Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 1. oktober 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 208 - 27. oktober 2006 Frá Sunda kommunu Til 4 ára gamalt barn við serligum tørvi, ið gongur á dagstovni, verður søkt verður eftir stuðulsfólki Uppgávan hjá stuðulsfólkinum er í samstarvi við dagstovnin at stimbra barnið málsliga, grov- og fínmotoriskt og sosialt. Stuðulsfólkið skal eisini kunna fara til ymiskar venjingar við barninum, so sum fysio- og ergoterapi og svimjing. Tað er tí neyðugt, at viðkomandi hevur koyrikort og bil. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava námsfrøðiliga útbúgving, men onnur eru tó eisini vælkomin at søkja. Stuðulsfólkið verður knýtt at dagstovninum og skal tí kunna arbeiða á jøvnum føti við hini starvsfólkini. Vit ynskja, at tú hevur • hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag fyri børnunum • virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teimum vaksnu • hug til at skapa og seta dám á gerandisdagin á dagstovninum • góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálv- støðugt. Setunarviðurskifti Starvið, sum fevnir um 25 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita við at venda sær til sosialu deild á tlf. nr. 471022 ella 771023. Umsóknir við avritum av prógvi, starvsroyndum, møguligum viðmælum v.m. mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. oktobur 2006, og skulu sendast til: Sunda kommunu Sosiala deild Oyrarbakkavegur 3 400 Oyrarbakki Hús á Tvøroyri til sølu Vestanfyri Missiónshúsið, í 3 hæddum, vælegnað til kiosk ella café. Tlf. 0045 31257797 Frá Sunda kommunu Leiðari til teknisku deildina hjá Sunda kommunu Søkt verður eftir leiðara til teknisku deildina hjá Sunda kommunu. Starvið Tú kemur sum leiðari av teknisku deild at taka tær av leiðsluni av allari fyrisiting av deildini, herundir eftirlit og projektering av nýgerð og viðlíkahaldi av ognunum hjá kommununi. Sum leiðari verður tú eisini ráðgevi, málsviðgerði og skrivari hjá teknisku nevndini og brunanevndini. Leiðarin kemur eisini at ráðgeva øðrum nenvdum í kommununi. Førleikakrøv Vit leita eftir persóni, ið er útbúgvin sum verkfrøðingur/byggiverkfrøðingur, ella hevur aðra viðkomandi tekniska útbúgving og góðan teldukunnleika. Royndir innan almenna umsiting er ein fyrimunur. Vit bjoða tær Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fær møguleika at menna teknisku deildina. Setanarviðurskifti Starvið verður sett 1. januar 2007, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfelag. Hava tygum áhuga, so eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Sunda kommunu, Oyrarbakkavegur 3, Postboks 10, 400 Oyrarbakki, og skal henda vera kommununi í hendi í seinasta lagi 31. oktober 2006 kl. 16.00. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 471020 ella Heðin Zachariasen, borgarstjóra tlf. 771020. Oyrarbakki, tann 9. oktober 2006 Sunda kommuna Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf lýsingar