mánadagur 9. oktober 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 194 - 9. oktober 2006
tíðindi
Árnafjarðar
Róðrarfelag varð
endurstovnað í fjør,
men hevur longu lagt
til brots við stórum
ætlanum.
- Skal tú dríva ítrótt
í dag, krevst eisini at
tú hevur góð hølir
og góðar umstøður
til venjing. Annars
fært tú ikki fólk at
trívast, sigur Atli S.
Justinussen, formaður
í felagnum.
Kappróður
Orð & myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Árnafjørður: Hóast bygdin
er lítil, er kortini einki sum
heldur bygdarfólkinum aft
ur í at hava ætlanir um
framburð.
Í løtuni stendur eitt rætti
liga stórt kappróðrarneyst í
gerð á havnarlagnum. Hetta
skal verða liðugt fyri jól
í ár.
- Tá hetta er greitt verða
lunnar lagdir fyri eini veru
ligari menning av kapp
róðrinum í bygdini, sigur
Atli S. Justinussen, for
maður í Árnafjarðar Róð
rarfelag.
Umframt nýggja neystið
fær felagið eisini ein nýgg
jan kappróðrarbát komandi
ár – og ein aftrat um eini
2-3 ár.
Trý ár á rað
Skal ein hyggja eftir kapp
róðrinum í bygdini, so er
neyðugt at fara aftur til
1964, tá fólk tóku stig til
at manna eitt áttamannafar
– Árnfirðing.
Tey fyrstu árini læntu
teir sær bát, men úrslitini
vóru ikki heilt til vildar.
Hetta lótu teir kortini ikki
við seg koma, og ynsktu
nú sjálvir at lata byggja
ein kappróðrarbát. Fyrst tá
kom broyting í.
- Ja, úrslitini vóru í roynd
og veru so góð, at árini
1966, 67 og í 68 gjørdust
teir føroyameistarar.
- Hetta var samstundis fyr
stu ferð at eitt áttamannafar
hevði vunnið eitt FM-heiti
trý ár á rað!, staðfestir Atli.
Hóast góðu úrslitini, so
var tað eitt øgiligt baks hjá
monnum at fáa bátin til
høldar. Hann var í roynd
og veru goymdur í einum
húsi, ið lá rættiliga ovarlaga
í bygdini.
Nakað inn í 70’ini góvust
menn aftur at rógva, og
báturin varð læntur út til
onnur feløg at brúka. Tað
skuldu kortini ganga útivið
30 ár, til fólk aftur av álvara
byrjaðu at tosa um kapp
róður í Árnafirði.
Í fjør varð nevniliga
Árnafjarðar
Róðrarfelag
endurstovnað við Atla S.
Justinussen sum formanni
og við eini greiðari ætlan
um at útvega felagnum egið
kappróðrarneyst.
Hóast stutt er fráliðið síð
ani tá er longu væl fingið
av skafti: Seinni í ár skal
kappróðrarneystið nevn
iliga verða klárt at taka í
nýtslu!
Góðar umstøður
Tað var kortini ikki bert
felagið sum varð endurstov
nað í fjør. Menn drógu tann
gamla kappróðrarbátin –
áttamannafarið Árnfirðing
- út aftur úr neystinum og
luttóku í FM-róðrunum.
Hóast hann róði saman
við fleiri nýggjum bátum,
stóð hann seg rættiliga væl,
og helt í roynd og veru 5.
plássið alt kappingarárið. Í
ár var úrslitið ikki eins gott,
men menn høvdu kortini
gott mót alt árið.
- Vit sóu skjótt, at skuldi
kappróðurin halda fram her
í bygdini, so var neyðugt at
vit fingu betri umstøður.
- Skal tú dríva ítrótt í dag,
so krevst eisini at tú hevur
góð hølir og góðar umstøður
til venjing. Annars fært tú
ikki fólk at trívast. Tí fóru
vit undir at byggja hetta
kappróðrarneystið, sigur
formaðurin í kappróðrarfel
agnum.
Hetta er samstundis fyr
sta kappróðrarneystið í
Norðoyggjum sum verður
bygt sum kappróðrarneyst
og
sum
eisini
hevur
venjingarhøli!
FM-heiti í framtíðini
Hóast felagið nú fær bestu
umstøður at virka undir, so
er Atli kortini avmáldur, tá
hann tosar um vónirnar fyri
framman.
