Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 201 - 18. oktober 2006 Dagrøktari til dagrøktina á Skála Runavíkar Kommuna søkir eftir dagrøktara at byrja 15.11.2006. Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða við børnum. Dagrøktarheimið skal verða soleiðis innrættað, at tað er gott og trygt at spæla innan- og uttandura. Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 586004. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 1. november 2006. Dagrøktin á Skála Bryggjan 2 480 Skála Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til byggimálsviðgerð. Talan er um tvey fulltíðarstørv á byggi- og býarskipanardeildini. Høvuðsuppgávur · Byggimálsviðgerð · Byggieftirlit · At fyrireika mál, ið skulu leggjast fyri byggi- og býar- skipanardeildina, og skipa fyri avgreiðslu av nevndar- og býráðssamtyktum · Samskifta við borgarar, feløg og stovnar Førleikakrøv Umsøkjarin skal vera útbúgvin tekniskt hjálparfólk, byggiteknikari ella hava viðkomandi handverkaraútbúgving. Harumframt skipar kommunan fyri skeiðum í byggimálsviðgerð í Danmark. Umsøkjarin skal duga væl at samskifta og helst hava kunnleika til telduforritini MS Office, AutoCad ella MicroStation, men hetta er tó ikki nøkur treyt. Persónligir eginleikar Umráðandi er, at umsøkjarin dugir væl at leggja sær arbeiðið til rættis, er fyrikomandi, kann arbeiða sjálvstøðugt og er til reiðar at luttaka í øðrum arbeiði á deildini enn omanfyri nevnt. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær Magna Dalsgaard, leiðara ella Mikael Viderø, býararkitekt, tlf. 302010. Umsókn Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar komunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. oktober 2006. Viðmerk á umsóknina „Starv á byggi- og býarskipanardeildini“. Tórshavnar kommuna Byggimálsviðgeri Byggi- og býarskipanardeildin er partur av teknisku fyrisitingini. Á deildini starvast 4 burturav við málsviðgerð av umsóknum um byggiloyvi v.m. Árliga verða umleið 150 ymisk byggiloyvi givin. Vit bjóða búningsmøguleikar og góð arbeiðsviðurskifti. Byggi- og býarskipanardeildin er í sama bygningi sum Snarskivan. lýsingar