fríggjadagur 20. oktober 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 20. oktober 2006
20 vikuskifti
Fyri tveimum vikum
síðani kom seglbáturin
Cracker Jack inn á
Vágsbotn. Báturin
hevði Stars and Stripes
á bakstavninum og
føroyskt og spanskt
flagg í mastrini.
Manningin var ein
spaniamaður og ein
skoti
Sjóferð
Ella Larsen
ella@sosialurin.fo
Bill Mundy er úr Skotlandi og
Oscar Rodriguez er úr Baska
landinum í Spania. Teir búgva
báðir í Palma á Mallorka og
arbeiða saman umborð á einum
stuttleikabáti, ið verður leigaður
út til ferðafólk.
Í summar avgjørdu teir sjálvir
at fara eina øðrvísi ferð. Teir
fóru ein túr til USA, har teir
keyptu bátin Cracker Jack, sum
teir komu til Føroya við á veg til
Noregs.
Ferðin
Fyrst í juni fóru Bill og Oscar
úr Anapolis í USA. Leiðin
gekk fyrst til New York, har teir
sigldu ígjøgnum East River og
framvið Long Island. Haðani
sigldu teir til Boston og síðan
til Maine, áðrenn teir komu til
Kanada. Í Kanada steðgaðu teir á
í Nova Scotia, áðrenn teir sigldu
til Labrador og haðani fóru til
Grønlands. Í Grønlandi steðgaðu
teir á í lítlu bygdini Aappilattoq
í Suðurgrønlandi, stutt frá
Hvarvinum. Haðani fóru teir
ígjøgnum Prins Christianssund
og hildu leiðina ímóti Íslandi. Í
Íslandi vóru teir í Reykjavík og í
Vestmannaoyggjunum og komu
síðan til Føroya. Teir steðgaðu í
Føroyum í umleið eitt samdøgur
og sigldu hiðani til Noregs.
- Vit fóru hesa ferðina fyri at
royna okkurt øðrvísi, sigur Bill
Mundy.
- Fyri átta árum síðani fór
eg eina líknandi ferð, bara
mótsettan veg, sigur hann og
heldur fram:
- Eg sigldi eftir leiðini hjá Leivi
Hepna, soninum hjá Eiriki Reyða,
hann fann Amerika umleið ár
1000. Ta ferðina byrjaði eg í
Haugesund í Noregi og endaði
ferðina í New York. Tá kom eg
eisini til Havnar, og tí komu vit
eisini framvið hesu ferð, greiðir
Bill frá.
Arbeiði í Noregi
Sjómenninir báðir ætla sær at
búgva og arbeiða í Noregi í vetur.
Teir fara at búgva í Husøy, har
teir skulu byrja arbeiði uppá at
gera ein bátahyl til stuttleikabátar.
Áðrenn Bill og Oscar fara
avstað aftur úr Noregi, ætla teir
at selja seglbátin. Teir keyptu
bátin við tí fyri eyga at sigla um
Atlantshav og síðan at selja hann
í vár, tí tá báturin er seldur, hevur
hann goldið teimum ferðina.
Í vár ætla teir sær at fara at
hyggja eftir einum nýggjum báti
og at sigla eina aðra leið aftur til
Noregs.
- Tá kundu vit til dømis
hugsað okkum at siglt ígjøgnum
Panamaveitina ella onkra heilt
aðra leið, sigur Bill Mundy.
- Og vit ætla at sigla aftur
til Noregs og selja bátin har,
tí har kunnu vit fáa størstan
vinning. Harafturat er hetta
slagið av bátum væl egnað
til skandinaviskt veðurlag, tí
umstøðurnar at stýra eru góðar
bæði úti á dekkinum og undir
taki, greiðir Bill Mundy frá.
Tað er 4. oktober, og hitin liggur um
10 stig, men spaniamaðurin Oscar
Rodriguez (høgrumegin) heldur tað
ikki vera kalt í Føroyum. - Eg haldi,
at her er heitt. Vit eru júst komnir
úr Grønlandi, og har var kalt, greiðir
hann frá.
Um Atlantshav við seglbáti
Bill Mundy úr Skotlandi og Oscar Rodriguez úr Spania hava siglt um Atlantshavið í hesum seglbátinum.