hósdagur 2. november 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 212 - 2. november 2006
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Fimleikafagnaður
tíðindaskriv
Skipað verður fyri Fim
leikafagnaði annað hvørt
ár, og eru dagarnr, 4. og 5.
november hesa ferð settir av
til endamálið.
Tríggjar framsýningar
eru á skránni, og er fyrsta
av hesum klokkan 18 leygar
kvøldið. Sunnudagin verða
tvær sýningar, og eru hesar
klokkan 15 og 18.
á 20. ári
Fimleikafagnaðurin er eitt
tað størsta tiltakið, sum
Fimleikasambandið skipar
fyri, og er hetta 10. ferðin, at
tiltakið stendur á skránni.
Her verður fimleikur víst
ur á ein øðrvísi hátt. Feløgini
fáa eitt evni, ið tey skulu lýsa
við fimleiki/framførslu,
ljóði/ljósi, samanspæli/
heildarmynd.
Hetta evnið er í ár Ein ferð
kring jørðina.
Ymsir førleikar døma
13 dómarar eru valdir at
døma. Tað er ikki neyðugt,
at hesir dómarar hava nakað
ávíst samband við fimleik.
Men miðjað verður ímóti at
finna dómarar við ymiskum
førleikum í fjøllbroyttari
vinnu. Dómararnir fáa 15-
20 minuttir at tosa saman
í eftir hvørja einstaka fram
førslu, og síðani skal ein
heildarmeting gerast av,
hvør samlaði vinnarin skal
verða.
400 fimleikarar
Í ár hava 4 feløg meldað til.
Tey eru: Fimleikafelagið
Flog, Fimleikafelagið Støkk,
Fimleikafelagið Ljósið og
Havnar Fimleikafelag. Tey
hava umleið 100 luttakarar
hvør. Feløgini fáa eitt korter
til framførsluna, og skal
hetta nýtast til at lýsa evnið,
samstundis sum nýtsla
verður gjørd av breiddini í
felagnum. Endaliga avgerðin
verður fráboðað frá dómara
borðinum, tá seinna fram
førslan sunnukvøldið er av.
Fimleikafagnaðurin
fer kring jørðina
Um vikuskiftið verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Fimleikafagnaðin. Hesa ferð við eini
ferð kring jørðina sum evni
Heildarmyndirnar, sum standa eftir fimleikafagnaðin, eru
aloftast framúr vakrar. Ikki minst, tí breiddin í einstaka felagnum
eisini verður lýst
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo