fríggjadagur 13. oktober 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 198 - 13. oktober 2006
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna søkir eftir løgfrøðingi til spennandi starv á
stjórnarskrivstovuni.
Starvið
Sum løgfrøðingur ráðgevur tú borgarstjóra, stjórn og starvsfólki, og
tú ert við til at menna mannagongdir og fyrisitingarliga førleikan í
kommununi. Í ávísan mun málsviðger tú og samskiftir við borgarar,
virkir og myndugleikar, í serligum málum, ið eru latin stjórnar-
skrivstovuni at avgreiða.
Tórshavnar kommuna bjóðar tær eitt starv í einum spennandi og
dynamiskum umhvørvi, við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfak-
ligum uppgávum, ið geva tær góðar møguleika fyri fakligari og
persónligari menning.
Setanin
Sum umsøkjari mást tú hava lokið løgfrøðisligt embætisprógv. Vit
ynskja, at tú hevur viðkomandi royndir og helst innan almenna
fyrisiting. Tú mást duga væl at samskifta og samstarva bæði innan-
og uttanhýsis.
Vit seta starvið skjótast til ber og løna sambært sáttmálanum
millum BLF og FMR. Vit kunnu bjóða setan sum ráðgevi, um førleikin
og royndirnar eru til tess. Vit bjóða eisini skeið og eftirútbúgving.
Vit kunnu greiða tær meira frá starvinum, um tú ringir til Jens
Marius Poulsen, kommunustjóra, ella Heðin Mortensen, borgarstjóra,
tlf. 302010. Tú kanst eisini spyrja okkara fráfarandi løgfrøðing
Eyðbjørn Larsen.
Umsókn
Tiltalar hetta teg, so send eina umsókn saman við viðmælum og
prógvum til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn.
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi 30. oktober 2006,
kl. 12.00.
Tórshavnar kommuna
Løgfrøðingur
hevur opið mánadag, týsdag og hósdag frá kl. 9.00 til 11.30.
Børn, ið onki dagrøktarpláss hava, eru vælkomin í spælistovuna saman við foreldrunum.
Tórshavnar kommuna
Spælistovan í Margarinfabrikkini
Stongt
Sjúkrakassin er stongdur vegna feriu frá 25. oktober
til 2. desember 2006, báðir dagar íroknaðir.
Í hesum tíðarskeiði verður eingin útgjalding. Tey,
ið hava rokningar til endurrindan, verða biðin um
at lata tær inn í seinasta lagi 19. oktober 2006.
Um neyðugt er at fáa samband við sjúkrakassan í
feriuni, er formaðurin at hitta á tlf. 424211.
Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis
Søkt verður eftir
pedagogi
at byrja 1. novembur ella skjótast
tilber!
Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við
vøggustovu, barnagarði, útibarnagørðum og frí
tíðarheim. Vit taka dagliga ímóti 138 børnum í
aldrinum 09 ár.
Í tí námsfrøðiliga arbeiðinum taka vit støði í »tí
integreraðu bakgrundini« hetta merkir at tað í
Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði børn og vaksin
kunnu seta síni spor her. Vit eru serliga upptikin
av hvat hevur týdning fyri børnini, og leggja vit
gerandisdagin til rættis eftir tí. Vit leggja stóran
dent á, at varða um øll børnini.
Vit søkja eftir pedagogi til vøggustovuna, 30 tímar
um vikuna.
Lønar og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Annie Joensen leiðara 217789.
Umsóknir til starvið, saman við upplýsingum um
útbúgving og royndir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 25. oktober 2006.
Mylnuhúsið
Mylnugøta 10 · 700 Klaksvík
mylnuhusid@mylnuhusid.fo
lýsingar
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo