Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. oktober 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 205 - 24. oktober 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Finna ikki Bretland Er ein spurnarkanning hjá National Geographics eftirfarandi, stendur tað sera illa til við landalæruni í bretska skúlanum. Kanningin vísir, at 20 prosent av børnunum millum 6 og 14 ár duga ikki at peika á Bretland á einum heimskorti, og 10 prosent duga ikki at nevna ein einasta heimspart. Sama kanning vísir, at næstan 60 prosent av børnunum vita ikki, hvar USA er á heimskortinum, og bara 14 prosent vita, hvar Irak er. Fongsul í 24 ár Fyrrverandi stjórin í amerikanska orkufelagnum Enron, Jeffrey Skilling, fekk í gjár 24 ára fongsul. Tann 52 ára gamli Skilling bleiv fyrr í ár dømdur sekur í samansvørjing og sviki, eftir at Enron var farið á húsagang í 2001. Hann bleiv dømdur sekur í einum nevningatingi. Skuldin hjá Enron bleiv uppgjørd til 236 milliardir krónur, og hetta er størsti húsagangur í søguni, sum eisini kostaði fleiri túsund starvsfólkum arbeiðið. Nevndarformaðurin í Enron, Kenneth Lay, bleiv eisini dømdur sekur fyrr í ár, men hann doyði av hjartaslag í summar, áðrenn revsingin var ásett. Stórt hall Kreppan í amerikanska bilídnaðinum tykist ikki taka nakran enda, og í gjár bleiv kunngjørt, at stórfyritøkan Ford hevði næstan 40 milliardir krónur í halli í juli ársfjórðingi. Fyritøkan sigur, at hon hevur selt nógv fleiri smáar lastbilar enn væntað, og harafturat hava uppsagnir kostað nógv. Ford hevur stongt 16 verksmiðjur í USA og Kanada , og tað hevur kostað fyritøkuni næstan seks milliardir krónur. 45.000 starvsfólk hava mist arbeiðið. –Vit hava pláss fyri meiri fólki, so kvinnurnar skulu fáa sær fleiri børn (iranski forsetin) Tvær vikur undan amerikanska miðvalinum bendir nógv á, at valið fer at hava stórar broytingar við sær. Um fjúrtan dagar skulu amerikanararnir velja um­boð í Kongressina. Í dag hava republikanararnir meiriluta í Senatinum og Umboðsmannatinginum, men fáa demokratarnir meiri­lutan, fer tað at geva George W. Bush, forseta trupul­leikar við at reka tann ætlaða politikkin tvey bæði seinastu árini í Hvítu Húsunum. Forsagnirnar hava leingi bent á, at demokratarnir kundu vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum, men nú sær tað út til, at teir hava eisini møguleikar at fáa meirilutan í Senatinum. Fleiri meiningakanningar hava víst tað, og flestu serfrøðingar siga seg eisini vænta eitt vakdsskifti á Capitol Hill í Washington. Við undantak av einum tíðarskeiði í 2001-2002 hava republikanararnir havt meiriluta í Senatinum síðani 1994. Skulu demo­ kratarnir fáa meiriluta nú, mugu teir basa seks av teimum 15 republikonsku senatorunum, sum standa fyri vali, samstundis sum teir skulu varðveita allar sínar 18, sum standa fyri vali hesaferð. Størstu trupulleikarnar fáa demokratarnir væntandi í fleiri statum har suðuri í landinum, tí har hava republikanararnir staðið seg væl tey seinastu valini. Ódámligt valstríð Í USA sum so manga aðrastaðni verða øll vápn brúkt, tá tað ræður um at vinna eitt val. Tað mátti Hillary Clinton, senatorur, sanna í gjár, tá rapublikanski mótstøðumaður hennara á senatsvalinum í New York, John Spencer, loysti frá posabandinum. Í samrøðu við blaðið New York Daily News segði hann, at Hillary Clinton var ljót sum ung, og at hon hevði fingið fleiri skurðviðgerðir fyri at gera seg vakrari. - Høvdu tit sæð, hvussu hon sá út, tá hon var ung. Eg skilji ikki, at Bill Clinton gifti seg við henni. Hon er vøkur nú, men tað man hava kostað nakrar milliónir dollarar, segði Spencer við blaðið. Ráðgevin hjá Hillary Clinton, Howard Wolfson, avsannaði alt fyri eitt orðini hjá mótstøðumanninum. Hillary sjálv var í øðini: - Tað er harmiligt, at okk­ ara mótstøðumenn koma við slíkum, men tað er tí, at teir hava einki jaligt at bera fram, segði hon. John Spencer vildi í gjár vera við, at blaðið hevði misskilt okkurt, tí hann hevði ongantíð sagt nakað slíkt um Hillary Clinton, segði hann. Annars vísa meininga­ kanningarnar í New York, at Hillary Clinton er væl framman fyri John Spencer í stríðnum um plássið í Senatinum. Demokratarnir kunnu eisini vinna Senatið Iranski forsetin heldur, at eitt Iran við stórum fólkatali fer at ræða Vesturheimin. Tí skulu kvinnurnar fáa fleiri børn. Í dag búgva umleið 70 milliónir fólk í Iran, men tað er ikki nóg mikið sam­bært Mahmoud Ah­madinejad, forseta. Hann vil hava fólkatalið upp á 120 milliónir, og tí skulu kvinnurnar fáa fleiri børn enn nú. - Tey siga, at tað er nóg mikið at hava tvey børn. Men tað haldi eg ikki. Okkara land kann klára nógv meiri enn so. Vit hava pláss fyri 120 milliónum fólkum, segði forsetin í einari røðu í tjóðartinginum sunnudagin. Forsetin sigur seg vera til reiðar at taka neyðug stig fyri at geva kvinnunum betri møguleikar at fáa sær fleiri børn. Eitt nú er hann sinnaður at stytta ar­beiðsdagin hjá kvinn­ unum. Hálvalmenna iranska tíðindastovan Isna skrivaði í gjár, at Ahmadinejad hevur eina ávísa ætlan við at biðja kvinnurnar fáa sær fleiri børn. Sambært tíðindastovuni heldur hann, at hesi boðini fara at koma Vesturheiminum illa við, tí leiðararnir vestanfyri fara at síggja Iran sum eina hóttan, um fólkatalið har veksur ov nógv. Tann nýggi politikkurin er í andsøgn við politikkin, sum myndugleikarnir róku í áttatiárunum. Tá eydnaðist tað Rafsanjani, forseta at fáa prestastýrið at góðtaka eina skipan, sum skuldi avmarka barnatalið. Tað virkaði eisini. Frammanundan áttu iransku kvinnurnar 3,2 børn í meðal, men aftaná fór meðaltalið niður í 1,7. Kvinnurnar í Iran skulu fáa fleiri børn Iransku kvinnurnar skulu fáa sær fleiri børn, sigur Mahmoud Ahmadinejad, forseti. Hillary Clinton. Mótstøðumaður hennara brúkar eftir øllum at døma øll vápn fyri at vinna á henni.