Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-03, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. november 2006síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 3. november 2006 47 lýsingar Eitt starv sum varamaður til vatnmeistaran er leyst at søkja til setan 1. desember 2006. Um vatnverkið Vatnverkið røkir øll teknisk mál sum hava við kommunala vatnið at gera. Deildin virkar sum ein partur av Teknisku deild. Starvið Tú kemur, í tøttum samstarvi við vatnmeistaran, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við ráðgeving, eftirliti og øðrum uppgávum sum deildin annars tekur sær av. Arbeiðsuppgávan umfatar m.a. • Viðlíkahald, ábøtur, nýgerð og skráseting av rørskipanum • Umsiting av leiðingum • Umsiting av reinsiverkum • Vaktarhald • Annað fyrifallandi arbeiði Vit leita eftir starvsfelaga ið • hevur útbúgving sum maskinmeistari, el. aðra maskintøkniska útbúgving, helst við hollum royndum sum handverkari • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt • hevur hollan kunnleika til teldutøkni t.d. teldukoyrikort • hevur góð samskiftisevnir, bæði muntliga og skrivliga • er opin og hevur lætt við at umgangast starvsfelagar og borgararnar í kommununi Vit bjóða tær • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum • Eitt gott og óformelt arbeiðsklima Setanarviðurskifti Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, verður sett skjótast gjørligt sæmbart sáttmála millum Starvs- mannafelagið og KAF. Fleiri upplýsingar Fáast við at venda sær til Jógvan D. Jakobsen, býarverkfrøðing á telefon 417000. Søk starvið Við at senda okkum eina umsókn í seinasta lagi 15. november 2006. Umsóknin skal sendast til: Runavikar kommunu Tekniska deild Postboks 139 Heiðavegur 26 Fo-600 Saltangará Varamaður til vatnmeistaran til vatnverkið hjá Runavíkar kommunu Starvslýsing www.runavik.fo …ein kommuna í menning ( ENDURLÝSING ) ... tú fært tað munandi betri hjá HTH SØLUFÓLK TIL NÝGGJA HTH Í MIÐLON HTH KØKSMIÐSTØÐIN Hoyvíksvegur 67 Postboks 1201 110 Tórshavn Tel 35 93 00 petur & petur • 320870 Vit sóknast eftir einum nýggjum sølufólki/teknara, sum skal styrkja okkara sølulið við at veita viðskiftafólkum okkara bestu vegleiðing og tænastu. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt í einum nýggjum og spennandi umhvørvi, har arbeiðsuppgávurnar verða kundatænasta, tekning, tilboðsgeving, uppfylging og umsiting av bíleggingum. Førleiki og royndir Vit vænta at tú er ágrýtin og hevur hug og hegni at veita kundum okkara góða tænastu. Tað er ein fyrimunur um tú hevur útbúgving og royndir innan handil og sølu. Vit vænta, at • tú hevur royndir við sølu og tænastu, har royndir frá køkssølu er ein fyrimunur, men eingin treyt. • tú hevur KT-kunnleika á brúkarastøði. • tú setir tær sjálvum mál fyri tað, tú arbeiðir við. Vit bjóða • Starv í einum nýggjum og spennandi umhvørvi HTH í Miðlon. • Løn, ið er treytað av førleika og royndum. • Persónligar menningarmøguleikar. • Sjálvstøðugt arbeiði í størstu køksketu í danska kongaríkinum. Umsókn Meira um starvið fæst at vita frá Heina Ziska Dahl, tel 35 93 00. Umsóknir skulu sendast til: HTH-Køksmiðstøðin, c/o Miðlon Handilsmiðstøð, Hoyvíksvegur 67, Postboks 1201, 110 Tórshavn, att: Heini Ziska Dahl Umsóknarfreistin er 20. november 2006. HTH Køkstorgið í Miðlon er limur í “HTHs butikskæde”, sum er størsti leverandørur av køkum í Danmark við einum marknaðarparti uppá næstan 35%. HTH-ketan veksur støðugt og framhaldandi vøkstur og útviklingur er framvegis okkara stevnumið.