Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 212 - 2. november 2006 Í kvøld skal føroyska Vígdis aftur royna seg í sendingini Kan Du Danse? Men í donskum miðlum er rok um sendingina, nú svarar Kanal 5 aftur: Vit kundu ikki droymt um at snýtt! Sjónvarp Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í húsumborna dagblaðnum 24 Tímar verður í gjár skrivað, at fleiri av lut­ takarunum í finaluni í Kan Du Danse? eru valdir út frammanundan. Men hetta er sambært Kanal 5 ikki so. Blaðið skrivar, at útvaldir dansarar vórðu uppringdir og bidnir um at luttaka. Hesir fingu harafturat framm­anundan avtalaða tíð at møta upp og sluppu frá at standa í bíðirøð eins og hini. Eisini verður sagt, at fleiri av hesum dansarum hava fingið at vita, at dóms­ nevndin visti at tey vóru betur enn tað, sum tey høvdu víst, so tey sluppu víðari. 24 tímar byggir sína søgu á útsagnir frá ónevndum dansarum, ið ikki eru kom­ nir víðari í sendingini, og vísir á, at dómarnir kenna fleiri av dansarunum framm­ anundan. Blaðið nevnir tvey dømir har dansarar hava arbeitt saman við Toniuh Pedersen og Niclasi Bendixen. Kanal 5 noktar, at talan er um snýt og vísir á, at talan er um eina seriøsa dansikapping við fýra av teimum best egnaðu dóm­ arunum í Danmark. At nakrir av dómarunum hava arbeitt saman við onkr­ um dansara slepst neyvan undan, men í teimum før­ unum har dómarar hava kent onkran dansara serliga væl, hevur dómsnevndin roynt at latið hinar dómararnar tikið støðu, greiðir ein av dómarunum Kenneth Kreutz­mann frá. Niclas Bendixen við­ gongur, at hann kennir nakrar av dansarunum, ið eru komnir víðari, men sigur, at hann eisini kennir nógvar dansarar, sum ikki komu víðari. - Tey flestu kenna hvør annan í danska dansi­ídn­ aðinum, so tað er einki ser­ligt í hesi støðuni, men um onkur kennir seg viðfarnan órættvíst, so er tey vælkomin at seta seg í samband við meg, so skal eg greiða teimum frá, hví tey ikki eru komin víðari, sigur Niclas Bendixen. Kan Du Danse? er ikki snýt Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo sansir.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Tveir Pedagogar til Trivnaðartænastuna Vit søkja eftir tveimum pedagogum til Bústovnin og Sambýlið á Rúnarvegi í Runavík Vit søkja eftir fólki • við útbúgving sum pedagogur • sum hava evni og vilja til at samstarva og samskifta við avvarðandi hjá búfólkunum og við starvsfelagar • sum hava áhuga í at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum á arbeiðsplássinum • sum eru opin fyri nýhugsan Vit bjóða tvey spennandi og avbjóðandi størv, sum millum annað fevna um at veg- leiða búfólkið í øllum tí, sum tey hava tørv á, og at menna hvønn einstakan til at húsast saman í felagsskapi. At skapa trivnað og á ein pedagogiskan hátt tryggja búfólkunum menningar- møguleikar og saman við teimum skipa innihaldið í gerandisdegnum. Setanarviðurskifti Størvini verða sett 1. desember 2006 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstørv, og ar- beiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisarbeiði. Størvini eru tænastumannastørv. Tey verða sett sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag og lønt á lønarstigunum 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Setanarøkið er Nærverkið, og tænastustaðurin er fyribils Bústovnurin og Sambýlið á Rúnarvegi í Runavík. Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Oddfríðu Højgaard, leiðara, á tlf. 226121. Send eina umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum til: Bústovnurin á Rúnarvegi Stílað: Leiðarin Rúnarvegur 6 620 Runavík Umsóknarfreistin er 6. november 2006. Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo sansir.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Avloysari til Stuðulstænastuna Stuðulstænastan søkir eftir einum stuðli til brúkara í Vágum við ALS vøddasvinn. Stuðulin fer í samstarv við aðrar stuðlar at arbeiða í skiftandi vaktum alt døgnið. Starvið er norm- erað til umleið 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Førleikakrøv: Stuðulstænastan ynskir ein stuðul við viðkomandi útbúgving t.d. heilsuat- støðing ella líknandi útbúgving. Um eingin umsøkjari er við útbúgving, kann starvið verða sett við øðrum umsøkjara. Vit vænta at tú • Kanst arbeiða sjálvstøðugt • Ert tolin og hevur eina positiva menniskjafatan • Kann samstarva í einum toymi Lønar- og setánartreytir: Starvið verður sett skjótast tilber. Talan er um tíðaravmarkað starv í Nærverkinum við tænastu innan Stuðulstænastuna. Lønin verður ásett eftir sáttmála millum avvarðandi yrkis- felag og Fíggjarmálaráðið. Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum ikki primert eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og heilsuøkið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá Føroya Pedagogfelag. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Petru Joensen ella Odu Jóhansdóttir á tlf. 354020. Send eina umsókn við møguligum prógvum, viðmælum og frágreiðing um royndir til: Stuðulstænastan Stílað: Oda Jóhansdóttir Løkjatúni 1 FO-160 Argjum Umsóknarfreistin er 6. november 2006. Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Fleiri eru av teirri fatan, at talan er um snýt í dansikappingini hjá TvDanmark