týsdagur 7. november 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 215 - 7. november 2006
tíðindi
SAMBAND
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 3418xx
Seinasta freist
at lata broyt-
ingar inn til
telefonbókina
2007 er týs-
dagin 6. nov.
2006
Týsdagin 7. november 2006 er seinasta freist at koma við
rættingum til Hvítu síður í Telefonbókini fyri ár 2007 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu síður er á síðu 565 í
Telefonbókini 2006, og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya
Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 93 01.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum telefon-
nummari við undirstrikingum, eykaupptøkum og/ella undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undir-
striking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri
búmerki er kr. 2.000,00 (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Mánadagin 6. november 2006 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ........................................ kr.
900,00
(B) Innramming ............................................. kr. 1.000,00
(E) Grafisk lýsing fyri mm (min. 30 mm) ....... kr.
30,00
(sí dømi á s. 564 í Telefonbókini 2006)
Litlýsingar:
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at
lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta
bakgrund er kr. 600,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr.
1.400,00.
Skrásetingar-/rættingarblað til Gulu síður er á síðu 564 í
telefonbókini 2006, og skal sendast til:
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg!
Í mars 2007 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist óbroytt.
Hvítu síður
Gulu síður
tel 30 30 30 www.tele.fo
www.nummar.fo · info@nummar.fo - www.gulu.fo · info@gulu.fo
Kári Páll Nolsøe
gjørdi eitt sannfør
andi comeback í sing
er/songwriter, men
villmaðurin og hinir
báðir luttakararnir
vóru ikki so at syfta
TÓNLEIKUR
Ein ungur harri, ein ung
dama, ein gamal rokkari
og ein rættiligur villmaður
traðkaðu fram á lítla palli
num í Hafnia Lounge leyg
arkvøldið.
Fýra ógvuliga ymiskir
tónleikarar og fýra ógvuliga
ymiskir persónar.
Aftur leygarkvøldið var
fullsett í Hafnia Lounge.
Tann góða uppmøtingin frá
fólki vísir, at fólk hava tikið
hendan tónleikastíl til sín, og
tær ymsu persónligheitirnar
tykjast bert at vera ein fyri
munur fyri tiltakið. Og
leygarkvøldið var munur á
luttakarunum í stíli, men
dygdin varð varðveitt frá
undanfarnum umførum.
Tað unga
Yngra ættlarliðið leygar
kvøldið var umboðað av 25
ára gamla Hera Trondesen
og 21 ára gomlu Evi Isak
sen. Heri hevur ferðast á
føroyska tónleikapallinum í
fleiri ár í bólkum sum Róp
og S.c.a.t.G.o.h.
Evi Isaksen hevur ikki
verið eins nógv at hoyrt,
men hon hevur tó áður
víst, at hon dugir at syngja,
tá hon luttók í finaluni í
Ársins songrødd.
Leygarkvøldið var tað
sjón fyri søgn hjá øllum
áhoyrarunum, at hon Evi
veruliga dugir at syngja.
Hon hevur ikki tær nógvu
royndirnar við at spæla
gittar, og tað merkti eisini
hennara framførslu.
Tað bilaði ikki við gittar
spælinum hjá Hera Trond
esen. Hann er ikki ein per
sónur, sum ger nógv av sær
sjálvum á pallinum, men
tónleikurin sigur eina sann
førandi søgu. Við sínari
djúpu og kraftmiklu rødd
sló hann fast, at hann eisini
kann gera seg galdandi í
singer/songwriter høpi.
Somuleiðis hevur Evi
Isaksen onga orsøk til at
halda seg aftur. Hennara
framførsla var rólig og góð,
og hon hvíldi í síni fram
úr rødd. Tað vóru kanska
royndirnar og tónlistarliga
búningin, sum manglaði
hjá teimum báðum yngru
luttakarunum
leygar
kvøldið. Men teirra avrik
góvu so avgjørt áhoyraru
num og dómarum eitt gott
upplivilsi.
Tað eldra
Við sínum 34 árum flokka
vit Kára Páll Nolsøe í eldra
aldursbólkinum saman við
villmanninum Holgar Jac
obsen.
