mikudagur 18. oktober 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 201 - 18. oktober 2006
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Verður onki muna
gott gjørt nú, er vandi
fyri, at virksemið hjá
Kovanum verður flutt
av landinum. Men
vit geva ikki skarvin
yvir við góðum, sigur
Albert Ari Thomasen,
stjóri
Fiskivinna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Grundarlagið undir niður
sjóðingarvirkinum, Kovan
um, í Sandavági er farið at
ridla.
Tað ásannar Albert Ari
Thomasen, stjóri á virk
inum.
Og hann staðfestir eisini,
at hendir onki munagott nú,
er vandi fyri, at tey verða
noydd at flyta virksemið av
landinum.
– Vit hava sáttmálar sum
skulu haldast og fáa vit ikki
rávøru, hava vit onki val.
– Men vit geva ikki skarv
in yvir við góðum og vit stríð
ast ein harðan kamp fyri at
fáa tað at bera til í Føroyum,
leggur hann afturat.
Og tað vónar hann, fer at
eydnast.
Alt ov lítið av rognum
Men orsøkin til, at tað ikki
gongur so væl hjá einasta
niðursjóðingarvirki í land
inum, er, at tað kemur alt ov
lítið av rognum upp á land.
– Tá ið Kovin keypti mest
av rognum, keyptu vit 600
tons um árið. Men í ár vórðu
ikki meiri enn 280 tons av
rognum avreidd og av teim
um fekk Kovin góð 140
tons og onnur virki keyptu
restina.
Albert Ari Thomasen sig
ur, at tað eru fleiri orsøkir
til, at tað gongur so strilti at
fáa rogn.
– Ein forkláring er, at skip
hava fingið kryvjimaskinur
umborð. Ein onnur forkláring
er, at tað er ikki so nógvur
toskur at fáa og at toskurin
er smáur og hevur tí ikki so
nógv rogn.
– Men fyri nøkrum árum
síðani var prísurin eisini
frægari.
Umframt rognini eru
rækjurnar hin stóra fram
leiðslan hjá Kovanum.
– Vit hava keypt goymsluna
hjá OC Joensen á Oyri, men
tað eru vit liðug við fyrst í
komandi ári og tá er seinasta
rækjan virkað í Føroyum.
Stjórin sigur, at tey hava
roynt at styrkja virkið við
aðrari framleiðslu afturat
rognunum, sum eru høvuðs
framleiðslan, men tað kundi
virkið gjørt alla aðrastaðni í
verðini.
Útlendingar
umborð á skipini
Sjálvur heldur hann, at tað,
sum manglar í Føroyum,
er ein grundleggjandi hug
burður til at gagnnýta fiska
tilfeingið.
– Alla mína tí havi eg
hoyrt um góðsking, men tað
hendir bara onki, leggur hann
afturat. Veruleikin er, at tey
virkini, sum royna at fáa meiri
burturúr fiskatilfeingium, eru
tey, sum hava tað torførast, tí
tey fáa ikki rávøru.
Sjálvur hevur Albert Ari
Thomasen nøkur uppskot um,
hvussu vit kunnu fáa meiri
burturúr fiskatilfeinginum
og um, hvussu meiri rogn
kunnu fáast til høldar.
Ein uppskot er at arbeiða
fyri at kryvja fiskin á landi.
Ein annar máti er at finna
tekniskar loysnir, so at
tað ber til at taka rogn og
innvølir, uttan at tað órógvar
manningina ov illa.
Men so nevnir hann eisini
ein triða møguleika, sum er
meiri óvanligur.
Og tað er at fáa útlendingar
umborð á føroysku skipini í
rognatíðini at taka rognini.
– Hetta skulu vera útlend
ingar, sum ikki skulu vera
partur av manningini sum
so, men sum bara skulu hava
til arbeiðis at kryvja og taka
rogn.
Tað heldur hann avgjørt
hevði loyst seg fíggjarliga.
– Rognini eru eini 5% av
fiskinum. Og ein túr kann
ein partrolari saktans fáa
100 tons av fiski. Sostatt
fær hann fimm tons av
rognum.
Avreiðingarprísurin er átta
krónur fyri kilo. Sostatt fær
trolarin 40.000 krónur bara
fyri rognini í ein túr upp á
nakrar dagar.
– Skal tað ikki loysa seg,
er tað onki, sum loysir seg,
sigur stjórin á Kovanum.
Arbeiða hart
fyri at yvirliva
Kovin fær alt ov lítið av rognum og tí er vandi fyri, at tey verða noydd at gevast. Men Albert, Ari
Thomasen, stjóri á Kovanum hevur nøkur hugskot um, hvussu meiri rogn kunnu fáast til høldar.
Eitt uppskot er at fáa útlendingar umborð á skipini í rognatíðini