fríggjadagur 13. oktober 2006síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 198 - 13. oktober 2006
Vin
n ei
na s
kíðf
erð
fyri
2 vaksin
og 2 bø
rn frá
Smyr
il L
in
e
Á akfjøl í Voss og Hemsedal
Møguleiki er eisini fyri at gera annað enn at standa á skíð,
bæði í Voss og í Hemsedal. Í báðum støðum er møguleiki
fyri at standa á »snowboard« – ella akfjøl sum tað eitur á
føroyskum. Ein kavaskutara kann ein eisini leiga, um áhugi
er fyri hesum.
Dagsins spurningur
Hvussu verður akfjølin eisini ofta rópt?
Surfboard
Blackboard
Snowboard
Í samstarvi við Smyril Line fara vit hvønn dag í 14 dagar at skipa fyri eini
spurnarkapping. Nýggjur spurningur verður hvønn dag í Sosialinum. Jú fl eiri
svar tú sendur inn, jú fl eiri møguleikar hevur tú at vinna. Svarlepin skal tó vera
kliptur úr blaðnum – avrit verður ikki góðtikið. Seinasta freist at senda inn er
mikudagin 18. oktober. 2006.
Vinningur: Ferð fyri 2 vaksin og 2 børn við bili á leiðini Tórshavn-Bergen og aftur í 4
koyggjukamari við vindeyga og wc/bað. Allar máltíðir umborð eru íroknaðar. Hartil 9
nætur í íbúð fyri 4 persónar á Fleischers Apartment í Voss í Noregi. (máltíðir ikki
íroknaðar). Virðið á ferðini er uml. kr. 11.995,-.
Navn:
Bústaður:
Tlf. nr:
Sendi okkum loysnina til:
Sosialurin
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Merk brævbjálvan »Skíðkapping«
VIRÐI:
11.995,-
Starvsfólk til Roknskapardeildina
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági. Umleið 180 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, og árligi
umsetningurin var 378 milliónir krónur í 2005. Atlantic Airways hevur seks flogfør og tvær tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini
røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalondunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og
Noregi. Virksemið veksur í øðrum londum, og umleið ein triðingur av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasam-
band til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore flúgving í Norðurhøvum.
www.flyfaroe.com
Søkt verður eftir starvsfólki til Roknskapardeildina
hjá Atlantic Airways. Starvið er eitt avloysarastarv,
og er tíðaravmarkað til eitt ár.
Arbeiðið fevnir um:
Alt vanligt bókhaldsarbeiði.
Krøv
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin:
• hevur kunnleika til bókhald
• hevur evni at samstarva og er ágrýtin
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góðan røkjuskap
• hevur kunnleika til at arbeiða við teldu
Vit bjóða eitt áhugavert starv við nógvum avbjóð-
ingum, og møguleika fyri fakligari og persónligari
menning í einum góðum og dynamiskum umhvørvi.
Avloysarin skal setast skjótast gjørligt, og setanar-
treytir verða avtalaðar nærri við setan.
Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og við-
mælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 19. oktober 2006. Nærri upplýsingar kunnu
fáast um starvið hjá Tórhalli Halgaklett, roknskapar-
leiðara á tlf. 34 10 35 ella e-mail:
torhallur@atlantic.fo.
Umsóknin skal sendast til:
Atlantic Airways, Steinbjørn Hardlei, starvsfólka-
leiðari, Vága floghavn, 380 Sørvágur, ella til
steinbjorn@atlantic.fo.
Atlantic Airways ger tað stuttligari at liva í Føroyum
Sethús til sølu
Sethús á matr. 49a á Sandi. Húsini eru í tveimum
hæddum, hvør hæddin 50 kvm. gjørd av betong og
klædd við plasttilfari. Giðring er um húsini við
træverki. Húsini eru frá miðs. í 30-árunum og
grundøki er uml. 580 kvm. Sunnanfyri vegin er
eisini eitt stykki sum er 406 kvm. stórt og sum ein
kann byggja á.
Meiri á heimasíðu okkara, www.bkv.fo
BKV Terji Dalsgaard
Tlf. 361 376
Kring Føroyar...
www.bkv.fo
lýsingar