Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 211 - 1. november 2006 Elin Linden­skov, hand­arbeiðs­lærari og býráðslimur í Havn, setti fram­sýningina Glugga­glæma 2006 í Norður­landa­ húsinum mánadagin Tá eg varð biðin at seta hesa framsýningina, sat eg og bíðaði á eini bilverk­smiðju, tí okk urt var galið við bili mínum. Eg játtaði beinanvegin, kendi tað sum ein heiður, at skula seta eina so spennandi framsýning, sum hesa. Nógv er hent síðan fyrsta glæman sást frá Glugga­glæmu. Gluggaglæma hevur setta dám á Føroysk handverk, list og sniðgeving. Frá sið­ bundnum heimagjørdum dygdarvørum, til nýmótans sniðgeving og handverk. Fleiri fjølbroyttar sølu­fram­ sýningar, ráðstevnur, kapp­ingar og kanningar um handverk og list, heimasíða og sølubúðir hava verið og eru komnar síðani fyrstu framsýningarnar. Í ár var eingin Glugga­glæma í Müllers Pakk húsi - summi saknaðu tað, meðan onnur finna aðrar leiðir. Tað er neyðugt við broytingum um vit ikk i skulu standa í stað. Vit mugu menna okk­um og koma víðari. Henda framsýning sum letur upp í dag er ein broyting í mun til framsýningarnar undanfarnu ár. Hon hevur verið í Íslandi, undir heitin­um Grannaglóðir, sjálv hevði eg ikk i møguleika, at vitja í Íslandi, men havi tosa við fólk, sum hava vitja sýningina har. Tað var ikk i sørt, at hesi fólk vóru stolt av, at hava vitjað eina føroyska framsýning í útlondum, enntá eina við handverki, list og snið­geving. Nakrir av luttakarunum á Gluggaglæmu vóru við á framsýning á ráðhúsiunum í Keypmannahavn fyrr í ár, saman við Íslendingum og Grønlendingum. Tað var gjøgnum heimasíðuna hjá Gluggaglæmu, at tey føroysku handverkini vórðu boðin við. Fleiri av tykk um ið sýna fram í dag, liva sum handverkarar, listafólk ella sniðgevar, meðan onnur hava tað sum hjávinnu. Tit vita hvussu trupult tað er - aðrar inntøkur mugu til, um tit skulu liva av sølu í Føroyum. Vit kundu ynskt, at tað bar til at liva av handverkinum og tað ber til, men tað krevur nógv av hvørjum einstakum. Ein søluframsýning sum hend­an varpar ljós á tykk um, og vónandi selja tit eisini tykk ara vørur. Eg nevndi í byrjanini, at eg sat og bíðaði á bil­ verksmiðjuni, tá ið eg varð spurd, um eg vildi seta hesa framsýningina. Við øðrum orðum sat eg og bíðaði, meðan ein handverkari “ornaði” mín bil. Eg valdi at lata bilin í hendurnar á einum kønum manni, sum dugir at “orna” bilar. Tá ið bilurin er liðugur, gjaldi eg tað, ið tað kostar, og eri sera fegin um, at onkur annar kann gera hetta handverkið fyri meg. Eg gjaldið sjálvandi tað, sum tað kostar, uttan at seta spurnartekin við kostnaðin. Soleiðis er ikk i við øllum handverki. Tit vita hvussu trupult tað er at áseta kostn­aðin fyri eina vøru, sum tit hava framleitt - at kostnaðarmeta egnar vørur. Tað er ikk i lætt, men tað skal til, um handverkið skal mennast og virðast. Tí hevur m.a. hendan framsýningin stóran týdning fyri tykk um sum handverkarar, listafólk og sniðgevarar. Framsýningin hevur ikk i minst týdning fyri okk­um sum áskoðarar, tað er mennandi at uppliva og hyggja at dygdar handverki og list. Tað stimbrar okk ara sál, og ikk i minst ein slíkan gráan dag sum í dag, er tað deiligt at steðga á eina løtu - bara njóta og taka til okk ara. Eg fari at ynskja tykk­um góða eydnu við fram­ sýningini og framtíðini. Elin Linden­skov setti Glugga­ glæma 2006 tíðindi Handverk, L Gluggaglæmi stendur frammi í Norður­landa­ húsinum til 19. november Afturvendandi tiltakið Glugga­glæmi læt upp í Norður­ landa­húsinum mánadagin Lagt til rættis: Rigmor Dam Myndir: Jens Kr. Vang Undanfarnu árini hevur framsýningin verið í Müll­ ers Pakk húsið, har karmurin hevur verið livandi verk­ staðir og sølubásar. Í ár hava fyrireikararnar broytt konseptið eitt sindur, so lutirnir í størri mun verða sýndir fram í ljósa og opna umhvørvinum, við greiðari tilskilan til listafólkið, ið sniðgivið hevur. Kortini ber til at keypa lutirnir, ið sýndir verða fram, umframt at samband fæst við ymsu listafólkini. – Vit á Gluggaglæmu arbeiða fyri at fáa dygd­ argott føroyskt handverk og listhand­verk fram í ljósið, - bæði tað, ið virkað verður í Føroyum, og tað í útheiminum, ið hevur tilknýti til oyggjar okk ara, siga tær báðar Randi Sigurðs­dóttir Vang og Jón­ hild Johannessen, sum standa aftan fyri hug­takið Glugga­glæmu. Tað var Elin Linden­ skov, handarbeiðslærari á Háskúlanum og býráðs­ limur í Havn, sum setti fram­sýningina í gjár og Sigrið Ras­mussen sang trý løg fyri mannfjøldini, ið varð møtt upp til setan­ ina. Framsýningin stendur frammi í Norður­landa­ húsinum til 19. november. Sigrið Rasmussen sang trý løg fyri mann­fjøldini, ið varð møtt upp til setanina. Elin Lindenskov, handarbeiðslærari á Háskúlanum og býráðslimur í Havn, sum setti framsýningina mánadagin. Í bakgrundini kvinnukroppar, sum Oggi Lamhauge hevur gjørt Maria Mørkøre, tøvari