fríggjadagur 3. november 2006síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 3. november 2006
39
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Kunngerð
um broytingar í byggisamtyktini
fyri Vestmanna Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954,
seinast broytt 13. mai 1992, um býarskipanir og
byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at
Vestmanna Bygdarráð á fundi 24. oktober 2006
hevur samtykt at gera niðanfyri standandi
broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna.
Nýtt alment øki við framhald av Heygalíð
Verandi sethúsaøki og partur av landbúnaðarøki
verður broytt til øki til alment endamál.
Broytingin umfatar hesar matriklar ella partar av
teimum: 27c, 310ø, 310aa, 310ab, 301ag, 310ah,
310ai, 326a.
Nýtt sethúsaøki við framhald av Reynslið
Verandi øki til almennar stovnar verður broytt til
sethúsaøki og landbúnaðarøki:
Broytingin umfatar hesar matriklar ella partar av
teimum: 310av, 310aw, 310ax, 310ay, 310az, 310aæ
og 310aø, 88e, 88d, 88c, 112a, 113a, 114a, 115a, 116a
og 118a.
Nýtt sethúsaøki fram við Bjargalíð
Landbúnaðarøkið fram við Bjargarlíð - í eini breidd
uppá 25 metrar - verður broytt til sethúsaøki.
Broytingin umfatar partar av hesum matriklum:
310a, 58d, 322a, 9b, 264a, 8a, 295, 296 og 189b,
Víðkan av sethúsaøki við Hornaveg
Sethúsaøkið við Hornaveg 31 og 33 verður víðkað
við 10 metrum.
Broytingin umfatar grundstykkini matr. nr. 309b og
309c.
Broyting av økjum á Heygum og Inni í Fløtti
Partur av frílendið og miðstaðarøki verður broyttur
til alment frítíðarøki.
Broytingin umfatar hesar matriklar ella partar av
teimum: 205cn, 231e, 231g og 234b.
Sethúsaøkini á matr. nr. 3a, 20a og 231h verða
víðkað.
Ætlað gongugøta verður broytt á matr. nr. 205cn og
burturtikin á matriklunum 20a, 3a, 232a og 231e.
Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á
kommunuskrivstovuni
í vanligari skrivstovutíð
frá 8. til 29. november - báðir dagar íroknaðir.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot,
sum skulu vera skrivlig, skulu verða Vestmanna
Kommunu í hendi í seinasta lagi 6. februar 2007.
Vestmanna Kommuna
Pedagogur
ella hjálparfólk
til Látipípuna
350 Vestmanna
Søkt verður eftir pedagogi ella hjálparfólkið til ávísa
uppgávu at byrja skjótast tilber. Starvið er sett til 40
tímar um vikuna.
Látipípan er ein útibarnagarður við 19 børnum í
aldrinum 5-6 ár, og ein frítíðarstova við 25 børnum
í 1. og 2. flokki.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Maluna Stórá, leiðara, á telefon 230145.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
Skrivlig umsókn verður at senda til Vestmanna
Kommunu í seinasta lagi hósdagin 23 november,
kl. 12.00.
Látipípan
og
Vestmanna Kommuna
Søkt verður eftir
stuðulspedagogi
Til Dagrøktina í Nes kommunu verður søkt
eftir stuðulspedagogi at arbeiða seinnapart í
spælistovuni, 20 tímar um vikuna, til eina 4 ára
gamla gentu, sum er sjónveik, at byrja 4. desembur
2006.
Aftaná 1. januar 2007 fer gentan í barnagarð og
stuðulin fylgir við.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður
hjálparfólk sett.
Arbeiðið umfatar:
• at stuðla gentuni í spæli saman við øðrum
børnum.
• at stimbra og annars geva henni ein innihaldsríkan
dag.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Pedagogurin í skala 10-16 og hjálparfólkini í skala
1-5.
Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við prógvum og møgulium
viðmælum, skulu vera Nes kommunu í hendi innan
20. november 2006 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja á tlf.
448462 ella 565020 og tosa við Katrin Poulsen
dagrøktarleiðara.
Nes Kommuna
650 Toftir
www.nes.fo · nes@nes.fo
Runavíkar kommuna
søkir eftir
Pedagogum til Barna
garðin á Mýrunum
Á Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á
stovninum eru 2 vøggustovur við 14 børnum
í hvørjari, 2 barnagarðsstovur við 20 børnum í
hvørjari, 1 barnagarðsstova við 20 6-ára gomlum
børnum og 1 stova við børnum við serligum tørvi.
Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum
rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt
er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og
stórt felagsrúm við barnavinarligum køki. Stovnurin
liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og
nær við ítróttarøkið
Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka
barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði
persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka
málinum er neyðugt við einum tryggum og
stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi millum
leiðslu, starvsfólk og foreldur.
Vit ynskja tí at umsøkjarin:
•
hevur umsorgan fyri børnum
•
hevur góð samstarvsevni
•
er íðin, nærlagdur og álítandi
•
hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin
•
er nýhugsandi og ígongdsetandi
Søkt verður eftir:
➢1 pedagogi 35 t. um vikuna
➢1 pedagogi 30 t. um vikuna
Setan verður frá 1. des. 2006 ella eftir nærri avtalu.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Eyðnu
Norðfoss leiðara ella Mariu í Króki varðaleiðara á
tlf. 448254 ella 218254
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 17. nov. 2006, kl. 12,00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
lýsingar