Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 197 - 12. oktober 2006 Hetta er evnið í fyrsta føroyska operu-verkinum, Í Óðamansgarði, sum í kvøld verður frum­ framført í Norður­ landahúsinum. Tón­ listin er eftir Sunnleif Rasmussen, sum hesi seinni árini, meiri enn nakar annar, hevur lyft føroyskan tónleik upp á eitt altjóða støði. Sunnleif er nýafturkomin úr Berlin, har eitt kór­verk eftir hann við støði í skapanar­ søguni, varð fram­­ ført um viku­skiftið. Eftir eina royndar­ framførslu týskvøldið fann blaðmaðurin Sunnleif á máli og skifti nøkur orð við hann um operuna og íkomu hennara Føroysk opera Carl Johan Jensen cjj@post.olivant.fo Hetta er eitt musikalskt fjøl­ listaverk. Meginhugskotið er at siga eina søgu, sum kemur fram í einari m u s i k d r a m a t i s k a r i tilgongd, sigur Sunnleif. Hetta er so at siga ein myndvevnaður av ljóðum, sum ísenn skapar hugløg í leikgongdini og drívur hana fram. Í so máta er verkið ikki øðrvísi enn aðrar operur. Blaðm.: Kortini er verk­ ið, nú havi eg sæð tað eina­ferð, eingin siðbund­in opera? Nei. Siðbundin opera eyð­ kennist av tí, sum vit kalla recitativ, t.v.s. at øll tilsvør ymiskt verða sungin ella framborin á sangkendan hátt, antin talan er um dialog ella monolog. Tað verður ikki gjørt í sama mun her. Einasti lutverkið, sum verður sungið upp á hevdbundnan máta, er lut­verkið hjá Óðamanni. Verkið er í roynd og veru ein samanblandingur av mong­um stílgreinum. Blaðm.: Ella við mynd­ listarligum orðalagi, bland­ að tøkni? Ja, tað er ikki av leið. Sjálvur plagi eg at siga, at upprunamerkingin av orðinum musikkur, um tú leitar eini túsund ár aftur í tíðina, er ikki tónleikur burturav. Hugtakið var meira fjølkynjað enn so. Hevði í sær bæði skaldskap, dans, drama og tónleik. Tak eitt nú føroyska dansin (hóast eingin ljóðføri sum so verða nýtt í honum). Síðani er musikkur so kom­­in at merkja tónleik burt­urav. Hitt er við tíðini sáldað frá. Men upprunin er sum sagt nógv meira samansettur. Blaðm.: Eigur tú einsa­ mallur uppleggið, bæði tað tónlistarliga og tað dramat­ iska? Nei. Ikki tann dramatiska partin. Honum hevur Dánjal Hoydal í høvuðsheitum staðið fyri. Tað tók drúgva tíð hjá okkum, at tosa okkum saman og finna eina felags grund at byggja á. Eg hevði mínar hugmyndir um, hvussu hetta skuldi vera, og royndi at fáa hann at samtykkjast við tær. Fyrsta uppskotið, hann kom við, var at gera eitt slag av sangleiki, líkasum ein musical, við sangi og leiki hvørt um annað, men tað hevði eg lítlan hug til. Mín grundhugmynd var, at teir báðir søgupersónarnir hjá Williami Heinesen, t.e. Marselius og Stella Kristina, skuldu vera tveir so heilskapaðir persónar, sum tað nú bar til at fáa teir í einum musikkdramatiskum verki. Tey skuldu kenn­ ast sum verulig fólk, vera kjøt og blóð á pall­ in­um, einstaklingar, sum tosaðu og bóru seg menn­ iskjansliga at. Ikki sum í siðbundnari operu, har per­sónslýsingarnar verða stíl­førdar í sangi. Tak eitt nú ariuna, sum eyðkennir hevdbundna operu. Í ariuni verður eitt kenslulag ella ein sinnistilstandur fastfrystur og síðani viðgjørdur fyri seg tónlistarliga í einar fimm minuttur ella so. Eg vildi afturímóti ikki, at sangararnir skuldu syngja ariur, men í staðin vera eitt slag av rødd aftanfyri, við síðuna av, áðrenn ella frammanfyri tað, sum verð­ ur sagt ella talað á pallinum, tað, sum fer fram millum persónarnar í søguni. Blaðm.: Men tað júst hatta, sum tekur seg eitt sindur