Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. november 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 219 - 13. november 2006 tíðindi Lata aftur Smyril Line hevur gjørt av at lata skrivstovu sína í Lerwick aftur. Tað fingu starvsfólkini har at vita í síðstu viku. Tey eru tó ikki uppsøgd, men kann leiðslan ikki finna teimum annað starv í reiðarínum, verða tey søgd upp. Í framtíðini skal Smyril Line bara hava ein umboðsmann í Hetlandi. Felagið fyrireikar seg nú til Skotlandssiglingina, sum byrjar næsta summar, og áhugin fyri henni er stórur, verður sagt. Ikki til Bergen Samkyndir norskir prestar, sum liva í skrásettum parlagi, og sum eru ættaðir úr Bergen, tora ikki at søkja starv í býnum, tí teir kenna seg ikki vælkomnar í heimbýnum. Biskuppurin í Bjørgvin biskupsdømi, Ole D. Hagesæther, sigur við Bergens Tidende, at samkyndir prestar, sum liva í skrásettum parlagi, fáa ikki starv í kirkjunum í Bergen.. Liva teir harafturímóti einsamallir, eru teir vælkomnir at søkja starv í býnum, sigur hann. Síðani vegur varð gjørdur til Tjørnu­ víkar fyrst í seksti­ ár­unum er ferðslan økt munandi. Tað sama kann ikki sig­ ast um trygdina hjá bilførarum og teimum ferðandi. Tað er næst­ an ikki dagur at ikki steinar ella grót dettur niður á vegin. Hesar umstøður eru ikki farnar framvið hjá politikarunum. Fleiri ferð­ir hevur verið spurt eftir eini loysn á hesum vandamáli Ferðasamband Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tjørnuvík: – Hvat metir lands­­stýrismaðurin ella lands­ verkfrøðingurin at kostnaðurin kann verða av einum bergholi til Tjørnu­víkar, alt eftir hvussu stutt tað kann gerast? Soleiðis ljóðaði ein av mongum spurningum, sum táverandi løgtingsmaðurin, Hans Pauli Strøm setti Bjarna Djurholm, landsstýrismanni ein oktober-dag fyri seks árum síðani. Tingmaðurin vildi hava at vita, hví farleiðin til Tjørnuvíkar ikki var tik­in við í raðfestingini á sam­ ferðslu­økinum, eins og ætl­ anin hevði verið. Og hann vildi somuleiðis hava at vita, hví farleiðin ikki heldur var við í teirri 10-ára íløguætlanini inn­an raðfestingar á samferðslu­ økinum. Orsøkin til henda fyri­spurn­ingin frá hesum táverandi andstøðuliminum var tann veruleikin, at vegurin oman til bygdina gjøgnum Líðina er bæði smalur og brattur, og at bratt er eisini omanfyri og niðanfyri sjálvan vegin. – Har er rættiliga hættisligt at koyra. Tá nógv regn og toybil er, ryður nógv oman á vegin, og í kava og hálku er hetta ein vandaleið hjá størri akførum so sum bussum, ið dag og dagliga koyra við skúlabørnum. – Bygdarráðið hevur ferð eftir ferð gjørt vart við hesar vandar, uttan at nakað munandi er gjørt, segði Hans Pauli Strøm, sum tí fegin vildi vita, hvørjar ætlanir landsverkfrøðingurin hevði við hesum vegastrekkinum. Raðfesting Í svari sínum vísti Bjarni Djur­holm á, at tað er stórur tørvur á útbyggingum á samferðslukervinum kring alt landið. Hann var fult greiður um, at summi øki í landinum vóru verri fyri enn onnur, og at neyðugt var at raðfesta. – Íløgukarmurin er av­mark­ aður. Fer landið tí undir at fremja eina ávísa verkætlan, so eru aðrar, ið mugu bíða. – Var arbeitt við spakuliga við øllum verkætlanunum ísenn, hevði hetta ført við sær, at tað hevði tikið nógv longri tíð áðrenn tær vóru lidnar. Og so høvdu ar­beiðini eisini verðið nógv dýrari enn neyðugt, vísti landsstýrismaðurin á. Tá ein raðfestir, so merkir tað ikki bert at ein ger met­ ing­ar um, hvørjar íløgur eru neyðugar, men eisini hvørj­ ar neyðugar íløgur