Villmaðurin boðaði frá
sínari
luttøku
umvegis
heimasíðuna hjá villmonn
um, og hann vildi ikki gera
aðrar viðmerkingar undan
kappingini.
Holgar hevði eina spenn
andi røð av tekstum við
sær í skjáttuni. Hann var
ikki bangin fyri at vera sam
felagsrevsandi. Hann var
ikki so villur sum onkuntíð
áður, men tó sást á øllum
brøgdum, at hann hevði
verið á palli áður.
Kári Páll Nolsøe var í
finaluni
fyri
tveimum
árum síðani. Og tað var
sera gleðiligt at hoyra,
at hann framvegis spælir
sum á sínar heilt egnu
tangentar. Hann spældi so
væl leygarkvøldið, at hann
gjørdist vinnari og sleppur
at hitta Jensinu Olsen og
Høgna Reistrup í finaluni
komandi vikuskifti.
Framførslan hjá Kára var
rá, ópolerað og sveimandi
og sjarmerandi alt í senn.
Ein sterkur tónleikari, sum,
hóast ikki langt framman
fyri hini, vann við hegni og
dugnasemi.
Leygarkvøldið 11. novem
ber verður finalan í singer/
songwriter 2006, og tað er
framman undan finaluni
ómøguligt at peika á nakran
favoritt.
Kári aftur meistari á lítla pallinum
Luttakarnir á singer/songwriter á Hotel Hafnia leygarkvøldið vóru Kári Páll, Evi, Heri og Holgar
Ein av ræðumyndu
num, ið hevur verið
brúktur ímóti at
broyta mannamuns
greinina til at um
fata kynsligan sam
leika, er at í Svøríki
verður greinin
brúkt til at bannað
Guðs orð, hetta er
bara ikki veruleikin
SAMKYND
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
- Ein prestur í Svøríki
kann lesa alt upp úr Bíbl
iuni, eisini brotini um sam
kynd, um hann hevur hug
til tað. Hetta hevur manna
munsgreinin onga ávirkan
á, sigur Søren Andersson
pressutalsmaður hjá felags
skapinum hjá svenskum
samkyndum RFFL.
- Tað einasta í mann
amunsgreinin ger, er at
nokta fólki at hetsa sam
kynd. Tað eru ávísir víð
gongdir kristnir høgra
felagsskapir, ið hava
barst fyri rættinum at
lýsa samkynd sum verri
menniskju enn onnur. Tað
er ivaleyst har, ið søgurnar
koma frá, sum nú ganga
í Føroyum um, at manna
munsgreinin hevur gjørt,
at tú ikki sleppur at lesa
upp úr Bíbliuni í Svøríki.
Men hetta er beinleiðis
skeivt, slær Søren Ander
sson fast.
- Í stuttum ger manna
munsgreinin, at tú ikki
kanst brúka Bíbliuna til
at leggja eftir minnilutum,
og kalla teir fyri verri
menniskju. Tú kanst t.d.
heldur ikki brúka Bíbliuna
til at leggja eftir jødum,
sjálvt um møguleikar eru
fyri tí í sjálvum tekstinum,
heldur Søren Andersson
fram.
- Tað er eitt sera veikt
argument, at rætturin
at verja ein ávísan bólk
móti kúgan og happing,
skuldi skorið tín rætt til
at trúgva uppá eina hægri
megi. Tær nýtist ikki at
niðurgera onnur fyri at
praktisera tína trúgv. Men
tað er ein sannroynd, at
hetta hevur verið gjørt
nógv. Við religión sum
gassa hava nógvir bólkar
verið diskrimineraðir.
Hetta upplivdu við fyri
60-70 árum síðan við
jødunum og fyri 40 árum
síðan við kvinnum. Men
hetta er nakað, sum vit í
vesturheiminum, hava tik
ið avstand frá, sigur Søren
Andersson og heldur
fram:
- Eg havi luttikið á fund
um í ST, sum partur av
svensku sendinevndini, og
argumentini, ið vit hoyra
í hesum málinum, eru
júst tey somu, ið summi
lond brúka fyri at halda
fæst í rættinum at kúga
kvinnur.
- Guðs orð er
ikki bannað
í Svøríki!