týsdagur 16. januar 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Myndugleikarnir í
Lerwick fara at brúka
um 25 milliónir
krónur upp á nýggju
ferjulegu til Norrønu
HETLAND
Eyðun Klakstein
Hetlendingar fara at hava
eina nýggja ferjulegu klára,
tá nýggja Norrøna fer í
sigling í 2003.
Havnamyndugleikarnir í
Lerwick eru farnir undir
fyrireikingarnar til nýggju
ferjuleguna í hetlendska
høvuðsstaðnum, sum fer at
kosta um 25 milliónir krón-
ur.
– Vit vænta okkum nógv
av nýggju Norrønu, og tí
fara vit at byggja nýggja
ferjulegu, so vit kunnu fáa
sum mest burtur úr sam-
bandinum, sigur Leslie
Angus, sum er havna-
nevndarlimur í Lerwick.
Hann er eisini formaður í
hetlendska
menningar-
grunninum, sum fríggja-
dagin váttaði, at hann fer at
seta 50 milliónir krónur í
Smyril Line.
Eisini nýtt í Íslandi
Kommunan á Seyðisfirði í
Íslandi skal eisini byggja
nýggja ferjulegu til nýggja
skipið hjá Smyril Line.
Ferjulegan á Seyðisfirði
fer at kosta millum 50 og
60 milliónir krónur.
Nýggja Norrøna er mun-
andi størri enn núverandi
Norrøna, og tað fer eisini at
hava við sær, at broytingar
mugu gerast við havnalagið
í Havn, har føroyska havnin
hjá Norrønu er.
Gongst alt sum ætla, fer
nýggja skipið hjá Smyril
Line í sigling í 2003.
Fyriskipararnir hava
nú býtt teir 38
bólkarnar út á fýra
innleiðandi umfør,
sum verða komandi
vikurnar
PRIX FØROYAR
Eyðun Klakstein
Nú er greitt, hvussu teir
mongu
bólkarnir,
sum
meldaðu seg til ársins Prix
Føroyar, skulu kappast í
innleiðandi umførunum.
Fýra innleiðandi kapp-
ingar verða kring landið, og
bólkarnir eru býttir so javnt
sum tilber. Tvey umfør
verða við 10 bólkum, og
tvey umfør við 9 bólkum.
Hetta gevur 38 bólkar, og
tað er ein færri enn teir 39,
sum
meldaðu
seg
til.
Dynamitt 2000 tók seg í
síðstu viku burtur úr kapp-
ingini aftur.
Villmenn til Vágs
Fyrsta innleiðandi umfarið
verður um smáar tvær vikur
í Vági.
27. januar fara Z-Free,
Multiple Choice, Diatribes,
Týr, Feedback, Noplay,
Clickhaze, B&Z og Holgar
og Villmenn at kappast í
VB-húsinum.
Av hesum bólkum kann
nevnast, at Clickhaze var
eitt av spennandi og nýggju
nøvnunum í seinastu Prix
Føroyar kappingini. Bólk-
urin var við í finaluni fyri
tveimum árum síðani.
Diatriabes hevur luttikið
fleiri ferðir áður, og somu-
leiðis er eisini við vága-
monnunum í Holgar og
Vilmenn, sum hesaferð
skulu spæla í Suðuroy.
Janus á egnum
beinum
Næsta innleiðandi umfarið
verður á Strondum 3. febr-
uar, og í hesum umfarinum
verða bólkarnir FLUX,
Epot, I am, No Connection,
Marigold, Janus Trúgvason,
Grønt Fót Slím, Pínadoyð,
Phantoms og Side Effect.
FLUX kom fram í kapp-
ingini fyri tveimum árum
síðani, og talan er um
spennandi og ungan bólk úr
Eysturoynni.
I Am hava givið fløgu út
síðani seinastu kappingina,
tá teir eisini luttóku, og nú
fara teir at royna seg enn
einaferð.
Janus Trúgvason fer at
framføra
sum
solistur.
Hann hevur áður spælt í
duoini Safir, sum luttók í
fyrstu Prix Føroyar kapp-
ingini í 1995 og sum eisini
hevur eina útgávu á baki.
Regnar í Klaksvík
9 bólkar verða við í kapp-
ingini, sum verður í KÍ-
høllini í Klaksvík 23. feb-
ruar.
Bólkarnir eru Human
Chaos, PS, Tám, Daybreak,
All that Rain, Lítla Rúm,
Hokus Pokus og IRIS.
Kendasti av hesum bólk-
um er helst All that Rain,
sum er mannaður við tón-
leikarunum, sum áður hava
gingið undir navninum
Kjølar. Teir hava fyrr staðið
seg sera væl í Prix Føroyar
kappingum.
Bólkarnir PS og IRIS eru
lokal umboð, og í bólkinum
Tám er ein vælkend song-
kvinna á odda. Tað er
Sólva, sum eisini spældi í
bólkinum Sólva og Berg-
menn.