skulu fremjast fyrst. – Við eini skilagóðari rað­ festing ber til at tryggja, at verkætlanirnar gerast skjót­ari lidnar, og at skatta­borgarin fær sum mest burt­ur­úr teimum pengum, ið nýtt­ir verða til íløgur, sló Bjarni fast. Fígging Um vegin til Tjørnuvíkar vísti Bjarni á, at hesin lands­ vegurin er ótíðar­hósk­andi í mun til krøvini í nú­tíðarsam­ felagnum, hóast ferðslan á vegnum ikki er tann nógva. Spurningurin um at gera ábøtur á verandi veg ella møguliga at gera ein tunnil, var tá í 2000, eins og nú, ein fíggjarligur spurningur. Bjarni vísti á, at ein tunnil við einari breyt hevði sambært fyribils metingum kostað einar 40 mió. kr. – Skal henda verkætlanin fremj­ast er samstundis neyð­ ugt at útseta aðrar verkætlanir, ið ætlanin er at fremja. – Men orsøkin til at tunn­ il­in til Tjørnuvíkar ikki er við í 10-ára íløguætlanini er fyrst og fremst hon, at tørv­urin á útbyggingum inn­an samferðsluna er so mikið stórur, at pláss er ikki fyri øllum íløgum í hesum skeiðnum, varð sagt. Ábøtur og tunlar Fyrst í 70’unum varð byrjað at breiðka vegin um Enni, og var ætlanin tá at halda fram við hesum arbeiðinum allan vegin oman gjøgnum Líðina. Tað vísti seg skjótt, at arbeiðið var sera kostn­að­ ar­mikið, og at tað heldur ikki bøtti stórvegis um høv­ uðs­trupulleikan á staðnum. Semja var um at hetta var ikki ein gongd leið, og tí varð arbeiðið steðgað. Nøkur ár seinni – tað er: í 1975 – varð hugt eftir møguleikanum fyri at gera ein tunnil til Tjørnuvík ístaðin. Tvey uppskot vórðu gjørd – annað ein tunnil millum Víkanes og Tjørnuvík, og hin millum Marmanskallará og Tjørnuvík. Síðani henda ætlanin varð løgd fram eru smærri ábøtur gjørdar á vegastrekkið, m.a. varð vegurin um Lundagjógv rættaður upp og brúgvin út­ bygd í 1990. Hetta bøtti nak­­að um umstøðurnar hjá Bygda­ leiðum, serliga í hálku. Í 1990 var aftur hugt eftir møguleikanum fyri enn ein­um tunnilssambandi til Tjørnu­víkar. Tey hjá Lands­ verki gjørdu tá eitt nýtt upp­­skot, sum var ein tunnil mill­­um Fjøruglyvrar og Tjørnu­vík. Á fíggjarlógini fyri 2000 vóru avsettar 400.000 kr. til ábøtur á Tjørnuvíkarvegin. Annars metti Bjarni Djurholm at besta loysnin hjá tjørnuvíkingum var ein tunnil úr Marmanskallará. – Men, legði lands­stýris­ maðurin aftrat. Neyðugt er at gera jarðfrøðiligar kann­ ingar, áðrenn endalig støða verður tikin! Og tað er altso henda støð­ an sum ikki er tikin enn. Tveir tunlar til Tjørnuvíkar Í svarinum frá Bjarna Djur­holm til Hans Paula Strøm og sum er dag­fest 15. nov­ ember í 2000, verður víst til tvær loysnir fyri tunlum til Tjørnuvíkar: Uppskot 1: Tunnil millum Marmans­kallará og Tjørnu­ vík. Longdin er 2150 metrar, og hallið umleið 10 ‰. Sum einbreytaður tunnil við víkiplássum verður kostnaðurin mett­ ur at verða góðar 40 mió. kr. Í hesum uppskoti er ikki neyðugt við vega­gerð ella ábøtum á verandi veg í sambandi við tunnilin. Uppskot 2: Tunnil millum Fjøru­glyvr­ar og Tjørnuvík. Longdin er 1450 metrar, og hallið uml. 60 ‰. Sum einbreytaður tunnil við víki­ plássum verður kostn­aðurin mettur at verða uml. 28 mió. kr. fyri sjálvan tunnilin, og uml. 9 mió kr. fyri um­b­ygging av vegnum mill­um Marmanskallará og Fjøruglyvrar. Samlaði kostnaðurin er uml. 37 mió. kr. Skeltini á Tjørnuvíkarvegnum boða frá vandanum fyri at smágrót kann detta niður á vegin. – Skal nakað gerast fyri at bøta um trygdina kemur tað í minsta lagi at kosta einar 40 mió. kr., segði Bjarni Djurholm fyri seks árum síðani Tveir møguleikar at bøta um trygdina