Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 202 - 19. oktober 2006 heilsanir Góða Kára Hjartaliga tillukku við 11 ára degnum 19. okt. Vit elska teg. Ynskja mamma, Eljón, Sigmundur og Leon Góði fitti Helgi Hjartaliga tillukku við 4 ára føðingardegnum tann 18. okt. Eg elski teg. Heilsan fastur Góða elskaða Annika Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum. Eisini ein heilsan til Bárður og didduna. Ynskja omma og abbi í Havn Góði elskaði Hans Jákup Nú ert tú eitt ár størri enn tú var. Hjartaliga tillukku við 6 ára degnum. Vit elska teg. Bestu ynskir mamma og babba Elskaði beiggi Hjartalia tillukku við degnum. Takk fyri at tú ert so góður við meg. Elski teg. Ynskir Thala Ann Landssjúkrahúsið hevur givið út ársfrá­ greiðing fyri árið í fjør. Í frágreiðingini sæst millum annað, hvussu miðvísar um­leggingar frá inn­ leggingum til am­bu­ lantar viðgerðir og kanningar hava økt um virksemið TÓRSHAVN, 18. oktober 2006: – Landssjúkrahúsið er størsta almenna arbeiðs­ plássið í Føroyum og hev­ur eina rakstrarjáttan, sum telur umleið 8% av løg­tingsfíggjarlógini. Í ársfrágreiðingini fyri 2005, sum júst er útkomin, sæst, at úrslitið av rakstrinum í fjør vísti eitt lítið hall uppá 1,3 mió. kr., svarandi til 0,4% av samlaðu játtanini. Hesi seinastu árini hev­ ur tað verið torført hjá sjúkrahúsinum at fáa javnvág í fíggjarliga raksturin, og í ársfrágreiðingini hómast nakrar av orsøkunum til hetta. Millum annað sæst, at játtanin til annan rakstur enn lønir hevur staðið í stað hesi seinastu fimm árini, samstundis sum nakrar av tungu rakstrarútreiðslunum, eitt nú orka og heilivágur, eru nærum tvífaldaðar í sama tíðarskeiði. Hetta eru útreiðslur, sum ikki kunnu sparast burtur. Samanumtikið verður rakstrarúrslitið fyri í fjør tí mett at vera nøktandi. Fleiri skurðviðgerðir Samanlagt vóru 10.596 innleggingar á Lands­sjúkra­ hús­inum í fjør. Hetta er ein minking svarandi til 8 pro­ sent í mun til árið fyri. At innleggingarnar fækka kemst av miðvísum umleggingum av virkseminum á sjúkra­ húsinum fram ímóti alt fleiri ambulantum kanningum og viðgerðum. Talið á am­bu­ lantum vitjanum á sjúkra­ húsinum hækkaði soleiðis við heili 34 prosentum í mun til árið fyri. Samanlagt taldu ambulantu vitjanirnar í fjør 30.644. At alt fleiri viðgerðir og kanningar verða gjørdar ambulant hevur millum ann­að tann fyrimun, at sjúk­lingarnir uppliva eina smidligari viðgerðargongd, alt meðan sjúkrahúsið fær viðgjørt sjúklingar skjótari og harvið minkað um bíðitíðina. Hesar umleggingar eru ein av høvuðsorsøkunum til at skurðviðgerðirnar á Landssjúkrahúsinum í fjør vóru 10 prosent fleiri enn árið fyri. 4.174 sjúklingar vóru skurðviðgjørdir í 2005. Hóast stór framstig eru hend eru framvegis ov long bíðitíð til summar viðgerðir og kanningar, men hesum verður støðugt arbeitt við. Talgild heilsuskipan og aðrar verkætlanir Umframt at greiða frá virkseminum og gongd­ ini í fjør í tølum rúm­ar ársfrágreiðing Lands­ sjúkrahúsins eisini fleiri longri frásagnir um m.a. arbeiðið við talgildu heilsuskipanini, komandi umbyggingar og eina ný­skapandi verkætlan, ið miðar ímóti at geva fyrr­ verandi og núverandi sálar­ sjúkum møguleika at arbeiða innan tað psykiatriska økið. Frágreiðingin er tøk á heimasíðu sjúkrahúsins, www.lsh.fo, og prentað eintøk av frágreiðingini kunnu fáast við at venda sær til Landssjúkrahúsið. Tíðindaskriv í sambandi við ársfrágreiðing Landssjúkrahúsins fyri árið 2005: Færri innleggingar, men fleiri viðgerðir á Landssjúkrahúsinum Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tilt k Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið