Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 219 - 13. november 2006 tíðindi – Vit fegnast um, at Benjamin nú fær eitt dygdargott ansingartilboð, men samstundis er tað ørkymlandi, at vit noyddust í bløðini, fyri at fáa hjálp, sigur Eydna Skaale, mamma lítla Benjamin, sum Sosialurin skrivaði um í síðstu viku Sosialmál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fyri nøkrum mánaðum síð­ani varð dagstovnurin hjá Sernámsdeplinum nið­ urlagdur, hóast onki alterna­ tivt tilboð var til fjølbrekaðu børnini, ið sostatt komu í klemmu í skipanini. Eft­ir at Sosialurin í síðstu viku prátaði við foreldrini hjá lítla heilaskadda Benja­ min, og soleiðis setti ljós­ málan á trupulleikan, let­ ur dagstovnurin nú upp aftur, og foreldrini fegnast sjálvsagt um, at ein loysn nú er funnin. – Tað er fantastiskt, at vit nú fara at fáa eitt tilboð til Benjamin, og vit eru ómetaliga takksom fyri, at politisk stig vórðu tikin so skjótt, sigur Eydna Skaale, sum saman við manninum Ragnar við Streym greiddi frá støðu teirra í blaðnum mánadagin. – Vit høvdu ikki roknað við, at ein loysn fór at koma so skjótt, tí eftir tí, sum vit fingu burturúr orða­skiftinum í blaðnum í síðstu viku, fór ein loysn kanska at koma einaferð næsta ár og talan var eisini um at seta ein arbeiðsbólk, sigur ein fegin Eydna, sum í løtuni er stødd niðri á Ríkissjúkrahúsinum, har son­urin Benjamin hevur verið undir skurði. Stóðu fram í blaðnum Seinastu mánaðirnar hava Eydna Skaale og Ragnar við Streym kima og meyla fólk niður, fyri at finna eina loysn á ansingartørvinum hjá 11 mánaðir gamla soninum Benja­min, sum fekk ein heilaskaða undir føðingini og er fjølbrekaður í dag. Av tí at Benjamin hevur serligan tørv á einum dygd­ argóðum tilboði, sum skal vera stimbrandi og mennandi á einum høgum fakligum støði, lótu foreldrini seg ikki nøkta við at fáa ein tilvildarligan stuðul inn í heimi. Til endans vóru tey so ørkymlað av støðuni, at tey gjørdu av at standa fram í Sosialinum. - Sjálvsagt fegnast vit um at Benjamin nú fær hjálp, men tað er samstundis ør­kyml­andi, at tað var neyð­ ugt at kæra okkara neyð fyri almenninginum, sigur Eydna Skaale. Loysn í somu viku Longu fríggjadagin kom eitt skriv frá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna-og heilsumálum, um at dagstovnurin á Ser­ námsdeplinum nú letur upp aftur, eftir at hava verið stongdur í fleiri mánaðir, hóast onki annað tilboð var til børnini. – Nýggja tilboðið verð­ ur skipað sum eitt heil­ dags­tilboð á sama hátt sum á øðrum dagstovnum, segði Hans Pauli Strøm, í tíðindaskrivinum fríggja­ dag­in. Og hann vísti á, at hann og Jógvan á Lakj­uni, landsstýrismaður í menta­ málum, hava gjørt eina eitt árs avtalu um hesa loysnina, og at hetta komandi árið so skal brúkast til at finna eina varandi loysn. Hevur serligan tørv – Hjá okkum hevði tað ikki verið nøktandi at fingið ein óútbúnan stuðul, sum ikki hevur førleika til at stimbra og stuðla Benjamin, tí hann krevur nógva venjing hvønn dag, um hann skal mennast, sigur Eydna Skaale, ið hevur verið í samband við nógv fólk innan sernámsøkið, um­framt Javna, ið eisini hev­ur fylgt gongdini í mál­ inum. – Øll innan fakøkið fegn­ ast eisini um at ein loysn nú kemur á økinum. Alla tíðina hava vit fingið boð um, at nú fór ein loysn at koma, og tí hava vit liva í vónini. Men nú er Benjamin 11 mánaðir, og vit hava ikki ráð til, at hann ikki verður stimbraður og mentur, sum hann átti. Við tilboðnum fáa vit eisini gagnnýtt serkunnleikin á Sernámsdeplinum, ið dugur at meta um og taka stig til stuðulstiltøk til Benjamin, sigur Eydna Skaale. Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo EFTirliTsmAÐur søkt verður eftir eftirlitsmanni sum avloysara at byrja 2. januar 2007. starvið er tíðaravmarkað til 1 ár. UPPGÁVAN uppgávan snýr seg um regluligt eftirlit við akførum og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við fyrsta sýn. starvsøkið fevnir um øll eftirlitsstøð stovnsins, sum verða røkt út frá høvuðsdeildini í Tórshavn. Frammanundan eru 5 fólk í starvi á deildini. FørleikAkrøV Vit hugsa okkum ein persón við bilmekanikaraút- búgving og hollum royndum á økinum. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir og at við- komandi er fyrikomandi, men kortini kann fremja eftirlitsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er ein fyrimunur um viðkomandi hevur teldukunnleika og koyrikort til lastbil/buss og stóran viðfestivogn. SetANArtreytir starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. starvssetanin hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara, á tlf. 35 04 28. umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 27. november 2006. Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skrásetingargjald og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 20 fólk. R E P R O Z Takksom fyri at Benjamin fær hjálp – Tað er fantastiskt, at vit nú fara at fáa eitt tilboð til Benjamin, sigur Eydna Skaale