Undir somu dýnu í
Miðvági
Seinasta innleiðandi umfar-
ið verður í Miðvági 3.
mars, og í hesum umfarin-
um verða 10 bólkar við.
Teir eru Tangz, YST, Déjá
Vu,
Happy,
Masha,
M.M.M., Ahou, 200, MAS
og Legazy.
Bólkurin Tangz er helst
tann kendasti av hesum.
Bólkurin var við í finaluni
fyri tveimum árum síðani,
og bólkurin hevur eisini
havt eitt hitt við sanginum,
sum gongur fyri seg undir
somu dýnu.
200 hevur luttikið á Prix
Føroyar áður, men annars
er talan um fleiri lutvíst
nýggjar og ókendar bólkar í
hesum innleiðandi umfar-
inum.
Átta í finaluna
Tveir bólkar koma víðari
frá hvørjum innleiðandi
umfari, og tað gevur átta
finalubólkar, sum fara at
kappast 21. apríl í Norður-
landahúsinum.
Serliga útvaldir dómarar
fara at døma um framførsl-
urnar hjá bólkunum í inn-
leiðandi umførunum.
Hvør bólkur kann spæla í
mesta lagi í 20 minuttir, og
hendan tíðin er ásett, eftir
at stóra luttøkan gjørdist
veruleiki. Ætlanin var, at
bólkarnir skuldu kunna
spæla upp í hálvan tíma,
men tað hevði givið ov
langar innleiðandi kapping-
ar.
At bólkarnir nú spæla 20
minuttir verður uttan iva
ein fyrimunur fyri bæði
bólkar og áhoyrarar.
Prix-umførini nú klár
Vágamenn fara undir somu dýnu sum Tangz í Miðvági 3. mars, tá eitt av teimum fýra innleið-
andi umførunum í Prix Føroyum verður
Hetlendingar byggja nýggja
ferjulegu til Norrønu
Bæði hetlendingar og íslendingar byggja nýggjar ferjulegur til nýggju Norrønu hjá Smyril Line
Nr. 10 - 16. januar 2001
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 10 - 16. januar 2001
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Hóvligur sjálvstýrispolitikkur
– vinstrumegin miðjuna?
Miðflokkar hava stóran
týdning í politikki. Vit
hava t.d. sæð tað í Týsk-
landi og í Danmark. Í
Týsklandi vóru teir Fríu
Demokratarnir í nógv ár
stjórnarflokkur saman
við Sosialdemoratiska
flokkinum, áðrenn hann
hálsaði um og fór í sam-
gongu saman við Kristi-
ligu Demokratunum.
Radikali Vinstriflokkurin
í Danmark var stjórnar-
flokkur saman við sosial-
demokratunum í fleiri
tíggju ár, til hann fór í
stjórn saman við teimum
borgarligu í áttatiárunum,
men er nú aftur saman
við sosialdemokratunum.
Í Føroyum hevur flokkur-
in í miðjuni - Sjálvstýris-
flokkurin - bæði verið
uppi í landsstýrum við
samríkisflokkum og
sjálvstýrisflokkum. Hann
hevur verið í borgarligum
landsstýrum og hann
hevur verið í sosialdemo-
kratiskum landsstýrum.
Hann hevur ofta verið
tungan á vágskálini, og
hann verður óivað aftur
avgerandi fyri, hvør skip-
ar landsstýrið. Tað var tí
spennandi og áhugavert
at síggja, hvør vann
fyrsta formansvalið í
Sjálvstýrisflokkinum.
Tey, sum fylgja við og
lurta eftir orðaskiftum,
hava uttan iva ásannað, at
Sámal Petur í Grund er
meiri sjálvstýrissinnaður
enn Helena Dam á
Neystabø. Viðhvørt er
hann er meiri loysingar-
sinnaður enn summir
tjóðveldismenn. Eystur-
oyingurin er helst meiri
víðgongdur enn almenna
kósin hjá tí Gamla sjálv-
stýrinum var og er. Aftur-
ímóti tykist, at Helena
Dam á Neystabø nú ligg-
ur á tí kós, sum teir hóv-
ligu í Sjálvstýrisflokki-
num kunnu góðtaka.
Tá sagt verður nú, er tað
tíð, at áðrenn miseydnaða
samráðingarfundin 26.
oktober, var minni munur
á henni og hinum full-
veldisfólknum í sjálvstýr-
issamgongu. Tá lands-
stýrið endurskoðaði full-
veldisætlanina, og fekk
Tjóðveldisflokkin at
snara 180 stig, setti
Sjálvstýrisflokkurin síni
týðiligu merki í nýggju
sjálvstýristilgongdina.
Landsstýriskvinnan vann
valið og tað merkir, at
Sjálvstýrisflokkurin fekk
ein formann, sum tykist
at vera meiri hóvlig í
sjálvstýrispolitikki. Har-
afturat liggur hon helst
vinstrumegin miðjuna og
byggir óivað sína støðu á
ta meiri samhaldsføstu
hugsjónina, meðan Sámal
Petur í Grund segði við
fjølmiðlar undan for-
mansvalinum, at hann
helst lá høgrumegin
miðjuna. Tað benda eisini
politiskar útsøgnir frá
honum á, hóast hesi orð
helst eisini vórðu søgd
fyri at fáa fleiri borgarlig
sjálvstýrisfólk á tann søg-
uliga fundin.
