fríggjadagur 6. oktober 2006síða 53
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Nr. 193 - 6. oktober 2006
FAROESE EARTH AND ENERGY DIRECTORATE
Lýst verður eftir tveimum jarðfrøðingum at byrja skjótast gjørligt.
Annað starvið er knýtt at landgrunsverkætlanini, har Jarðfeingi í
samstarvi við onnur fær til vegar og fyrireikar próvførsluna, sum
skal leggjast fyri landgrunsnevnd ST í tilknýti til áseting av ytra
markinum á landgrunsrondini uttan fyri 200 fjórðingamarkið.
Arbeiðið fevnir um ymiskar greinar av havjarðfrøði, einamest um at
tulka og í aðrar mátar viðgera seismiskar og aðrar jarðalisfrøðiligar
dátur og at skipa tær í ein dátugrunn.
Starvstíðin er treytað av serligari játtan til hesa verkætlan, sum
væntandi tekur nøkur ár.
Hitt starvið er tengt at uppgávum, sum Jarðfeingi ger í sambandi
við t.d. tunnilsverkætlanir, jarðvandakanningar og vatnkanningar.
Hetta arbeiðið fevnir um m.a. jarðfrøðiliga kortlegging, lýsing av
borikjarnum, kanning av landslagnum umframt um ráðgeving í
jarðfrøðiligum spurningum og uppsøkjandi virksemi í sambandi við
nýggjar verkætlanir.
Starvstíðin er m.a. treytað av uppgávunum, sum Jarðfeingi ger fyri
onnur, og tað røkkur í fyrsta lagi fram til árslok 2007.
Krøv til umsøkjarar
Setanin krevur eina vísindaliga útbúgving innan jarðfrøði. Dentur
verður lagdur á, at umsøkjarar hava førleika og royndir innan nýtslu
av teldutøkni í samband við greining av jarðfrøðiligum spurningum,
umframt góð evni at samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og
Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsóknir skulu vera Jarðfeingi í hendi í seinasta lagi 20. okt. 2006.
Adressan er: Jarðfeingi, postsmoga 3059, 110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Martin V.
Heinesen (martin.v.heinesen@jardfeingi.fo) ella Lis E. Mortensen
(lis.mortensen@jardfeingi.fo)
Jarðfeingi - Brekkutún 1 - Postsmoga 3059 - FO 110 Tórshavn
Tel: +298 357000 - Fax: +298 357001 - jardfeingi@jardfeingi.fo
Jarðfrøðingar til Jarðfeingi
Starvsfólk til Roknskapardeildina
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. Umleið 180 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, og árligi
umsetningurin var 378 milliónir krónur í 2005. Atlantic Airways hevur seks flogfør og tvær tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini
røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og
Noregi. Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið ein triðingur av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasam-
band til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore flúgving í Norðurhøvum.
www.flyfaroe.com
Søkt verður eftir starvsfólki til Roknskapardeildina
hjá Atlantic Airways. Starvið er eitt avloysarastarv,
og er tíðaravmarkað til eitt ár.
Arbeiðið fevnir um:
Alt vanligt bókhaldsarbeiði.
Krøv
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin:
• hevur kunnleika til bókhald
• hevur evni at samstarva og er ágrýtin
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góðan røkjuskap
• hevur kunnleika til at arbeiða við teldu
Vit bjóða eitt áhugavert starv við nógvum avbjóð-
ingum, og møguleika fyri fakligari og persónligari
menning í einum góðum og dynamiskum umhvørvi.
Avloysarin skal setast skjótast gjørligt, og setanar-
treytir verða avtalaðar nærri við setan.
Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og við-
mælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 19. oktober 2006. Nærri upplýsingar kunnu
fáast um starvið hjá Tórhalli Halgaklett, roknskapar-
leiðara á tlf. 34 10 35 ella e-mail:
torhallur@atlantic.fo.
Umsóknin skal sendast til:
Atlantic Airways, Steinbjørn Hardlei, starvsfólka-
leiðari, Vága floghavn, 380 Sørvágur, ella til
steinbjorn@atlantic.fo.
Atlantic Airways ger tað stuttligari at liva í Føroyum