týsdagur 7. november 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 215 - 7. november 2006
tíðindi
MÓTASÝNING
Ella Larsen
Myndir: Jens Kr. Vang
Hóskvøldið skipaðu handl-
arnir í miðbýnum saman
við kunningarstovuni fyri
mótasýning á Hotel Tórs-
havn.
Talan var um aftur vend-
andi heystmótasýningina,
sum hevur verið á ymiskum
støðum tey síðstu mongu
árini. Hetta er fyrstu ferð
at mótasýningin varð hild-
in á Hotel Tórshavn.
Klæðini, ið sýnd vóru
fram, vóru bæði til børn og
vaksin. Nýggjasti heyst-
mótin varð sýndur fram,
samstundis við at tað var
møguleiki at fáa íblástur til
klæðini til jólaborðhaldið.
Fleiri enn 100 fólk vóru
komin til mótasýningina,
sum var útseld.
Handlarnir ið sýndu fram
vóru: Niels Arge, Bamsan
og Total, Diva, Fljóðið, Fót-
búni,
Gloss, Kallkyn, Kissa,
Listir, Mótaskálin, Skála-
búðin, Touché, Vogue og
Wrangler Shop. Í steðgi-
num vísti Royal Hárfríðk-
an hármóta.
Heystmótasýning í miðbýnum