fremmant út í mun hevdbundna operu, har sang­ararnir eru leikarar og øvut. Her eru hinvegin tríggjar sundurskildar vídd ­ ir: leikarar, sangarar og dansarar. Ja, dansararnir. Tað var nokkso skjótt, at vit vildu hava teir upp í eisini. Verkið snýr seg jú um ung fólk ella beinavegin børn, ið hvussu er í byrjanini. Her er tí nógv og lívligt hugflog uppií. Marselius og Stella Kristina liva í eini sovorðnari hálvímyndaðari verð, sum børnum líkt. Tey gera seg at vera fuglar t.d. og flúgva út um hugans víðavangir. Og nettupp hetta orðið at flúgva spældu vit okkum nógv við, Dánjal og eg, tá ið vit settu fyrstu aktina saman. Blaðm.: Hvussu skipaðu tit samstarv tykkara, eg meini, skrivaði tú tónleik og Dánjal síðani tekst? Nei, nei. Vit tosaðu, sum nevnt nógv saman. Hann skrivaði uppskot og sendi mær. Eg gjørdi so viðmerkingar til tað, ið hann hevði sett á blað. Eg fór, satt at siga, ikki undir at skrivað tónleikin, fyrrenn allur teksturin var heilt liðugur. Treyðugt so, okkurt havi eg í tí arbeiðinum broytt í tekstinum, ymiskt, sum eg helt kundi riggað betur í teirri musikalsku heildarmyndini, men tað var ikki tað nógva kortini. Blaðm.: Verkið er bygt á samnevnda stuttsøgu eftir William Heinesen. Hvussu standa stuttsøga og opera í mun til hvørja aðra? Súmbolikkurin og grund­ tema eru tey somu, haldi eg. Syndafall. Erotikkur. Deyðin. Makt og avmakt í viðurskiftunum millum fólk, sum eru tætt knýtt at hvørjum øðrum, ja, enntá óloysiliga, men kortini spæla hetta spælið, ið vit øll kenna, tú veit: ver hjá mær, vík frá mær. Og so er tað einsemin. Henni, sum vit øll sita eftir við, tá ið av tornar. Blaðm.: Eg skilji á lag­ num, at Eyðun Johannesen eisini hevur havt eina hond uppií? Jú, tað er beint. Hann hevur verið ein hollur stuð­ ul sum dramaturgiskur ráð­gevi. Hann kom inn í hesa tilgongdina av og á við góðum ráðum og legði okkum lag á. Blaðm.: Tað ljóðaði eis­ ini, at hann skuldi leikstýra uppsetingini? Tað passar. Men so noydd­ ist hann undir skurð niðri, so honum barst frá og Ria Tórgarð tók uppgávuna á seg í staðin. Blaðm.: Í einum viðtali í íslendska Morgunblaðnum við Eyjólf Eyjólfsson, ein teirra, sum syngur í Óða­ mannagarði, var nevnt, at arbeitt var við at selja operuna uttanlands, hvussu er við tí? Jú, ymiskt er í um­búna. Higar koma eini seks fjøl­ miðlafólk til frum­fram­ førsluna, m.a. frá BBC, The Times og Opera-Welt. Helst koma umboð fyri operahús eisini. Nú er tað soleiðis, at flestu operahús hava fingið tøkniliga útgerð til at teksta sýningar, næstan sum í sjónvarpi, so tað er lagamanni at framføra á hvørjum máli sum er. Blaðm.: So tit hava egnt línuna væl, skilji eg? Ja, tað vil siga, at tað er forlagið hjá mær, sum stendur fyri tí. Blaðm.: So tað verður ikki gjørt gjøgnum Norður­ landahúsið, meðni, ella før­oyskar myndugleikar? Nei, tað verður tað ikki. Og tó, Ferðaráðið hevur goldið fyri tvey av hesum fjølmiðlafólkunum, ið koma, og eisini skipað fyri út­ferðum. Blaðm.: Hvørji eru út­lit­ ini fyri verkinum uttan­ oyggja? Nú veit eg ikki skil á øllum, sum hendir úti í opera­heiminum, men sjálv­ ur havi eg so ongantíð sæð hetta uppleggið ella kon­ septið fyrr. Tað er sjálvandi altíð spennandi at vita, hvussu leikur fer, serliga tá ið tú, sum í hesum førin­ um, roynir nýggjar leiðir. Men sum heild haldi eg, at endaliga úrslitið, listarliga, ið hvussu er, er í góðum samsvari við tað, eg upp­ runaliga ætlaði. Erotikkur, flog og hin óumberliga einsemin