Felagið hevur bílagt ein
nýggjan bát ístaðin fyri
tann gamla, sum stavar
heilt aftur frá 1965. Tað er
bátasmiðurin, Sámal Han
sen sum skal smíða teimum
bátin.
- Vit hava enn ikki
avgjørt um tað verður eitt
áttamannafar ella seksmann
afar, sum hann skal byggja.
- Men tað taka vit støðu
til, tá hann er klárur at fara
undir okkara bát. Vit vóna
kortini, at hann verður
klárur til komandi kappróð
rarár, sigur Atli.
Hóast hetta stigið so er ein
gin – heldur ikki nevndini í
felagnum - sum væntar at
tann nýggi báturin stendur
sum FM-vinnari á ólavsøku
komandi ár. Ætlanin er tó at
fáa nøkur góð úrslit.
Við tí nýggja bátinum
verða umstøður skaptar til
at byrja heilt frá botni av
við kappróðrinum.
- Men um vit hyggja eini
5-6 ár fram í tíðina, so
trúgva vit uppá at tað fer at
bragda við úrslitum, slær
Atli róligur fast.
Lítið felag við stórum ætlanum
Manning
aðrastaðni frá
Í Árnafirði búðu við
ársskiftið 49 fólk. Men
hetta heldur kortini ikki
bygdarfólkinum
aftur
í at hava ætlanir fyri
kappróðurin í framtíð
ini.
Sum
flest
onnur
ítróttarfeløg í landin
um – um so talan er
um fótbólt, hondbólt
ella annað – hevur
Árnafjarðar Róðrarfelag
eisini tørv á hjálp uttan
ífrá til at manna bátarnar
hjá felagnum.
- Vit gera tað sama sum
tey og fara at fáa fólk
aðrastaðni frá at hjálpa
okkum. Við Norðoyatun
linum er skjótt hjá fólki
at ferðast aftur og fram.
- Okkara uppgáva verð
ur tí at verða góð við
hetta fólkið, taka okkum
væl av teimum, og so at
bjóða teimum tær bestu
umstøðurnar til venjing.
- So kunnu úrslitini al
tíð koma, sigur Atli S.
Justinussen.
Framtíð fyri sær
Nýggja kappróðrarneyst
ið sum verður bygt á
havnarlagnum í bygdini
fer at kosta einar 2 mió.
kr. Eftir ætlanini skal tað
standa liðugt á jólum í
ár.
Felagið setti sær sum
mál at fáa hetta loyst úr
lagdi, og nú er tað so eyd
nast teimum.
-Tað nyttar einki at
sita úti á bygdunum og
grenja. Er ikki onkur her
sum tekur stig til okkurt,
ja so hendir einki.
- Og tað er júst tað
sum vit hava gjørt, sigur
Atli.
Teir hava haraftrat
bílagt sær ymiska útgerð
við venjingarnar, m.a.
rógvimaskinur,
renni
bond og annað sum nat
úrliga hoyrir við til eitt
slíkt neyst.
Skilligt er, at fólk hava
góðar vónir fyri kappróð
urin í Árnafirði í fram
tíðini.
- Ja, vit hava eisini bílagt
eitt fimmmannafar. Men
tað fáa vit fyrst um eini
2-3 ár!, sigur formaðurin
í kappróðrarfelagnum.
Kappróðrarneystið í Árnafirði er stórt og verður væl útgjørt við øllum tí, sum hoyrir til eitt slíkt. Hetta skal verða við til at menn
kappróðurin í bygdini til avbjóðingar – og vónandi góð úrslit – í framtíðini
- Hyggja vit eini 5-
6 ár fram í tíðina, so
vænta vit at tað fer at
bragda við úrslitum hjá
kappróðrarfelagnum,
sigur Atli S. Justinussen,
formaður í Árnafjarðar
Róðrarfelag
Áhugaverd
heimasíða
Umframt at felagið
er virkið við árunum,
er felagið somuleiðis
virkið tá talan er um
nýmótans tøkni og sam
band.
Á heimasíðuni www.
arf.fo ber til at síggja
søgu felagsins í orðum
og myndum, eins og
áhugavert tilfar er um
kappróðurin í bygdini.
Haraftrat ber til at tekna
seg sum lim í hesum
virkna felagnum.
sb.