mánadagur 6. november 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 6. november 2006
31
VIT SIGA NEI ! -
til “Sexuella/Kynsliga Orientering” í Revsilógarinnar § 266 b.
Tekur tú undir við onkrum av niðanfyri standandi – ella vilt tú, av einari ella aðrari orsøk, gera teir føroysku
politikkararnar varugar við, at TÙ heldur, at “Sexuel/Kynslig Orientering” ikki hoyrir heima í Revsilógarinnar §
266 b, so klipp lepan út, skriva navn títt undir og ger vart við TÍNA meining.
x Tað kann vera, at tú meinar, at Samkynd, eins og øll onnur í landinum, eru vard av § 267 í “Revsilógini”, ið sigur: “Den, som
krænker en andens ære ved fornærmelige ord eller handlinger eller ved at fremsætte eller udbrede sigtelser for et forhold, der er
egnet til at nedsætte den fornærmede i medborgeres agtelse, straffes med bøde eller hæfte.”
x Tað kann vera, at tú meinar, at tað eru so nógvir ymiskir bólkar í einum samfelagi, at ein
bólkur eigur ikki at vera tikin úr rúgvuni bert grunda á sexuella orsøk.
x Tað kann vera, at tú ert ein av teimum mongu, ið er troytt/ur av einsíðugu viðgerðini av málinum í ávísum av miðlunum, og tú
av tí grund nú gert vart við teg á hendan hátt.
x Tað kann vera, at tú meinar, at Føroyar eru viðkvæmar og ov lítið land til at taka hetta lopið.
x Tað kann vera, at tú meinar, at hetta bert er fyrsta stigið, og tá fyrsta stigið er tikið, eru onnur á veg.
x Tað kann vera, at tú meinar, at tað næsta verður “skrásett parlag” og tí tekur tú ikki undir við við hesum.
x Tað kann vera, at tú meinar, at næsta stigið verður, at Samkynd skula hava loyvi til insemination og at ættleiða børn, og tað vilt
tú verja teg, børnini og Føroyar ímóti.
x Tað kann vera, at tú meinar, at hesin liviháttur samsvarar ikki við tað, ið náttúran hevði ætlað.
x Tað kann vera, at tú meinar, at hetta hevur einki við diskrimination at gera.
x Tað kann vera, at tú meinar, at tey gomlu, sjúku ella børnini áttu at komið í fyrstu røð.
x Tað kann vera, at tú meinar, líka sum uppskotsstillararnir, at tað ber ikki til at lóggeva seg burtur happing.
x Tað kann vera, at tú meinar, líkasum professarin í donskum revsirætti, Eva Smith, at § 266 b ikki fer at hjálpa Samkyndum, ið
vera happaði á vertshúsi.
x Tað kann vera, at tú ert ein av teimum, ið hevur funnið útav at minni enn 15 av teimum 192 londunum í ST, ella umleið 92
procent ikki hava hetta í Revsilógini.
x Tað kann vera, at tú meinar, at lógin heldur átti ljóða, sum hon gjørdi í “Kardumummubýnum”, har hon einfalt ljóðaði:
“Eingin hevur loyvi at happa nakran”.
Nógvar kunnu vera grundirnar - hesar eru bert fáar av mongum. Tín grund er møguliga ein heilt onnur.
Felags fyri okkum er, at vit fara at gera vart við okkum, við at handa Løgtingsformanninum okkara undirskriftir fyri at
vísa, at vit taka ikki undir við uppskotinum um at “ Sexuel/Kynslig Orientering” skal við í Revsilógarinnar § 266 b.
Klipp lepan út og send hann til:
VIT SIGA NEI, Postrúm 2061, FO-160 Argir.
Vit heita hervið á Løgtingsfólk um ikki at taka undir við at broyta Revsilógarinnar § 266 b, til at innihalda
“Sexuella/Kynsliga Orientering”
NAVN
BÚSTAÐUR
FØÐINGARDAGUR
UNDIRSKRIFT
www.neinei.dk
www.neinei.dk
www.neinei.dk
Ábyrgdarpersónur fyri lýsing: Sølvar Michelsen
lýsingar