Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-31, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2006síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2006 47 lýsingar “Hví vit,” spurdi Helena á veg av Ríkissjúkrahúsinum og hugdi niður í vegin fyri at krógva tárini. Læknin hevði givið teimum greið boð: “Summar av heilakyknunum í Janu vóru gingnar til grundar og fóru ongantíð at koma aftur.” Jana var fødd ein summardag í 1966. Hon var fullborin, vigaði 7 pund, hevði ljóst hár og blá eygu. Men skjótt varnaðust foreldrini, at okkurt bilti henni. Tað bar ikki til at fáa eygnasamband við hana. Helena og Hanus fingu boðini, at Jana var menningar- tarnað, tá ið hon var fýra ár. Læknin segði eisini, at tey kundu senda hana á Rødbygaard. Tá á døgum, blivu øll føroysk børn, sum vóru so brekað, at foreldrini ikki maktaðu at hava tey heima, send til Danmarkar. Har búðu tey á stovni saman við 800 øðrum; svóvu í stórum salum og gingu eins ílatin millum starvsfólk, sum ikki skiltu føroyskt. Foreldrini vitjaðu tey sjáldan, tí tað var langt og dýrt at ferðast, og hjá nógvum slitnaði alt samband. Hetta vildu Helena og Hanus ikki. Jana skuldi ikki á Rødbygaard. Saman við 70 øðrum foreldrum og avvarðandi stovnaðu tey felagið Javna. Helena gjørdist formaður, og felagið fór undir at skapa betri kor í Føroyum fyri menningartarnað - kor, sum kundu geva dóttur teirra og øllum føroyingum, sum vóru goymdir burtur á Rødbygaard, eitt virðiligt lív. Bókin verður at fáa í bókasølunum frá Mikudegnum 1. nov.