sunnudagur 1. oktober 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Nr. 208 - 27. oktober 2006
Vegna tað, at verandi leiðari fer frá fyri aldur, søkir Pf. Postverk Føroya eftir nýggjum deildarstjóra til
Frímerkjadeildina.
Frímerkjadeildin er útflutningsfyritøka burturav við einum árligum umsetningi uppá 24 mió. kr. og um 30.000
viðskiftafólki kring allan heim. Á Frímerkjadeildini, ið veitir tænastur á 5 ymiskum málum, starvast um 35 fólk, ið
fáast vlð alt frá hugskoti og sniðgeving til marknaðarføring, kundarøkt og pakking.
Nýggi deildarstjórin fær ábyrgdina av fíggjarliga úrslitinum á Frímerkjadeildini, og skal leggja til rættis frímerkja-
útgávur, marknaðarføring og kundarøkt.
Umframt at geva út frímerki til nýtslu í føroyska postverkinum, er høvuðsuppgávan hjá Frímerkjadeildini at selja
føroysk frímerki til savnarar uttanlands. Týðandi grein av uppgávuni er við frímerkjum og øðrum tilfari at vekja
áhuga og kunnleika um Føroyar í altjóða høpi.
Internetið er týðningarmikið amboð í kunnandi virkseminum, og Frímerkjadeildin hevur í dag ikki færri enn
4 heimasíður. Ein er miðsavnandi portalur, meðan hinar eru evnislýsandi heimasíður, ið snúgva seg um føroyska
mentan, nátturu, siðsøgu, list, bókmentur og jarðfrøð.
Deildarstjóri til Frímerkjadeildina
Umsókn
Áhugað eru vælkomin
at ringja til
Sofus Clementsen stjóra
á tlf. 23 61 31
fyri at fyri at kunna seg
um starvið. Allar umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir við hóskandi
prógvum og viðmælum
skulu vera okkum í hendi
fyri 30. oktober 2006
og skulu sendast til:
Pf. Postverk Føroya
att: Sofus Clementsen
Óðinshædd 2
FO-100 Tórshavn
ella um teldupostin til :
postur@postur.fo
Pf. Postverk Føroya · Óðinshædd 2 · FO-100 Tórshavn · Tlf: 34 60 00 · Fax: 34 60 01 · postur@postur.fo · www.postur.fo
Tú hevur hóskandi útbúgving og starvsroyndir, og kanst vísa á góð úrslit innan leiðslu og sølu. Framskygni er
altavgerandi í starvinum, sum krevur neyva skipan av allari framleiðslu langt fram í tíðina.
Tú hevur greiða fatan av møguleikunum innan KT, serstakliga innan direct marketing, og hugflog til støðugt at
menna internetið sum amboð í marknaðarføringini av føroyskum frímerkjum. Dentur verður lagdur á góð
samskiftisevni, málkunnleika, leiðsluroyndir, og so dugir tú eisini væl at fáast við fólk.
Uppgávan
Førleiki
Pf. Postverk Føroya bjóðar tær
Pf. Postverk Føroya
eitt avbjóðandi, fjølbroytt og spennandi starv í altjóða umhvørvi við tíðarhóskandi leiðsluhátti. Vit bjóða tær góða
løn, ið svarar til førleika og royndir.
lýsingar