Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 3. november 2006 37 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna sóknast eftir einum leiðara til húsa- umsitingina. Arbeiðsøkið • at leiða og samstarva arbeiðið á deildini. • at skráseta bygningar. • at gera útbjóðingartilfar í samband við umvælingar og viðlíkahald av bygningum. • at hava eftirlit við arbeiðum. Førleikakrøv • tú skalt hava útbúgving sum byggifrøðingur, og tað er ein fyrimunur, um tú ert lærdur húsasmiður. • royndir við tekning í AutoCAD. Útbjóðing og eftirlit við arbeiðum. • førleika á brúkarastøði í niðanfyri nevndu forritum sum kommunan brúkar. • tú skalt hava koyrikort. Húsaumsitingin brúkar telduforritið Caretaker til skrásetingar av kommunalum bygningum og kemur framyvir eisini at brúka skipanina til viðlíkahaldsarbeiði. Og harumframt verður arbeitt við Word, Excel MS Project, og AutoCad, Microstation og Navision. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast møguligt eftir sáttmálanum millum Føroya Byggifrøðingafelag og Fíggjarmálastýrið. Starvið er fulltíðarstarv. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikael Viderø, býararkitekt, tlf. 30 20 10. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. november 2006. Merkið umsóknina „Húsaumsitingin“. Tórshavnar kommuna Leiðari til húsaumsitingina Eiðis skúli Kolsvegur 8 · FO-470 Eiði · Tlf. 423579 Fax 423480 · e-mail: skulin@post.olivant.fo heimasíða: www.eidi.fo/skulin/ Eiðis skúli Søkt verður eftir lærara til Eiðis skúla • 1 tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburð- arfarloyvi frá 4. januar 2007 og restina av skúla- árinum. Setanarbrøkurin er 0,7. Tann, ið settur verður skal: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í hesum lærugreinum: Føroyskt 5./6. fl., Enskt 4. fl., H&L, Ítrótti, Svimjing við gentum. Talan er um 17 undirvísingartímar um vikuna. Harumframt skal tann, ið settur verður kunna átaka sær flokslærarauppgávuna í einum samanløgdum 5. og 6. flokki. Førleikakrøv Læraraútbúgving Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 - 27.4. Meira kann fáast at vita um starvið frá fyrsta- læraranum Tom Joensen á tel. 423579 ella 229045. Umsóknir við c.v. og avritum av prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. novembur kl. 12.00. Eiðis skúli Postrúm 29 470 Eiði Eiðis skúli hevur undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin er væl útgjørdur við serstovum, lærarahølum og ítróttahøll og hevur góðar umstøður til næmingar og lærarar. Í skúlanum starvast 8 lærarar og 1 stuðulsfólk. 71 næmingar eru í Eiðis skúla. Rørsmiður Til vaksandi virksemi okkara hava vit tørv á einum dugnaligum rørsmiði. Vit ímynda okkum, at tú ert røkin og fyrikomandi, og at tú saman við okkum er áhugaður í at menna fyritøkuna enn meira. Ring til okkum á tlf. 315008 og tosa við Áka Mortensen, stjóra, og fá meira at vita um starvið. Lønin verður eftir avtalu. Sp/f Hiti Stoffalág 33 Postsmoga 3285 110 Tórshavn Kvøldskúlin á Oyrarbakka Uppískoyti til lýstu skránna vetur 2006/2007. Skeið í fyrstu hjálp: Erik Andreasen. Tilmelding tlf. 455322/215322 Tíð eftir avtalu Kórsangur: Jóhan Mortensen Tilmelding tlf. 228129 Mánadag kl. 19.00-21.30. Felagsskúlin á Oyrarbakka tlf. 422084 Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo all-in-one Brother DCP-115C Print/Copy/Scan 1200x6000dpi printari UBS 2.0 4 seperatar patrónir Íroknað brekkpatrónir og drívarar Lesið -so eru tit við! lýsingar