Formansvalið kann
kanska benda á, at tað
ber til at fáa eina hóvliga
loysn í málinum um
framtíðarstøðu Føroya,
sum kanska eisini Javn-
aðarflokkurin og størri
partur av Føroya fólki
kann taka undir við.
Somuleiðis kann sosiala
áskoðanin kanska eisini
fáa týdning, um valið
stendur millum eitt borg-
arligt ella eitt sosialdem-
okratiskt landsstýri. Men
sjálvstýrisfólk eru fyrst
og fremst áhugað í at
styrkja flokkin, sum er
kavaður so djúpt í sein-
astu veljarakanningunum,
at spurningurin hevur
verið, um hann hevði
ligið omaná, um val var.
Tað kann hugsast, at ein
hóvligur sjálvstýrispoli-
tikkur og ein samhalds-
fastur sosialpolitikkur
kann fáa nøkur á vinstra-
veingi at stuðla Sjálvstýr-
isflokkin. Men meiri skal
síggjast í verki enn orð
og orðafloymur.
Sosialurin
NØVN Í VIKUNI
DAGSINS MEINING
Nýggjur
marknaðarstjóri á
Føroya Tele
Um ársskiftið tók Richard
Mortensen við starvinum
sum nýggjur marknaðar-
stjóri á Føroya Tele.
Við nýggja deildarstjóra-
num á marknaðardeildini,
er leiðslubólkurin á Føroya
Tele fullmannaður. Í hon-
um sita, umframt Andras
Róin, stjóra og Richard
Mortensen,
marknaðar-
stjóra, deildarstjórarnir á
fíggjardeildini og á tekn-
isku deild, Heini Joensen
og Hjallgrím Hentze.
Richard Mortensen er
argjamaður, men hevur
seinastu nógvu árini búð
uttanlands.
Eftir
lokna
bankaútbúgving í Sjóvinn-
ubankanum í 1983 fór at
lesa Cand. Merc. við Hand-
ilsháskúlan í Keypmanna-
havn. Hesa útbúgving var
hann liðugur við í 1988 og
fyrstu tvey árini aftaná var
hann í starvi hjá manage-
ment konsulentfyritøkuni
Michael Peters Group í
London. Her tókst hann við
marknaðarstrategi og vøru-
menning hjá fyritøkum
sum Bridgestone og Dan-
isco.
Í 1990 fekk Richard starv
í donsku deildini hjá ensku
fyritøkuni PA Consulting
Group, sum er tann størsta
fyritøkan í Danmark innan
ráðgeving av leiðslum á
hægsta stigi. Í alt starvast
um fýra túsund fólk hjá PA
Consulting, av teimum eru
280 í donsku deildini.
Tey seinastu fimm árini
hevur Richard verið leiðari
á deildini fyri strategi og
marknaðarføring. Her hev-
ur hann havt ábyrgdina av
ráðgevingini av leiðslunum
í stórum donskum norður-
lendskum fyritøkum, og
millum
viðskiftafólkini
teljast fyritøkur sum Ma-
ersk Sealand, Danfoss, Co-
dan Forsikring, Nilfisk og
størsta matvørufyritøkan í
Svøríki, Sweish Meats.
Sum marknaðarstjóri á
Føroya Tele fær Richard
Mortensen ábyrgdina fyri
70 starvsfólkum á hesum
sjey deildum: Tænastumið-
støðin, Vinnudeildin, Meg-
inumvælingin, Teleforlag-
ið, Telebúðir, Montørar og
Tænastumenning/marknað-
arføring. Avbjóðingin hjá
Richardi verður at tryggja,
at Føroya Tele brynjar seg
til fríu kappingina so væl
sum tilber, soleiðis at kund-
in veruliga merkir at tæn-
astan frá starvsfólkunum á
Føroya Tele er tann besta
sum finst á marknaðinum.
Spyrjið
serfrøðingarnar
Adressan:
Sosialurin,
box 76,
110 Tórshavn,
Fax 314720
ella teldupost:
spyr@sosialurin.fo
– og merkið, hvørj-
um tit seta spurningum.
Svarini verða prentað í blaðnum mikudag
Terje Dal Christiansen
8. des. 1926 – 8. nov. 2000
So steðgaði aftur eitt hjartaslag
frá stríði og strevi á foldum
ein sessur er tómur,
ein muður ei mælir,
ein sál fann sær frið undir moldum.
Vit drýpa várt høvur for deyðans makt
og lova av hjarta og sinni,
at vit skulu altíð minnast títt navn
og altíð æra títt minni.
Angen
Richard Mortensen av Argj-
um er nýggjur marknaðar-
stjóri á Føroya tele
Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Tel. 317661
UNITED COLORS
OF BENETTON.
BENETTON
H E S A V I K U N A
÷20%