði aftur at telgja skurðgudar enn fagrari enn áður fleiri og fleiri í dagar, vikur, ár uttan íhald bleiv so niðurboygdur eins og ein gjørð fór á rull steðgaði ikki aftur út av fossinum sama veg sum skurðgudurin innar í tómleikan skurðgudar í øllum líki hábærsligir og hástórir gingu aftur allastaðnar úr einum stað í annað og aftur eins og teir óminnisdrykk høvdu drukkið eins og særdir hvalir aftur á blóðið eins og støðuvatn-deyðavatn súrevnistrot var ikki drekkandi smakkaði illa rotinskapur onki lív stórar mongdir og stór hol styrkin í skurðgudunum steindeyðir sóu eins út bæði í sinn og skinn sótu altíð í fremstu røð á ovastu rók fekk tað destruktiva hugskot blaka teir á bláman og gloyma byrja av nýggjum eg dugi jú annað enn telgja skurðgudar frameftir skoða av rennandi løki drekka rennur í stríðum streymum leskiligt drekkivatn balsam fyri sál og likam niður at húka og síðan drekka stóð har aftur bað meg drekka eg játtaði sá, hoyrdi, tevjaði tástaðni gav eg tí tysta eitt glas av frískum, rennandi kelduvatni skurðgudarnir vóru burturbeindir vorðnir til beinagrindir ein vælsigna sæla tess ásjón geislaði um allan heimin tó eftir sótu gamalmennini og telgdu sær skurðgudar jú fleiri og fleiri sum árini gingu krøkja seg fastan í hesar skurðgudar eins og maður í havsneyð einasta bjargingarbelti úr eygum teirra lýsti tómleikin tá humanisman vorðin til materialismu má eg steðga á og venda við aftur byrja av nýggjum á røttu ljósins leið materialistiski gudurin bert eitt í hyggju hevur hans einasta mál sprænir eitur oyðir og leggur alt í sor men illanstíð eg reisist á føtur skoði sólarroðan í eystri av sonnum frælsur tá eg verði eg stóð eftir einsamallur burtur úr ongum bleiv nakað lívið vendi aftur eg bleiv heilur óhumskan hvarv reinleikin fann veg av sonnum skurðgudar í mannalíki ein drepandi sótt fann meg sjálvan fekk sálarfrið hvønn morgun fyllist av kærleika Jú sanniliga er lívið dásamligt, fagurt, spennandi uttan skurðgudar. Des. 2000-12-13 Sólmundur Joensen Eitt land