Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 18. oktober 2006 27 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Fólka­ atkvøða um fosturtøku Í Portugal hava tey eina sera stranga lóg, tá tað snýr seg um fosturtøku, men í morg­ in fer tjóðartingið at taka støðu uil, um fólk­ið skal sleppa at siga sína hugsan um at gera lógina eitt sindur linari. Eftir galdandi lóg kunnu kvinnur ikki fáa fosturtøku, sjálvt um tær eru vorðnar við barn undir neyðtøku, ella um lívið hjá kvinn­ uni er í vanda. Í 1998 var fólkaatkvøða um broytingar, men tá var luttøkan so lítil, at mál­ ið datt burtur. Nokta at berjast Teir seinastu dagarnar hevur sudanski stjórn­ar­ her­urin verið fyri tveim­ um lemjandi ósigrum í bardaganum við upp­reistrarmenninar í Darfur-landspartinum, skrivar ST-sendi­mað­ urin Jan Pronk. Fleiri hundrað hermenn eru falnir ella tiknir til fanga, og herurin hevur tikið seg aftur. Jan Pronk skrivar eisini, at nógvir stjórnarhermenn nokta at fara í bardaga, og at stjórnin hevur svarað aftur við at geva fleiri generalum sekkin. Jarðskjálvti Í Ný Sælandi eru tey von við jarðskjálvtar, og nú hava jarðfrøði­ stovnarnir aftur skrásett ein. Miðdepilin í skjálvt­anum var góðar 450 fjórðingar í ein út­synning úr teirri syðru oynni, og skjálvtin bleiv máldur til 5,8 á Richter­ stiganum. Einki er frætt um skaða. Ný Sæland er millum avstralska landgrunnin og kyrra­ havsplátuna, og har eru ofta jarðskjálvtar. – Hygg, hvat eg havi gjørt við Picasso. Tað er hol á. Las Vegas-ríkmaðurin Steve Wynn Teir seinastu dagar­ nar hava túsundtals kinesiskir hermenn sett píkatráð upp á markinum við Norðurkorea Fyri bara fáum døgum síðani var ikki ein einasti kinesiski hermaðurin at síggja við norðurkoreanska markið, men nú er øðrvísi. Vesturlendsk tíðindafólk greiða frá, at fleiri túsund kinesiskir hermenn eru í ferð við at seta píkatráð fram við markinum, og at endamálið er at forða flóttafólki at koma úr Norðurkorea, skuldi støðan har versnað. Samstundis eru kinesiskir hermenn og tollarar farnir at kanna hvønn einasta lastbil, sum fer um norðurkoreanska markið. Hetta verður gjørt samsvarandi ST-samtyktini um tiltøk ímóti Norðurkorea, tí landið hevur roynt eina kjarnorkubumbu. Sambært teimum vesturlendsku tíð­ indafólkunum tykist eftir­ litið kortini ikki vera serliga neyvt. Tollararnir hyggja eftir lastini, men teir kanna ikki, hvat er í eskjunum og kassunum. Norðurkorea hevur iki ser­liga stóran samhandil við onnur lond. Í fjør keypti landið vørur fyri einar 27 milliardir krónur. Av tí kom helmingurin úr Kina, og ein stórur partur fer eftir marknabrúnni um ánna Dandong. Tað er eisini har, teir kinesisku tollararnir hava fingið sær støð nú. Markið millum Norður­ korea og Kina er 1400 kilometrar langt, og altjóða tíðindastovurnar skriva, at nógvastaðni eru kinesiskir hermenn í ferð við at seta píkatráð fram við markinum. Hinvegin er ógreitt, hvussu væl tolleftirlitið virkar har. Steve Wynn skuldi selja tann dýrasta málningin hjá Picasso, men so rendi hann albogan ígjøgnum máln­ ingin. Fyri níggju árum síð­ ani keypti Las Vegas-rík­ maðurin Steve Wynn tann kenda málningin ”Dreym­ urin”, sum Picasso málaði í 1932. Tá rindaði Steve Wynn smáar 300 milliónir krónur fyri málningin, men nú um dagarnar gjørdi hann av at selja hann, tí hann hevði fingið eitt boð upp á heilar 850 milliónir krónur. Hann var so væl nøgdur við boðið, at hann bjóðaði nøkrum vinmonnum at síggja málningin inni á skrivstovu síni í Las Vegas. Men Steve Wynn hevur eina eygnasjúku, so ávirkar sjónina, og hann varnaðist tí ikki, at hann kom ov nær málninginum, so hann rendi annan albogan ígjøgnum løriftið. Nú hevur keyparin tikið boðið aftur, og Steve Wynn noyðist uttan iva at rinda nógv fyri umvælingina. Leita eftir smábarni Amerikanska løgreglan leitar eftir einum 10 mánaðar gomlum drongi, sum er horvin. Teir sosialu myndugleikarnir í statinum Kentucky høvdu tikið drongin frá mammuni, men seinasta vikuskiftið slapp hann heim at vitja mammuna saman við einari kvinnu, sum arbeiddi hjá myndugleikunum. Men mánadagin varð kvinnan funnin deyð, og tann 10 mánaðar gamli drongurin var ikki at finna. Men mamma drongin og sambúgvi hennara vóru heldur ikki at finna, og løgreglan ber ótta fyri, at tey hava tikið drongin við sær. Tí eru tann 33 ára gamla Renee Terrel og tann 23 ára gamli Christopher Wayne Luttrell eftirlýst í Kentucky og fleiri øðrum statum, skrivar AP. Løgreglan vil ikki siga, um kvinnan, sum ansaði dronginum, var myrd, ella hvussu hon var deyð. Rendi albogan ígjøgnum Picasso Kinesarar stika markið Tveir norðurkoreanskir hermenn við Dandong-ána á markinum millum Norðurkorea og Kina Mynd: Reuters