Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-12, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 12. oktober 2006 37 tíðindi SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond -Noreg er vælkomið at royna semju millum okkum og USA, um nakað kann koma burturúr (norðurkoreanskur diplomatur). Nógvir New York- búgv­ar hildu, at yvir­gangs­menn vóru á ferð, tá eitt lít­ið flogfar rendi á eini íbúiðarhús á Man­hatt­ an í gjár. Og so var tað jú 11. oktober. -Sjálvandi var tað tað fyrsta, eg hugsaði, sigur Josef Cap við altjóða tíð­ind­a­stov­ur­­n­ ar. Sløkkiliðsbilar og løg­reg­ lu­bil­ar í stórum tali vóru skjót­ir til Upper Street á Man­hatt­an, tá boð komu um, at eitt lítið flogfar hevði rent á ein meiri enn 50 hæddir høgan í­búð­ar­bygn­ ing. Í luftini sveimaðu flei­ri tyrlur, og fólk í stórum tali komu at vita, hvat var á­fatt. Fólk, sum búðu í í­búð­ar­hús­ un­um, kvikaðu sær út, og tey, sum ikki vóru heima, tá flogfarið rendi á húsini, sluppu ikki inn, tí løgreglan forðaði teimum. Amerikonsku mynd­ug­­ leik­­ar­­nir váttaðu í gjár­kvøld­ ið, at teir settu allar trygd­ ar­skip­a­n­ir í verk, tá tað frættist, at eitt flogfar hevði rent á eini háhús í New York. Verjumálaráðið Pen­ ta­gon váttaði, at tað hevði sent fleiri jagaraflogfør á flog uppi yvir teimum stóru býunum, men tey fingu tó skjótt boð um at venda aftur, tá tað gjørdist greitt, at talan var ikki um yvir­gang, men um eina van­ lukku. Tað vísti seg, at talan var um eitt lítið flogfar við tveim­um monnum umborð. Annar teirra var ein kendur basaball-spælari, Cory Lid­ le, sum var í ferð við at læra til flogskipara. Hin maðurin var lærari hansara. Báðir doyðu í vanlukkuni. Í mars í 1982 datt eitt norskt innanríkisflogfar niður í Norðurnoregi undir løgnum umstøðum. Nú fáa tey avvarðandi endurgjald. Flogfarið, sum var av slag­ num Twin Otter, var á veg úr Berlevåg til Mehamn, tá tað brádliga hvarv. Fólk høv­ du hoyrt flogfarið, og alt tók­t­ist vera sum vanligt, til ljóð­ið hvarv. Tríggjar dagar sein­ni varð vrakið funnið á hav­botn­in­um. Tey 15, sum vóru við, vóru deyð. Um hetta sama mundið var ein hernaðarvenjing í Norð­ur­noregi, og fólk vildu vera við, at flogfarið mundi hava stoytt saman við eitt bretskt hernaðarflogfar, tí bretsk flogfør vóru á van­ luk­ku­leiðini, tá flogfarið hvarv. Tað hevur tikið sera drúg­ va tíð at finna útav, hvat veru­liga hendi, og hóast tríggj­ar kanningarnevndir hava kannað tilburðin, hev­ ur eingin teirra nakað enda­ ligt svar. Tann seinasta frá­ greiðingin kom í september í fjør, og har stóð, at tað er neyvan hugsandi, at ferða­mannaflogfarið og eitt av hernaðarflogførunum stoyt­tu saman. Kann­in­gar­ nevnd­in helt harafturímóti, at hæddarmátarin í norska flog­fari­num var farin av lagi orsakað av óvanliga hørð­ um turbolensi, og at tað var o­r­søk­in til vanlukkuna. Av­varðandi hjá teimum, sum doyðu í vanlukkuni, hava øll árini kravt end­ur­ gjald, og í vár samtykti Stór­ting­ið eina serliga end­ur­gjalds­skip­an fyri Me­hamn-vanlukkuna. Tað er sambært henni, at tey av­varð­andi nú fáa smáar níggju milliónir norskar krón­ur í endurgjaldi. Hjún­ ar­fel­agi, sambúgvi og børn fáa 200.000 krónur, meðan for­eld­ur og systkin fáa 50.000 krónur. Nøkur fáa tó eitt sindur meiri. Norðurkorea er til reiðar at lata Noreg royna semju í kjarnorkutrætuni við USA, um nakað kann koma burturúr. -Noreg er hjartaliga væl­ kom­ið at virka sum sem­ ing­s­mað­ur, um tað kann med­vir­ka til at loysa trup­ ul­leik­ar­nar, sigur Kim Su Yong á norðurkoreonsku sen­di­stov­uni í Stockholm við Dagsavisen. Hann ger vart við, at Norð­ur­kor­ea hevur ikki tosað við mynd­u­g­leik­arnar í Oslo um spurn­ing­in, men í norska uttan­rík­is­ráð­num fær hugskotið góða mót­ tøku. -Tað er kortini greitt, at tað eru teir, sum mugu taka tað fyrsta stigið, sig­ur Raymond Johansen, sum er ríkisskrivari í uttan­ríkis­ráð­n­ um. Hann leggur samstundis dent á, at ein møguligt norsk vælvild merkir ikki, at Noreg góðkennir tann norðurkoreanska kjarn­orku­ politikk­in. Norsk­ir myndugleikar hava fyrr verið millumlið mill­um Norðurkorea og USA. Seinast var, tá ein týð­andi norskur diplomatur var í Norðurkorea. Á veg heimaftur kunnaði hann amerikanska vara­uttan­ríkis­ ráð­harr­an Christopher Hill um tingingarnar í Norð­ur­ kor­ea, skrivar Dagsavisen. Eldur kom í fleiri íbúðir, tá tað lítla flogfarið rendi á háhúsini. Hildu tað vera yvirgang Avvarðandi fáa endurgjald 24 ár eftir flogvanlukku Noreg kann royna semju millum Norðurkorea og USA