hósdagur 19. oktober 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 19. oktober 2006
31
Arbeiðsleiðari til Tvøroyrar Kommunu
Tvøroyrar Kommuna søkir eftir arbeiðsleiðara til
anleggsdeildina.
Tekniska deild ætlar at menna anleggsdeildina, við
at fáa arbeiði í sambandi við viðlíkahald og nýgerð
av vegum, kloakkum, reinhald, fríðkan av økjum
v.m. hjá kommunini, lagt í eina fast skipan.
Arbeiðsuppgávur
Undir leiðslu av teknisku deild, fyriskipar og røkir
arbeiðsleiðarin hesar uppgávur:
stendur fyri og hevur rakstrarábyrgdina av
viðlíkahaldi og útbygging av anleggsdeildini
hevur dagligu leiðsluna av viðlíkahaldi og
nýgerð av vegum, kloakkkervinum, fríðkan
av økjum, reinhaldi v.m. um hendi
hevur umsitingarligu ábyrgdina av
amboðum, maskinum o.a. ið eru knýtt at
anleggsdeildini
luttekur í skráseting av vegum og
kloakkleiðingum
Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við
møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
Fakligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi fakligan
kunnleika og arbeiðsroyndir til anleggsarbeiðir. Tað
er ein fyrimunur at tú eisini hevur royndir innan
betongarbeiði. Tað er ikki ein treyt at tú hevur
sveinabræv. Tú skalt hava koyrikort.
Persónligir eginleikar
Vit ynskja, at tú ert røkin, málsøkjandi, fyrikomandi,
hevur leiðsluroyndir og gongur undan í at menna
tænastustøðið, dugir væl at fara við starvsfeløgum
og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt
og taka avgerðir.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast tilber og verður sett
sambart sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita
Um starvið við at venda sær til Tummas Sørensen,
býarverkfrøðing, tlf. 371085.
Umsóknir
Saman við møguligum viðmælum, avritum av
møguligum prógvum og upplýsing um royndir, skal
vera Tvøroyrar Kommunu, Postboks 80, FO 800
Tvøroyri, í hendi, viðmerkt ”arbeiðsleiðari til
Tvøroyrar Kommunu”, í seinasta lagi hósdagin 2.
november 2006.
Ársveitslan
hjá Landsfelag Pensjónista
Leygardagin tann 28. oktober 2006 kl. 17.30 til
24.00 verður ársveitslan hildin á Hotel Føroyum.
Tey, ið ætla sær í veitsluna, skulu tekna seg hjá
sínum lokalfelag og gjalda har. Kostnaðurin er kr.
200,- pr. luttakara.
Atgongumerki er samstundis lutaseðil.
Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 23.
oktober.
Nevndin
Dagrøktari
til dagrøktina á Skála
Runavíkar Kommuna søkir eftir dagrøktara at byrja
15.11.2006.
Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða
við børnum.
Dagrøktarheimið skal verða soleiðis innrættað, at
tað er gott og trygt at spæla innan- og uttandura.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at
venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 586004.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast
mikudagin 1. november 2006.
Dagrøktin á Skála
Bryggjan 2
480 Skála
Niðanfyristandandi lýsing varð umbiðin at koma í
blaðið mánadagin 9. oktober. Av misgáum kom hon
ikki í blaðið og tekur Sosialurin ábyrgdina av hesum.
Ársaðalfundur
Pensionistafelagið í Havn hevur ársaðalfund í
Losjuni, Tinghúsvegur 18, mikukvøldið 25. oktober
kl. 19.00.
Dagsskrá sambært §11 í lógum felagsins.
Nevndin
lýsingar
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo