mánadagur 6. november 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 214 - 6. november 2006
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Forkunnug almenn
bókarframløga
verður í Norðurlanda
húsinum hóskvøldið
9. november kl. 19.30
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Tá
verður
søgusavnið
“Von Inseln weiß ich ...”
Geschichten von den Färö
ern, sum tað sveisiska for
lagið Unionsverlag hevur
latið geva út, løgd fram á
almennari samkomu, har øll
eru hjartaliga væl komin.
Millum annað eru Verena
Stössinger og Anna Katharina
Dömling, sum hava skipað og
ritstjórnað útgávuni, báðar til
steðar, og fara tær at siga frá,
hvussu henda bókin er íkomin
og løgd til rættis
Bókin, ið er eitt savnsverk
(ein anthologi) við týddum
føroyskum stuttsøgum og
øðrum stuttprosa, er 381
blaðsíður stór. Sum eitt slag
av inngangi stendur ‘Nasse
Heimat’ (Våd hjemstavn)
eftir Williami Heinesen,
í føroyskari týðing eftir
Heðin Brú eitur teksturin:
Vátt heimbýli.
Síðan koma 27 søgur
og aðrir stutttekstir, sum í
stórum dráttum standa ann
aðhvørt í tíðarrøð ella eisini
í evnisligum samanhangi:
‘Die Sage von Beinta und
Peder Arrheboe’ (Beintu
og Peder Arrheboe), sum
dr. Jakob Jakobsen hevur
skrivað upp,
‘Eyðun’ (Eyðun) eftir
Regin í Líð,
‘Der Traum’ (Dreymurin)
eftir Andreu Reinert –
Andreu í Norðradali,
‘Abal’ (Ábal) eftir Sverra
Patursson,
‘Bekka’ (Bekka) eftir
Petru Djurhuus,
‘Ein Mann kommt nach
Hause’ (Maður kemur at hús
um) eftir Martin Joensen,
‘Die Witwe auf der Pfarre’
(Enken på Kaldet, annar
kapittul úr Barbaru – sum
Chr. Matras hevur føroyskað:
Einkjan á garðinum í Barbu
og harra Pál),
‘Don Juan vom Tranhaus’
(Don Juan fra Tranhuset)
eftir William Heinesen,
‘Das erste Mal fern von
der Heimat’ (Frá landi á
fyrsta sinni) eftir Kristian
Osvald Viderø – eitt stutt
brot úr bók við sama heiti,
tað fyrsta brotið,
‘Der fliegende Glöckner’
(Den flyvende klokker) eftir
Eilif Mortansson,
‘Purkhús’ (Purkhús) eftir
Heðin Brú,
‘Allein auf Lítla Dímun’
(Einsamallur í Lítlu Dímun)
eftir Heðin Brú,
‘Gestur’ (Gestur) eftir
Jens Paula Heinesen,
‘Das Kind’ (Barnið) eftir
Steinbjørn B. Jacobsen,
‘Der Wachmann’ (Vaktar
maðurin) eftir Karsten
Hoydal,
‘Liebeskummer’ (Hjarta
sorg) eftir Gunnar Hoydal,
‘Weit weg und blass’ (Fjar
ur og følin) eftir Gunnar
Hoydal,
‘Es ist gut, stark zu sein,
Maria!’ (Gott er at vera sterk
ur, Maria!) eftir Oddvør
Johansen,
‘Unter Deinen Fittichen’
(Undir tínum veingjabreiði)
eftir Hanus Kamban,
‘Juli’ (Juli) eftir Ebbu
Hentze,
‘Die Eisblume’ (Frostrós
an) eftir Lydiu Didriksen,
‘Der Proviantmeister’
(Hovmeistarin) eftir Jóanes
Nielsen,
‘Moriæ Encomium’ (Mor
iae Encomium) eftir Carl
Jóhan Jensen,
‘Regelwerk’ (Reglur) eftir
Tórodd Poulsen,
Der
Schmetterlings
verkäufer’ (Firvaldaseljarin)
eftir Rakel Helmsdal,
‘Placebo’ (Placebo) eftir
Elias Askham,
‘Die
Kette’
(Leinkjan) eftir Marjuna
Kjelnæs.
,Verena og Anna Kath
arina, ið m.a. hava lisið
norðurlendskt (Nordistik)
í ávikavist Danmark og
Svøríki, hava eisini skrivað
ein styttri tekst um hvønn
einstakan rithøvund og um
hvønn einstakan týðara
– tí at týðararnir eru fleiri:
Renke Borchert, Kirsten
Brix, Ernst Krenn, Inga
Meincke, Gisela Perlet,
Birgit Ernstdóttir Remmel
og Detlev Wildraut.
Útgevararnir takka hópin
av føroyingum, sum á
ymiskan hátt hava hjálpt
teimum við útgávuni.
Á almennu bókarframløg
uni í Norðurlandahúsinum
hóskvøldið 9.
november kl. 19.30, sum
Rithøvundafelagið saman
við Húsinum skipar fyri,
fara Verena Stössinger og
Anna Katharina Dömling
at leggja “Von Inseln weiß
ich ...” fram fyri føroyska
almenningin og greiða
gjølligari frá bókini.
Gunnar Hoydal og Malan
Marnersdóttir fara eisini at
siga nøkur orð um útgávuna
– og ivaleyst er tað, at eitt
hvørt prosastykki verður
lisið upp úr bókini!
Ókeypis atgongd – hjarta
liga væl komin, sigur Rit
høvundafelag Føroya og
Norðurlandahúsið í Føroy
um
Føroysk stuttprosa
– á týskum!
Ein møtirøð í Pondamali í
Kenya er júst endað. Fríðtór
Debes, evangelistur, talaði
á hesum møtum. Møtirøðin
byrjaði hóskvøldið og endaði
sunnukvøldið. Á leið 400
fólk vóru til møtini hvørt
kvøldið. Fríðtór prædikaði
evangeliið á enskum, og varð
tað umsett til swahili. Nógv
fólk góvu evangeliinum gæt
ur, serliga børnini. Ponda
mali er eitt umráði í býnum
Nakuru. Nakuru liggur
160 km í ein útnyrðing úr
Nairobi. Pondamali er eitt
sera fátæksligt øki.
Kirkjan Filadelfia í Nakuru
og New Life Ministry, sum
fleiri føroyingar í løtuni eru
virknir í, liggja í hesum
fátæka øki. Filadelfiakirkjan
og New Life Ministry royna
í verki at vísa Guds kærleika
og næstakærleika í hesum
sera fátæki øki.
Eisini hava seminar og
møti verið hildin hesar dag
arnar. Tummas Jacobsen,
Malena Meitilberg og Rúni
Rasmussen luttóku á hesum
tiltøkum. Føroyingarnir
vórðu sera væl móttiknir av
kenyabúgvum.
Sunnudagin vóru níggju
føroyingar á møti í Filadel
fiakirkjuni í Nakuru.
Føroyingar vaktu
ans í Pondamali