týsdagur 7. november 2006síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 215 - 7. november 2006
Leygardagin varð
nýggi barnagarðurin
á Strondum tikin í
nýtslu. Sera nógv fólk
komu inn at hyggja
at flottu hølunum
til hátíðarhaldið.
Navnið á nýggja
barnagarðinum er
“Lítli Fløttur”
STRENDUR
Orð & myndir: Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Leygardagin var hátíðarhald
í nýggja barnagarðinum á
Strondum í samband við,
at hann er tikin í nýtslu.
Hátíðarhaldið
byrjaði
klokkan 14, og fólk hildu
á inntil klokkan 17. Á
hátíðarhaldinum var navnið
á nýggja barnagarðinum
avdúkað. Tað varð útskrivað
ein kapping um navnið, og tað
var Anna Joensen, sum átti
vinandi uppskotið. Hon fekk
ein kekk og eitt blómutyssi
á hátíðarhaldinum.
Huglagið á fólki, sum vóru
komin til hátíðarhaldi var
sera gott. Í matstovuni var
borð við ábiti. Í horninum
sat ein ungur dugnaligur
klaverspælari og spældi
vakran kafétónleik, meðan
fólk prátaðu yvir ein bita.
Hans Petur Jacobsen,
formaður í trivnaðarnevndini
í Sjóvar Kommunu, segði
nøkur orð á hátíðarhaldinum.
Malena Thomsen var eisini
til hátíðarhaldið. Tey vóru øll
væl nøgd við bygningin.
Hvør stova fekk sítt egna
navn í barnagarðinum. Í
bygninginum skal vera
vøggustova, barnagarður og
frítíðarstova. Barnagarðurin
liggur einans eitt hanagleiv
frá fótbóltsvøllinum á
Strondum, so har kann
væntast, at børnini fara at
nýta nógva tíð.
Tað er Fjarðahús, sum
hevur bygt barnagarðin.
Barnagarðurin í Vestmanna
er nýttur sum fyrimynd,
og tað meta tey vera ein
fyrimunur.
- Vit hava spurt vestmenn
ingar, hvat vit kunnu brúka
frá teimum, og hvat vit
kanska burdu gjørt ørðvísi,
Soleiðis hava vit notið
gott av teirra royndum,
sigur Tummas Johannesen,
formaður í teknisku nevnd í
Sjóvar Kommunu.
Øll starvsfólkini vóru til
hátíðarhaldið. Tey vóru í
góðum lag, og tey stillaðu
fegin upp til myndatøku. Har
vóru eisini ommur og abbar
og foreldur við børnum, sum
skulu ganga í barnagarðinum.
Sum heild tykist tað sum,
at tað eru nógv, sum koma
at njóta ágóðan av nýggja
barnagarðinum.
Lítli Fløttur t
Borgarstjórin í
Sjóvar Kommunu,
Malena Thomsen,
fegnast um nýggja
barnagarðin. Hann
er tó longu fullur, og
tí er tørvurin ikki
stillaður langt fram í
tíðina, sigur hon
STRENDUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Malena Thomsen, borgar
stjóri í Sjóvar Kommunu,
var til hátíðarhaldið. Hon
fegnast sum vera man um,
at nýggi barnagarðurin er
tikin í brúk.
– Vit eru væl nøgd við
arbeiðið. Fólk sýna eisini
stóran áhuga fyro barna
garðinum. Her eru foreldur,
ommur og abbar og børn,
sum skulu ganga her, sigur
Malena.
Tørvurin einans
fyribils stillaður
Tað hevur verið stórur
tørvur á einum barnagarði,
tí at tað eru so nógv børn
á Strondum. Hóast hesin
stóri barnagarðurin júst er
tikin í brúk, er tørvurin tó
ikki stillaður langt fram í
tíðina.
– Barnagarðurin er
longu fullur. Vit hava tó
eina frítíðarstovu, og tá ið
tørvurin verður størri, má
hon fara út, sigur hon.
Tey uppliva ein stóran
vøkstur á Strondum. Tað
er gravgangur eftir grund
stykkjunum.
– Tað standa 63 fólk á
bíðilista. Ein stórur partur
av hesum eru úr Havnini.
Tað er ein stórur áhugi fyri
at búgva her, og vit fara at
gera okkara fyri at nøkta
hendan eftirspurningin,
sigur Malena at enda.
Barnagarðurin
ikki langtíðar
loysn
Malena Thomsen situr longst til vinstru. Her situr hon og
prátar við fólk á hátíðarhaldinum
Hesin ungi drongurin spældi frálíkan kafé-tónleik, meðan fólk fingu sær ein bita
Lesið
-so eru tit við!