mánadagur 9. oktober 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 194 - 9. oktober 2006
Leygardagin var ein olju
leki úr skipinum Atlantic
Navigator, sum lá við
bryggju í góðshavnini í
Klaksvík, orsøk til eina
stóra oljudálking á vágni í
Klaksvík.
Bjargingarbáturin Ziska
legði oljusperringar um
Atlantic Navigator, og sam
an við øðrum bátum reins
aðu teir vágna í umleið 22
tímar.
Vakthavandi frá Klaks
víkar Havn sigur, at hetta er
størsta oljudálking, sum tey
hava upplivað í Klaksvík.
Tá teir vóru lidnir at
reinsa, høvdu teir fingið
2500 litur av spillolju upp.
Í gjáramorgunin vóru teir
runt kannaðu eftir, og tað sá
út til, at tað hevði eydnast,
at reinsa alla oljuna.
Tað var Klaksvíkar Sløkk
ilið sum stóð fyri reins
ingini, og fingu eisini hjálp
frá Runavíkar Havn, sum
hevur eina serliga pumpu at
reinsa olju við.
ella
Oljudálking í Klaksvík
Fríggjakvøldið fóru
tveir bilar útav
vegnum uttanfyri
Hvalbiartunnilin.
Tann fyrri fór útav
umleið kl. 18.15 og
tann seinni umleið
tveir tímar seinni, á
júst sama staði
ferðsluóhapp
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Hósdagin var ein grein í
Sosialinum, har víst var á,
at tað eru fleiri trygdarkrøv,
sum Hvalbiartunnilin ikki
lýkur. Eitt av mongum krit
ikkpunktum var:
- Ongin vatnrenna er í
norðara enda í tunlinum,
so í frosti er vegurin sera
hálur langt inn í tunnilin,
samstundis sum krapt sving
er í vegnum beint uttan
fyri tunnilin... og tað er til
stóran vanda fyri bilar og
ferðandi.
Fríggjakvøldið fóru tveir
bilar útav vegnum beint utt
an fyri Hvalbiartunnilin og
hugsast kann, at júst hetta
var orsøkin til óhappini.
Av
løgreglustøðini
í
Suðuroy siga tey, at vegur
in uttan fyri tunnilin var
hampiliga turrur, og at
orsøkin allarhelst var, at
dekkini á bilunum vóru
blivin vát í tunnilinum,
og at bilførararnir tí mistu
tamarhaldið, tá teir komu
í knappa svingið uttanfyri
tunnilin.
Eingin
persónsskaði
hendi av óhappunum, men
annar bilurin fór illa, með
an gronin fór á hinum bil
inum.
Tveir bilar útav uttan
fyri Hvalbiartunnilin
Ein lastbilur fer her avstað við øðrum av bilunum, sum fóru útav uttanfyr Hvalbiartunnilin
fríggjakvøldið
Mynd: Áki Bertholdsen